24. januar 1990Nr. 15
Kunngerð um nýtslu av frysti- og kuldaútbúnaðarinnrætting
Við heimild í § 17, stk. 3, jbr. § 17, stk. 1 í løgtingslóg nr. 53 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Reglurnar í "Arbejds- og Socialministeriets bekendtgørelse nr. 539 af 30. december 1950 om indretningen og brugen af køleanlæg", seinni broyttar í "bekendtgørelse nr. 147 af 25/5 1956, nr. 151 af 8/5 1957, nr. 56 af 17/3 1961, nr. 282 af 8/9 1961 og nr. 384 af 15/12 1962" verða galdandi fyri Føroyar.
Stk. 2. Tær heimildir, sum ymsir myndugleikar hava eftir hesi kunngerð, fær Arbeiðseftirlitið og Landsstýrið.
Stk. 3. Eintøk av donsku kunngerðini fáast frá Arbeiðseftirlitinum.
§ 2. Brot á hesa kunngerð og ta kunngerð, sum við hesum verður sett í gildi, verður sektað eftir § 40 í lóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd við seinni broytingum.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
FØROYA LANDSSTÝRI, 24. januar 1990
J. Sundstein (sign.)
løgmaður
/ Jalgrim Hilduberg (sign.)