30. apríl 2008Nr. 15
Kunngerð um broyting í kunngerð um starvs- og fundarskipan fyri Kappingarráðið
§ 1
Í kunngerð nr. 8 frá 13. mars 2008 um starvs- og fundarskipan fyri Kappingarráðið verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis:
”Stk. 3. Fyri formannin og hvønn av limunum verða tilnevnd varafólk.“
2) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Limirnir í Kappingarráðnum og varafólkini hjá teimum, verða tilnevnd við støði í teirra persónligu og fakligu førleikum. Hvør einstakur limur skal hava hollan kunnleika til eitt ella fleiri av teimum økjunum, sum eru nevnd í stk. 1.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 30. apríl 2008
Bjørt Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Arne Poulsen (sign.)