Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mars 2007Nr. 15
Kunngerð um afturgjaldsskyldu í sambandi við bústaðarbroytingar, sum broytt við kunngerð nr. 66 frá 7. juni 2010
1) Við heimild í § 18 e, stk. 3 í lov for Færøerne om offentlig forsorg, sbr. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 179 frá 22. desember 2009, verður ásett:
§ 1. Almannastovan kann eftir § 18 c, stk. 1 í forsorgarlógini veita persóni hjálp til bústaðarinnrætting av egnari ogn.
Stk. 2. Hevur innrættingin eina munandi virðisøking av bústaðnum við sær, eisini fyri onnur, verður tann parturin av hjálpini, sum samsvarar hesi virðisøking, veittur sum rentu- og avdráttarfrítt lán, ið fellur til gjaldingar við eigaraskifti.
§ 2. Almannastovan kann eftir § 18 c, stk. 2 í forsorgarlógini veita persóni hjálp til at útvega annan bústað.
Stk. 2. 1) Tann parturin av hjálpini, sum svarar til munin millum virðismetingina av verandi og fyrrverandi ognini, verður veittur sum rentu- og avdráttarfrítt lán, ið fellur til gjaldingar við eigaraskifti.
Stk. 3. 1) Almannastovan nýtir húsameklaravirki ella Húsalánsgrunnin at gera virðismetingina sbrt. stk. 2.
§ 3. Fyri at tryggja lánini, ið nevnd eru í §§ 1, stk. 2 og 2, stk. 2, verður veðbræv uppsett og tinglýst ávikavist í ognini, har bústaðarinnrættingin er framd, ella í nýggju ognini. Almannastovan ber fyrisitingarligu útreiðslurnar av hesum.
§ 4. Lán veitt eftir § 1 kunnu niðurskrivast yvir eitt tíðarskeið upp til 20 ár, um so er, at virðisøkingin minkar í tíðarskeiðnum.
§ 5. Avgerðir, tiknar sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá freistini í stk. 1, um serlig orsøk er til tað.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálaráðið, 6. mars 2007
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)