22. november 2018Nr. 148
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum
(Ókeypis MFR-koppseting til vaksin)
§ 1
Í kunngerð nr. 126 frá 2. desember 2015 um ókeypis koppseting ímóti ávísum sjúkum verður gjørd henda broyting:
Aftan á § 3 verður sett:
“MFR-koppseting til vaksin
§ 3 a. Persónar, ið hava fylt 18 ár, sum ikki hava havt meslingar og ikki eru koppsettir ímóti meslingum, kunnu verða koppsettir ókeypis ímóti meslingum. Koppsetingin verður bjóðað sum ein MFR-koppseting.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 22. november 2018
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)