Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. november 2017Nr. 150
Kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum, sum broytt við kunngerð nr. 4 frá 19. januar 2018
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 4 frá 25. januar 2001, løgtingslóg nr. 113 frá 11. desember 2007 og løgtingslóg nr. 139 frá 6. oktober 2011, § 9, stk. 6, § 32, stk. 1 og 4 og § 32 e, stk. 3 í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum broytt við lov nr. 393 af 20. maj 1992, lov nr. 1075 af 23. desember 1992, løgtingslóg nr. 76 frá 23. mai 1997, løgtingslóg nr. 31 frá 30. apríl 2007 og løgtingslóg nr. 147 frá 20. desember 2012, § 12, stk. 5 í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012, og § 29, stk. 4 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd verður ásett:
§ 1. Upphæddirnar sbrt. hesi kunngerð eru galdandi fyri 2018.
Upphæddir sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
§ 2. Upphæddir sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a eru hesar.
Stk. 2. Fólkapensjón er árliga:
1) Grundupphædd til støk er kr. 43.068,00.
2) Viðbót til støk er kr. 45.252,00.
3) Grundupphædd til gift er kr. 32.796,00.
4) Viðbót til gift er kr. 36.372,00.
Stk. 3. 1) Hægsta fyritíðarpensjón er árliga:
1) Grundupphædd til støk er kr. 72.360,00.
2) Viðbót til støk er kr. 62.184,00.
3) Grundupphædd til gift er kr. 57.492,00.
4) Viðbót til gift er kr. 57.804,00.
Stk. 4. 1) Miðal fyritíðarpensjón er árliga:
1) Grundupphædd til støk er kr. 72.360,00.
2) Viðbót til støk er kr. 31.332,00.
3) Grundupphædd til gift er kr. 57.492,00.
4) Viðbót til gift er kr. 29.496,00.
Stk. 5. 1) Lægsta fyritíðarpensjón er árliga:
1) Grundupphædd til støk er kr. 72.360,00.
2) Viðbót til støk er kr. 30.540,00.
3) Grundupphædd til gift er kr. 57.492,00.
4) Viðbót til gift er kr. 27.864,00.
Stk. 6. Avlamisveiting er árliga kr. 33.768,00.
Stk. 7. Avlamisviðbót er árliga kr. 33.768,00.
Stk. 8. Eyka viðbót er árliga kr. 34.080,00.
Stk. 9. Barnaviðbót er árliga kr. 12.996,00.
Stk. 10. Hjálparviðbót er árliga kr. 36.096,00.
Stk. 11. Røktarviðbót er árliga kr. 72.060,00.
Stk. 12. Frádráttarfrí inntøkuupphædd er árliga:
1) Fyri fólkapensjonistar kr. 61.900,00.
2) Fyri fyritíðarpensjonistar kr. 92.900,00.
Upphædd sbrt. løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.
§ 3. Upphædd sbrt. løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl. er árliga kr. 7.608,00.
Upphæddir sbrt. løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
§ 4. Upphæddir sbrt. løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. eru hesar.
Stk. 2. Barnagjald sbrt. § 5 er árliga kr. 12.996,00.
Stk. 3. Barnagjald sbrt. § 15, stk. 1 og 2 er árliga kr. 12.996,00.
Stk. 4. Barnagjald sbrt. § 15, stk. 3 er árliga kr. 25.992,00.
Stk. 5. Barnaískoyti sbrt. § 19 a er kr. 2.500,00 um ársfjórðingin.
Stk. 6. Gjald í sambandi við føðing er ein eingangsupphædd á kr. 750,91.
Stk. 7. Gjald til uppihald tveir mánaðir áðrenn og ein mánað aftaná føðing er kr. 1.284,89 um mánaðin.
Upphæddir sbrt. kunngerð um serlig bútilboð
§ 5. Upphæddir sbrt. kunngerð um serlig bútilboð eru hesar.
Stk. 2. Egingjald fyri serligt bútilboð sbrt. § 11, stk. 2, 1. pkt. er mánaðarliga kr. 1.840,00.
Stk. 3. Egingjald fyri serligt bútilboð sbrt. § 11, stk. 3, 1. pkt. er mánaðarliga kr. 2.198,00.
Stk. 4. Fevnir gjaldið sbrt. § 11, stk. 2 og 3 eisini um kost, kann bútilboðið í mesta lagi krevja kr. 2.032,00 afturat ásetta egingjaldinum.
Upphæddir sbrt. kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur
§ 6. Upphæddir sbrt. kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur eru hesar.
Stk. 2. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 1, 1. pkt. er kr. 6.555,00.
Stk. 3. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 1, 2. pkt. er kr. 4.034,00.
Stk. 4. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 2, 1. pkt. er kr. 4.034,00.
Stk. 5. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 2, 2. pkt. er kr. 2.521,00.
Stk. 6. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 3, 1. pkt. er kr. 2.521,00.
Stk. 7. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 3, 2. pkt. er kr. 2.521,00.
Stk. 8. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 4, 1. pkt. er kr. 6.555,00.
Stk. 9. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 4, 2. pkt. er kr. 4.034,00.
Upphæddir sbrt. kunngerð um samsýning til fosturforeldur
§ 7. Upphæddir sbrt. kunngerð um samsýning til fosturforeldur eru hesar.
Stk. 2. Samsýning til fosturforeldur til hvørt barnið er kr. 120,06 um samdøgrið.
Stk. 3. Gjald fyri vistarhald o.a. til børn undir 10 ár er kr. 158,09 um samdøgrið fyri hvørt barnið, tá upp til 2 børn er í somu fosturfamilju.
Stk. 4. Gjald fyri vistarhald o.a. til børn 10 ár og eldri er kr. 166,41 um samdøgrið fyri hvørt barnið, tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju.
Stk. 5. Gjald fyri vistarhald o.a. til hvørt barnið er kr. 147,39 um samdøgrið, tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju.
Stk. 6. Gjald til lummapengar til børn 3-10 ár er kr. 23,77 um vikuna.
Stk. 7. Gjald til lummapengar til børn 11-13 ár er kr. 55,87 um vikuna.
Stk. 8. Gjald til lummapengar til børn 14-15 ár er kr. 114,11 um vikuna.
Stk. 9. Gjald til lummapengar til børn 16 ár og eldri er kr. 227,03 um vikuna.
Stk. 10. Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald er eingangsupphædd upp til kr. 8.304,01.
Gildiskoma og virknaður
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá og við útgjalding av veitingum fyri januar mánað 2018.
Almannamálaráðið, 28. november 2017
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 4 frá 19. januar 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við februar 2018. Stk. 2. Árligu veitingarupphæddirnar í § 1, nr. 1-6 verða við útgjald í 2018 býttar við 12 og faldaðar við 11. Stk. 3. Fyri stakan fyritíðarpensjónist, ið hevur fingið tillutaða hægstu fyritíðarpensjón, og sum 23. desember 2017, tá løgtingslóg nr. 171 frá 20. desember 2017 um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum kom í gildi er búsitandi í Danmark ella í Grønlandi sbrt. § 3, stk. 4 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., er árliga viðbótin kr. 71.928,00. Stk. 4. Fyri giftan fyritíðarpensjónist, ið hevur fingið tillutaða hægstu fyritíðarpensjón, og sum 23. desember 2017, tá løgtingslóg nr. 171 frá 20. desember 2017 um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum kom í gildi er búsitandi í Danmark ella í Grønlandi sbrt. § 3, stk. 4 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. er árliga viðbótin kr. 64.944,00.”