30. september 2025Nr. 149
Kunngerð um hámark fyri tænastugjald á tóm býli í 2026
Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 80 frá 2. mai 2025 um tænastugjald á tóm býli verður ásett:
§ 1. Tænastugjaldið fyri 2026 kann ikki vera hægri enn kr. 7.945 fyri hvørt býli.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027.
Fíggjarmálaráðið, 30. september 2025
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)