Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. februar 2023Nr. 15
Kunngerð um upplýsingar til keypara um søluprís og eindarprís, sum broytt við kunngerð nr. 37 frá 22. mars 2023
Við heimild í § 13, stk. 6, nr. 3 og 4 í løgtingslóg nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri vørur, sum seljarar, sbr. § 2, nr. 4, selja keyparum, sbr. § 2, nr. 5.
Stk. 2. Kunngerðin er ikki galdandi fyri fornlutir og listgripir ella vørur, sum verða seldar á uppboði ella latnar í sambandi við tænastuveiting.
Allýsingar
§ 2. 1) Í hesi kunngerð merkir:
1) Søluprísur: Endaligi prísurin fyri eina vøru ella eina ávísa vørunøgd, íroknað meirvirðisgjald, pant og øll onnur avgjøld.
2) Eindarprísur: Endaligi prísurin, íroknað meirvirðisgjald, pant og øll onnur avgjøld, í hesum mátingareindum: eitt kilo, ein litur, ein metur, ein fermetur ella ein rúmmetur fyri eina vøru ella vørueind, sbr. tó § 7.
3) Vørur í leysari vekt: Vørur, sum ikki eru pakkaðar, og sum verða máldar, meðan keyparin er hjá.
4) Seljari: Likamligur ella løgfrøðiligur persónur, sum rekur handilsvirksemi, tænastuvirksemi ella handverk í frælsari vinnu, og ein og hvør, ið virkar í navninum hjá einum seljara ella vegna ein seljara.
5) Keypari: Likamligur ella løgfrøðiligur persónur, sum í høvuðsheitum sum privatpersónur keypir vørur ella tænastur frá einum seljara.
6) Stuttar, tíðaravmarkaðar príslækkingar: Vørur og vørunøgdir, sum, í einum tíðarskeiði upp á í mesta lagi tvær vikur, verða seldar fyri ein prís, sum er lægri enn tann, sum vøran annars verður seld fyri. Prísurin kann verða lækkaður við ávísum prosenti ella ávísari krónuupphædd.
7) Motorakfar: Nýggir og brúktir persónbilar, vøruvognar og lastbilar, motorsúkklur, skutarar og prutl.
Upplýsingar um prís á sølustaðnum
§ 3. Í handilshølum, framsýningarhølum og har vørur annars verða sýndar fram, t.d. á eini heimasíðu, skal seljarin upplýsa bæði søluprísin og, har tað er viðkomandi, eindarprísin fyri vøruna ella vørunøgdina, sbr. stk. 2 og 3. Prísurin skal vera týðiligur og lættur at lesa.
Stk. 2. Vørur, seldar í leysari vekt, skulu merkjast við eindarprísi. Eru søluprísur og eindarprísur tann sami, skal vøran merkjast við søluprísi.
Stk. 3. Tað skal týðiliga upplýsast, um pant er lagt á eina vøru.
Tubbaksvørur, dagbløð og vikubløð
§ 4. Fyri tubbaksvørur, dagbløð og vikubløð er skyldan at upplýsa um prís lokin, um prísurin er prentaður á vøruna.
Um at rokna eindarprísin
§ 5. Eindarprísurin verður roknaður eftir nettoinnihaldinum í pakkanum.
Stk. 2. Fyri matvørur, sum eru pakkaðar í ís, vatn, kryddlaka o.tíl., sum vanliga ikki verður etið, verður eindarprísurin roknaður eftir turru vektini, t.e. drenaðu vektini.
Stk. 3. Skal vatn latast í eina matvøru, áðrenn hon kann etast, skal eindarprísurin roknast eftir vektini, tá vøran er blandað eftir tilmæli framleiðarans.
Eindarprísurin fyri serligar vørubólkar
§ 6. Fyri køksrullur og vesipappír skal upplýsast eindarprísur fyri eitt kilo.
Stk. 2. Fyri aðrar vørur í rullum, m.a. bakipappír, matpappír, pakkingarpappír, silvurpappír, matfilm og klisturband, skal eindarprísurin upplýsast fyri ein metur.
Stk. 3. Fyri vørur at klæða gólv, loft og veggir, t.d. vevnaður, klæði, vinyl, linoleum, tapet, flísar, tundurplátur, gipsplátur o.tíl., skal eindarprísurin upplýsast fyri hvønn klæddan fermetur.
Stk. 4. Fyri sápu til klædnavask við maskinu skal eindarprísurin upplýsast fyri hvørja fulla vaskimaskinu sambært upplýsingum framleiðarans á pakkanum.
§ 7. Fyri hesar vørubólkar skal eindarprísurin ásetast fyri hvørt stykki:
1) Fesk egg, sum eru pakkað, og har vektbólkurin er ásettur frammanundan.
2) Ostrur og onnur skeldýr av lindýraætt.
3) Heilivág í handkeypi og kostískoyti, íroknað vitaminir, fyri hvørja tablett ella hvørt hylki.
4) Serviettar, pappírslummaklútar, reinsiserviettar og einnýtisborðbúnaður.
5) Plastposar til goymslu og burturkast.
