3. mars 2020Nr. 15
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð
(Onki gjald verður kravt fyri veitingar í sambandi við barnsburð, um annað av foreldrunum er búsitandi uttanlands í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði)
§ 1
Í kunngerð nr. 41 frá 27. apríl 2009 um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, sum broytt við kunngerð nr. 76 frá 3. juni 2014, kunngerð nr. 15 frá 17. mars 2015 og kunngerð nr. 104 frá 4. august 2015, verður í § 6 sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Er annað av foreldrunum búsitandi uttanlands í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði, verður onki gjald tikið fyri veitingar í sambandi við barnsburð. Treytin er, at bæði foreldur lúka treytirnar í stk. 1.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. august 2019.
Heilsumálaráðið, 3. mars 2020
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)