Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. november 1997Nr. 148
Kunngerð um avreiðing av fiski til innvigingar í Føroyum
Við heimild í § 9, stk. 4, § 19 og § 40 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 133 frá 9. august 1997, verður fyrisett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um avreiðingar av allari veiðu veidd á føroysku landleiðunum og/ella í íslendskum sjóøki av føroyskt skrásettum skipum. Undantikin er tó lodna, sild, makrelur, rossamakrelur, gullaksur, laskur, kalvi og hávasløg.
§ 2. Øll veiða sambært § 1 skal avreiðast um eina av Fiskiveiðueftirlitinum góðkenda innvigingarskipan í Føroyum, smb. tó § 3. Veiðan skal annahvørt seljast beinleiðis til fiskavirki í Føroyum til virkingar ella seljast á uppboðssølu í Føroyum.
Stk. 2. Verður fiskur fluttur óvirkaður av landinum, skal útflytarin yvirfyri tollvaldinum skjalprógva, at fiskurin hevur verið alment boðin út og seldur á uppboðssølu í Føroyum, har keyparin hevur havt møguleikar at keypa partar av veiðuni. Óvirkaður fiskur í hesum sambandi er ósløgur, sløgdur ella avhøvdaður fiskur, sama hvussu hann er goymur.
Stk. 3. Tá avreitt verður, kann verða loyvt, at fiskurin ikki verður hálvdur úr køssunum til vigingar, um fiskifarið hevur skilt fiskin umborð. Út frá staksýni fæst ein endalig uppgerð yvir støddir og vekt.
Stk. 4. Fiskiveiðueftirlitið letur gera eitt serligt oyðiblað, har útflytarin m.a. skal upplýsa, hvar fiskurin er innvigaður í landinum og hvussu hann hevur verið útboðin. Upplýsingarnar skulu váttast av tí, sum hevur innvigað, boðið út og selt fiskin.
§ 3. Hóast ásetingarnar í § 2 kunnu føroysk fiskifør avreiða beinleiðis uttanlands, svarandi til 25% av nøgdini uppgjørt 4. hvønn mánaða, veitt á teimum í § 1 nevndu leiðum, uttan at hetta ávirkar nýtta fiskidagatalið ella egnu kvotu. Fiskifør, sum ikki eru undir fiskidaga- ella kvotuskipan, skulu í minsta lagi avreiða 75% av teirri í § 1 nevndu veiðu um eina av Fiskiveiðueftirlitinum góðkendari innvigingarskipan í Føroyum. Avreiðingarnar uttanlands kunnu bert fara fram á eini av Fiskiveiðueftirlitinum góðkendari innvigingarskipan.
Stk. 2. Skiparin boðar Fiskiveiðueftirlitinum fra í seinasta lagi 1 tíma eftir at byrjað er at sigla til útlendska marknaðin.
§ 4. Avreiðir fiskifar beinleiðis uttanlands, og avreitt er meira enn 25% av nøgdini uppgjørt 4. hvønn mánaða, verður nýtta fiskidagatalið ella egna kvota fyri hvønn túr, avreitt hevur verið uttanlands í tíðarskeiðnum sambært stk. 2, hækkað við 30%. Ein túrur í hesum sambandi er at rokna frá tí, at fiskifar fer til fiskiskap, til tað er komið í ta havn uttanlands, har veiðan verður avreidd.
Stk. 2. Fiskiveiðueftirlitið førir yvirlit yvir allar avreiðingar uttanlands fyri hvørt fiskifarið sær. Gjørt verður upp 4. hvønn mánaða, tó verður gjørt upp fyrstu ferð 1. januar 1998.
§ 5. Fiskiveiðueftirlitið hevur í samstarvi við Toll- og Skattstovu Føroya eftirlit við, at reglurnar í hesi kunngerð verða fylgdar. Toll- og Skattstova Føroya boðar Fiskiveiðueftirlitinum frá møguligum brotum á kunngerðina.
§ 6. Brot móti hesi kunngerð verða revsað sambært lógini um vinnuligan fiskiskap.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer ú gildi kunngerð nr. 144 frá 16. oktober 1997.