6) Blæur, bind, trussuílegg og tampongir.
Undantøk frá kravinum um at upplýsa eindarprís
§ 8. Kravið um at upplýsa eindarprís er ikki galdandi fyri hesar vørur:
1) Vørur, sum ikki kunnu býtast sundur eftir máti ella vekt, uttan so at vørueyðkennið broytist, og har upplýsing um nettoinnihald ikki verður kravd.
2) Vørur, sum eru pakkaðar í sama pakka, og annars vørur av ymsum slag, har ávís nøgd ella ávíst tal av vøruni verður selt fyri fastan prís. Hetta er kortini ikki galdandi, um vørurnar í sama handli eisini verða seldar hvør sær.
3) Vørur, sum verða seldar liðugt pakkaðar, og har nettoinnihaldið í pakkanum er minni enn 50 g ella 50 ml.
Stk. 2. Stk. 1, nr. 1-3, er ikki galdandi fyri matvørur.
Stk. 3. Kravið um at upplýsa eindarprís er ikki galdandi fyri hesar matvørur:
1) Lidnir rættir.
2) Rættir, sum skulu gerast til, og har alt tilfarið verður selt saman.
3) Ymsar vørur, sum eru pakkaðar í sama pakka, og annars vørur av ymsum slag, har ávís nøgd ella ávíst tal av vøruni verður selt fyri fastan prís.
4) Bollar, køkur og kondittaravørur, sum ikki verða seld liðugpakkað.
5) Frukt og grønmeti, sum verður selt hvør sær, í bundum ella í pottum.
6) Vørur, har annað enn vatn skal latast í, áðrenn tær verða brúktar.
Lýsingar o.a.
§ 9. Prísir, sum verða upplýstir í lýsingum ella við aðrari marknaðarføring, skulu vera í samsvari við ásetingarnar í § 3, §§ 5-8, § 10, 2. pkt. og §§ 12 og 13.
Stuttar, tíðaravmarkaðar og almennar príslækkingar
§ 10. Fyri matvørur við stuttum haldføri, undir hesum feskur fiskur og kjøt, frukt og grønmeti, breyð og mjólkarúrdráttir, sum verða seldar við avsláttri, tí vøran er um at nærkast seinasta søludegi, verður ikki kravt, at eindarprísurin skal dagførast. Vøran skal kortini merkjast við upprunaligum søluprísi og møguligum eindarprísi, umframt avsláttri í krónum ella prosentum.
§ 11. Skyldan at upplýsa lækkingar í galdandi søluprísum fyri fleiri vørubólkar og vørueindir, sbr. § 13, stk. 1, í løgtingslóg um marknaðarføring, verður mett at vera lokin, tá ið seljarin týðiliga upplýsir príslækkingina í krónum og oyrum ella prosentum fyri hvørja vørueind.
Stk. 2. Um príslækkingarnar ikki fevna um alt vøruúrvalið, ið er til keyps, skal niðursetta vøruúrvalið týðiliga avmarkast.
Stk. 3. Søluprísirnir, sum vóru galdandi beint fyri príslækkingina, skulu vera greitt upplýstir.
§ 12. Brúkaraumboðið kann í einstøkum førum fyri neyvt ásettar vørubólkar leingja tað í § 2, nr. 6 nevnda tíðarskeið.
Prísir á motorakførum o.a.
§ 13. Tá motorakfør og húsvognar verða sýnd fram, skal søluprísurin, saman við merki og modelli, týðiliga upplýsast.
Stk. 2. Umframt upplýsingarnar í stk. 1 skal seljarin upplýsa framleiðsluár og skrásetingarár, um hann hevur upplýsingarnar.
Prísir á brennievni til akfør
§ 14. Á sølustøðum, sum selja brennievni til akfør, skulu hesar upplýsingar standa á sjónligum skelti í hesari raðfylgju:
1) Eindarprísur fyri hvønn litur og oktantal fyri 92-oktan blýfrítt bensin.
2) Eindarprísur fyri hvønn litur og oktantal fyri 95-oktan blýfrítt bensin.
3) Eindarprísur fyri hvønn litur av diesel.
Stk. 2. Aðrar upplýsingar um brennievni vera at seta undir upplýsingarnar um diesel.
Stk. 3. Snið og staðseting á skeltunum skal gerast soleiðis, at tey, ið koyra framvið, lætt kunnu lesa skeltini.
§ 15. Á sølustøðum, sum selja brennievni til akfør, skulu allar pumpur hava upplýsingar um oktantal, góðskuna á brennievninum og eindarprísin fyri hvønn litur av brennievni, sbr. § 3, stk. 1, 2. pkt.
Undantøk
§ 16. Brúkaraumboðið kann geva undantak frá kravinum um eindarprís fyri ávísar vørur, um kravið er nyttuleyst ella ørkymlandi.
Revsing
§ 17. Brot á ásetingarnar í § 3, stk. 1 og 3, §§ 5-7, § 9, § 10, 2. pkt., § 11 og §§ 13-15 verða revsað við sekt.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Gildiskoma
§ 18. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 13. februar 2023
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)