Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. november 2018Nr. 149
Kunngerð um loyvi til royndarfiskiskap
Við heimild í § 58, stk. 5 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin ásetir mannagongd og treytir í sambandi við loyvi til royndarfiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi.
Stk. 2. Kunngerðin fevnir harumframt um loyvi til royndarfiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi uttan fyri føroyskan sjógv.
§ 2. Loyvi til royndarfiskiskap kann latast til verkætlanir, sum hava eitt menningarmál og nýskapanarmál.
Stk. 2. Loyvi til royndarfiskiskap kann harumframt latast til fiskiskap, sum er liður í eini undirvísingarætlan.
§ 3. Royndarfiskiskapur er at royna eftir fiskasløgum og øðrum livandi tilfeingi í sjónum, ið ikki verður gagnnýtt vinnuliga. Royndarfiskiskapur kann eisini vera at royna eftir fiskasløgum, ið verða gagnnýtt, har ætlanin er at fáa virðisøking av tilfeinginum.
Stk. 2. Royndarfiskiskapur kann fevna um at royna nýggjan reiðskap, at royna nýggjar fiskileiðir, at royna onnur tíðarskeið ella aðrar veiðitíðir o.a., ella at útvega lívfrøðiliga, vistfrøðiliga og tekniska vitan, sum ikki finst frammanundan, og sum kann vera ein liður í at menna vinnuligan fiskiskap.
Loyvi til royndarfiskiskap
§ 4. Royndarfiskiskapur kann bert fara fram við fiskifari undir føroyskum flaggi, sum hevur fingið loyvi til royndarfiskiskap frá Fiskimálaráðnum.
Stk. 2. Bert persónur ella felag, ið lýkur treytirnar í § 5, stk. 1 og §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini, kann fáa loyvi til royndarfiskiskap sambært hesi kunngerð.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, í serligum førum, geva undantak frá kravinum um føroyskt skrásett fiskifar til royndarfiskiskap, eitt nú um skip ella serlig tøkni ikki er tøk í føroyska fiskiflotanum.
Skrivlig umsókn
§ 5. Persónur ella felag, sum ætlar at fara undir royndarfiskiskap sambært hesi kunngerð, skal senda Fiskimálaráðnum skrivliga umsókn um loyvi til royndarfiskiskap. Í umsóknini um loyvi til royndarfiskiskap skal minst vera upplýst:
1) Navn á persóni ella felagi, sum stendur fyri royndunum.
2) Navn á fiskifari, ætlanin er at nýta.
3) Endamálið við royndunum.
4) Arbeiðsskrá við upplýsingum um, hvørji fiskasløg, djórasløg ella plantusløg ætlanin er at royna eftir. Útgreinað tíðarætlan saman við frágreiðing um reiðskap og tøkni, sum ætlanin er at brúka, hvørjar leiðir verða troyttar, veiðitíð, veiðiorku, skráseting av veiðu, upplýsingar um viðbreknar vistskipanir o.a.
5) Frágreiðing um, hvussu veiðan kemur til høldar.
6) Frágreiðing, sum lýsir øll lið frá veiðu til sølu, so sum veiðu, hagreiðing, goyming, flutning, marknaðarføring og sølu.
7) Mettur kostnaður og møgulig fígging av royndunum.
8) Frágreiðing um, hvussu royndirnar ætlandi verða skjalfestar, so til ber at eftirmeta tær og almannakunngera úrslit frá royndunum.
Stk. 2. Umsókn um loyvi til royndarfiskiskap kann latast á serstakum oyðiblaði, sum er tøkt á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum.
Viðgerð av umsóknum
§ 6. Umsóknir um loyvi til royndarfiskiskap verða latnar Havstovuni til ummælis.
Stk. 2. Fiskimálaráðið tekur endaliga avgerð til innkomnar umsóknir. Í viðgerðini leggur Fiskimálaráðið dent á í hvønn mun:
1) Havstovan hevur mett um og viðmælt royndunum,
2) at líkindi eru fyri, at umsøkjarin er førur fyri at fremja royndirnar til ásettu tíð, sum lýst í arbeiðsskránni, og
3) at talan er um royndir, sum stuðla undir at fjøltátta vinnuligan fiskiskap.
Almennar reglur fyri loyvi til royndarfiskiskap
§ 7. Loyvi til royndarfiskiskap kann í mesta lagi latast til somu royndarverkætlan og víðarimenning av hesi í trý fylgjandi ár. Hvørt loyvisskeið kann tó í mesta lagi vara eitt ár í senn, og neyðugt er at søkja um nýtt loyvi til hvørt loyvisskeið.
Stk. 2. Árliga loyvið til royndarfiskiskap verður bert endurnýggjað, um treytirnar í loyvinum eru hildnar.
§ 8. Í loyvinum til royndarfiskiskap skulu setast treytir um:
1) Nær royndirnar í seinasta lagi skulu byrja,
2) at royndirnar skulu útinnast sambært arbeiðsskránni og ásettu treytunum í loyvinum, og nágreinilig dagbók skal førast yvir gjørdar royndir eftir leiðbeining frá Havstovuni,
3) at sýni og stakroyndir skulu takast av veiðuni, og kanningar gerast av veiðuni eftir ynski og leiðbeining frá Havstovuni,
4) at fólk frá Havstovuni, Fiskiveiðieftirlitinum ella aðrir av Fiskimálaráðnum uppnevndir persónar, skulu kunna vera almennir eygleiðarar við skipinum, sum ger royndirnar,
5) at tann, ið stendur fyri royndunum, útvegar sjálvur fígging og ber allar útreiðslur av royndunum, íroknað útreiðslur til kost, uppihald og løn hjá almenna eygleiðaranum, og
6) at royndarfiskiskapurin skal ikki vera øðrum fiskiskapi til ampa o.a.
Stk. 2. Eru treytirnar í royndarloyvinum ikki loknar, kann royndarloyvið takast aftur.
Frágreiðing um royndarfiskiskapin
§ 9. Tá royndarloyvisskeiðið er runnið, skal loyvishavarin lata inn skrivliga og teldutøka frágreiðing um royndarfiskiskapin til Fiskimálaráðið. Frágreiðingin skal innihalda gongd og niðurstøður frá royndarfiskiskapinum, umframt avrit av nágreiniligu dagbókini sambært § 8, stk. 1, nr. 2.
Fráboðanir
§ 10. Fiskimálaráðið kann í loyvið til royndarfiskiskap seta treytir um, hvussu fráboðanir um fiskiskapin skulu latast.
Revsing
§ 11. Brot á § 4, stk. 1 og treytir settar sambært §§ 8 og 10 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Loyvi til royndarfiskiskap, sum eru galdandi, tá kunngerðin kemur í gildi, halda áfram sambært treytunum í loyvinum, tó í mesta lagi til 31. desember 2018.
Fiskimálaráðið, 22. november 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)