Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. oktober 1995Nr. 150
Kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á ytru landleiðini, sum broytt við kunngerð nr. 155 frá 28. november 1995
Við heimild í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Eftir umsókn verður loyvt í mesta lagi 4 skipum at reka beinleiðis veiðu eftir havtasku (Lophius piscatorius) og svartkalva (Reinhardtius hippoglossoides) við gørnum á niðanfyri standandi leiðum. Eisini verður loyvt 3 skipum at reka beinleiðis veiðu eftir svartkalva (Reinhardtius hippoglossoides) við gørnum og 1 skipi at reka beinleiðis veiðu eftir havtasku (Lophius piscatorius) við gørnum nærri ásett tíðarskeið í einum fiskiári á niðanfyri standandi leiðum.
Leiðir.
a) Loyvt er at veiða havtasku á hesum leiðum, jvb. tó stk. 2:
1. Alt árið á leiðum, har dýpi er meira enn 380 m, uttanfyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum vestanfyri 07°45'0 V og sunnanfyri og vestanfyri eina linju millum knøttstøðurnar: 61°45'0 N, 07°45'0 V og 60°30'0 N, 07°00'0 V og 60°00'0 N, 06°00'0 V.
2. Alt árið innanfyri linjur drignar millum hesi støð:
1. 62°00'0 N, 05°50'0 V
2. 62°00'0 N, 05°30'0 V
3. 61°45'0 N, 05°50'0 V
4. 61°38'0 N, 05°40'0 V
5. 61°38'0 N, 06°00'0 V
b) Loyvt er at veiða svartkalva, har dýpi er meira enn 500 m, jvb. tó stk. 2:
Stk. 2. Loyvt er ikki at veiða á Føroya Banka og á leiðum, har botnfiskaveiða er bannað eftir reglum um veiðibann eftir botnfiskasløgum.
Hjáveiða.
§ 2. Hjáveiða av fiskasløgum undir kvotu sum toskur (Gadus morhua), hýsa (Melanogrammus aeglefinus), upsi (Pollachius virens), og kongafiskur (Sebastes marinus) og (Sebastes mentella), má ikki fara upp um egnu kvotu hjá hvørjum skipi sær. Hjáveiða av øðrum fiskasløgum má í mesta lagi vera 5% av vektini av veiðunøgdini fyri hvønn túr.
Reiðskapur.
§ 3. Tað er ikki loyvt at seta ella hava standandi fleiri enn 1400 gørn í sjónum, sum eru 27,5 m til longdar ella um onnur garnalongd verður nýtt, so má tað samlaða garnastrekkið ikki fara upp um samsvarandi longd. Einki skip má nýta havtaskugørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 280 mm og einki skip má nýta svartkalvagørn, har meskarnir í nøkrum parti av garninum fara niður um 200 mm. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskin verður strektur á vátum neti diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum, lættliga ganga ígjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð nr. 65 fyri vaktartænastuna á landleiðini viðvíkjandi meskamáting frá 7. august 1979, broytt við kunngerð nr. 24 frá 13. apríl 1989.
Stk. 2. Um fiskifar missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta at bjarga ella dreggja garnið og at geva Fiskiveiðieftirlitinum fráboðan um staðfestingina, har garnið er mist. Somuleiðis hevur skiparin skyldu at boða Fiskiveiðieftirlitinum frá, um tað hevur eydnast at bjarga garninum.
§ 4. Treyt fyri at inna fiskiskap eftir hesi kunngerð er, at skipið hevur fiskiloyvi til hesa veiðu, og at skipið fylgir teimum reglum, ið galda fyri veiði eftir botnfiski á landleiðunum.
§ 5. Tað er ikki loyvt at verða í svartkalvaveiðu og havtaskuveiðu sama túr, og skulu skip boða fiskiveiðieftirlitinum frá, tá tey leggja um og tá tey byrja, og 12 tímar áðrenn tey gevast við fiskiskapi, og hvar ætlanin er at avreiða. Fiskiveiðieftirlitið skal harumframt hava fráboðan um, hvussu nógv gørn eru um borð, tá túrur byrjar og endar.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð verður revsað eftir lógini um vinnuligan fiskiskap.
§ 7. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 66 frá 2. apríl 1993 og kunngerð nr. 5 frá 18. januar 1995.