Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. desember 2022Nr. 150
Kunngerð um samsýning til fosturforeldur í 2023
Við heimild í § 29, stk. 5 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 12. desember 2020, verður ásett:
Javningarprosent 2023
§ 1. Sambært kunngerð um javningarprosent til almannaveitingar 2023 er javningarprosentið 1,25%.
Samsýning
§ 2. Fosturforeldur fáa eina samsýning áljóðandi 124,05 kr. um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn.
Vistarhald og klæði
§ 3. Eitt fast gjald um samdøgrið verður rindað til vistarhald og klæði til barnið. Tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið fyri hvørt barnið ávikavist 163,35 kr. til børn undir 10 ár, og 171,94 kr. til børn 10 ár og eldri. Tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið 152,29 kr. fyri hvørt barnið.
Lummapeningur
§ 4. Eisini verður eitt fast gjald um vikuna rindað til lummapening til barnið. Tá barnið er:
1) 3-6 ár er gjaldið 41,33 kr.
2) 7-10 ár er gjaldið 87,83 kr.
3) 11-13 ár er gjaldið 113,66 kr.
4) 14-15 ár er gjaldið 180,82 kr.
5) 16 ár og eldri er gjaldið 284,15 kr.
Útreiðslur til stovnan og útbúnað
§ 5. Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum, tá ið barnið verður latið teimum, við upp til 8.580,17 kr.
Fosturforeldur í Danmark
§ 6. Um barn verður sent til fosturforeldur í Danmark, eru donsku upphæddirnar fyri samsýning, lummapening, stovnan og útbúnað galdandi.
Ymisk arbeiðsmarknaðargjøld
§ 7. Afturat samsýningini í § 2 verður lagt gjald til arbeiðsloysisskipanina, gjald til barsilsgrunnin, gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og bundna eftirlønargjaldið sambært § 2 í løgtingslóg um eftirløn.
Trupul børn og pinkubørn
§ 8. Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.
Stk. 2. Um talan er um eitt óvanliga trupult barn, sum tí krevur heilt serliga røkt frá fosturforeldrunum, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningini sambært § 1, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.
§ 9. Um talan er um eitt pinkubarn undir eitt ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.
§ 10. Samsýning sambært §§ 8 og 9 kann bert veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal metast, um tiltakið virkar eftir ætlan, og um ráðiligt er at halda áfram við tiltakinum.
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 11. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar mánað 2023.
Stk. 2. Kunngerð nr. 69 frá 19. mai 2006 um samsýning til fosturforeldur fer úr gildi 1. janaur 2023.
Almannamálaráðið, 14. desember 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)