Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. februar 2021Nr. 15
Kunngerð um at lata eyka fiskidagar til fiskifør, ið avreiða livur og annan innvøl úr fiski í 2021
Við heimild í § 19, stk. 3 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um at lata eyka fiskidagar til fiskifør í bólkunum 2, 3, 4 og 4 T, sambært § 18, stk. 1 í løgtingslógini, sum í 2021 avreiða livur og annan innvøl úr fiski til virki í Føroyum, og ásetir treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.
§ 2. Í fiskiárinum 2021 verða eyka fiskidagar settir av at lata fiskiførum í hvørjum bólki, sum avreiða livur ella annan innvøl úr fiski, eftir treytunum í §§ 3 og 4:
1) Bólkur 2: 186 fiskidagar tilsamans.
2) Bólkur 3: 63 fiskidagar tilsamans.
3) Bólkur 4 og 4 T: 114 fiskidagar tilsamans.
Stk. 2. Ásetta fiskidagatalið er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, ásett í § 20 løgtingslógini.
§ 3. Av fiskidøgunum, sambært § 2, verða hesir fiskidagar settir av til hesar bólkar at lata fiskiførum, sum avreiða livur ella annan innvøl úr fiski:
1) Bólkur 2: 140 fiskidagar tilsamans.
2) Bólkur 3: 47 fiskidagar tilsamans.
3) Bólkur 4 og 4 T: 86 fiskidagar tilsamans.
Stk. 2. Fiskifar í bólki 2 kann fáa 6 fiskidagar fyri tey fyrstu 10 tonsini av livur ella øðrum innvøli úr fiski, sum verða avreidd. Fyri hvørji 4 tons, sum síðani verða avreidd, verða 2 eyka fiskidagar tillutaðir.
Stk. 3. Fiskifar í bólki 3 kann fáa 6 fiskidagar fyri tey fyrstu 5 tonsini av livur ella øðrum innvøli úr fiski, sum verða avreidd. Fyri hvørji 3 tons, sum síðani verða avreidd, verða 2 eyka fiskidagar tillutaðir.
Stk. 4. Fiskifar í bólki 4 ella 4 T kann fáa 5 fiskidagar fyri tey fyrstu 1,5 tonsini av livur ella øðrum innvøli úr fiski, sum verða avreidd. Fyri hvørt tons, sum síðani verður avreitt, verða 2 eyka fiskidagar tillutaðir.
Stk. 5. Eru fiskidagar sambært stk. 1 ikki brúktir fyri 1. juni, kunnu teir verða brúktir samsvarandi § 4.
§ 4. Av fiskidøgunum, sambært § 2, verða hesir fiskidagar settir av til at brúka í sambandi við verkætlanir um at gagnnýta livur og annan innvøl úr fiski ella til serligar avtalur millum virki og fiskifar, ið hava til endamáls at gagnnýta og virka livur og annan innvøl:
1) Bólkur 2: 47 fiskidagar tilsamans.
2) Bólkur 3: 16 fiskidagar tilsamans.
3) Bólkur 4 og bólkur 4 T: 29 fiskidagar tilsamans.
Stk. 2. Fiskimálaráðið skal góðkenna møguligar verkætlanir ella avtalur millum virki og skip.
Stk. 3. Eykadagar verða tillutaðir, eftir at Fiskimálaráðið hevur givið sína góðkenning sambært stk. 2, og verkætlanin er framd.
Stk. 4. Eru fiskidagar sambært stk. 1 ikki brúktir fyri 1. juni, kunnu teir verða brúktir samsvarandi § 3.
§ 5. Vørn leggur fiskidagar sambært § 3 afturat í fiskiloyvinum hjá viðkomandi fiskifari, tá Vørn hevur fingið skjalprógv frá keypara um, at ásettu nøgdirnar av livur ella øðrum innvøli úr fiski eru avreiddar til virki í Føroyum.
Stk. 2. Fiskidagar, sambært § 4, verða lagdir afturat fiskiloyvinum hjá viðkomandi fiskifari, tá Fiskimálaráðið hevur boðað Vørn frá, at treytirnar sambært § 4, stk. 3 eru loknar.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2022.
Stk. 2. Samstundis, sum kunngerðin fær gildi, fer kunngerð nr. 12 frá 18. februar 2020 um avreiðing av livur og treytir fyri tillutan av eyka fiskidøgum úr gildi.
Fiskimálaráðið, 9. februar 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)