Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. desember 2009Nr. 148
Kunngerð um royndartøku og greiningarhættir, ið skulu nýtast í sambandi við alment eftirlit við ávísum dálkandi evnum í matvørum 1)
Við heimild í § 45a í løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18. frá 8. mai 2008, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin ásetur royndartøku og greiningarhættir til alment eftirlit við innihaldinum av dioxinum, dioxinlíknandi PCB evnum, blýggi, cadmium, kyksilvuri, ikki-lívrunnum tini, 3-MCPD og benzo(a) pyren í matvørum.
§ 2. Øll royndartøka og greining í sambandi við alment eftirlit við innihaldinum av dioxinum og dioxinlíknandi PCB evnum í matvørum til útflutnings skal fara fram eftir ásetingunum í ES-fyriskipan nr. 1883/2006 frá 19. desember 2006 um royndartøku og greiningarhættir, ið skulu nýtast í sambandi við alment eftirlit við innihaldinum av dioxinum og dioxilíknandi PCB evnum í ávísum matvørum. Fyriskipanin er tikin við sum skjal 1 til hesa kunngerð.
§ 3. Øll royndartøka og greining í sambandi við alment eftirlit við innihaldinum av blýggi, cadmium, kyksilvuri, ikki-lívrunnum tini, 3-MCPD og benzo(a)pyren í matvørum til útflutnings skal fara fram eftir ásetingunum í ES-fyriskipan nr. 333/2007 frá 28. mars 2007 um royndartøku og greiningarhættir, ið skulu nýtast í sambandi við alment eftirlit við innihaldinum av blýggi, cadmium, kyksilvuri, ikki-lívrunnum tini, 3-MCPD og benzo(a)pyren í matvørum. Fyriskipanin er tikin við sum skjal 2 til hesa kunngerð.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 1. desember 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
1) Fyriskipanirnar eru ikki lagdar út her men eru at finna í Kunngarðablaðið D, hefti 3 frá 7. desember 2009.