30. november 2021Nr. 148
Kunngerð um javningarprosent til almannaveitingar í 2022
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 30. oktober 2020 og løgtingslóg nr. 145 frá 15. november 2021 verður ásett:
§ 1. Javningarprosentið í 2022 er 2,05%.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar mánað 2022.
Almannamálaráðið, 30. november 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)