Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. oktober 2020Nr. 148
Kunngerð um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.
(Broytt gjald fyri heimahjálp)
§ 1
Í kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a., verða í samráð við kommunurnar gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 9, stk. 5 og § 18, stk. 3 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014, verður ásett:”
2. Í § 16, stk. 2 verður: “og hjúnafelaga hjá viðkomandi” strikað.
3. § 16, stk. 3 og 4 verða orðað soleiðis:
“Stk. 3. Er árliga inntøkan lægri enn 50.000 kr., verður ikki goldið fyri heimahjálp.
Stk. 4. Pensjónistur, hvørs árliga inntøka er millum 50.000 kr. og 55.000 kr., rindar 48 kr. fyri hvønn tíma. Pensjónistur, hvørs árliga inntøka er hægri enn 55.000 kr., rindar 3 kr. meir fyri hvønn tíma, hvørja ferð inntøkan hækkar við 5.000 kr.”
4. Í § 16, stk. 5 verður: “hjá støkum pensjónisti” strikað.
5. § 16, stk. 6-8 og 11 verða strikað.
Stk. 9-10 verða eftir hetta stk. 6-7.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 21. oktober 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)