Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. desember 2021Nr. 151
Kunngerð um broyting í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum (Dimensiónskunngerðin)
(Broyttur inngangur, broyting av loyvdari akfarshædd, broytingar av heildarvekt o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 94 frá 21. september 2012 um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum (Dimensiónskunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 58 frá 16. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 37, stk. 1, § 38, stk. 1 og § 58 a, stk. 6 og 7 í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2007, verður ásett:”
2. § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Viðfest akfar til motorsúkklu skal ikki vera breiðari enn 1,30 m., og viðfest akfar til stórt prutl skal ikki vera breiðari enn 1,00 m.”
3. Í § 1 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Tvíhjóla prutl má hvørki við ella uttan farmi vera breiðari enn 1,00 m.”
4. Í § 2, stk. 1, 1. pkt. verður “búnaðar-” broytt til: “búnaðararbeiði”.
5. Í § 2, stk. 2, 3. pkt. verður “(sýni)” broytt til: “, sýni”.
6. § 6, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Á tríhjólaðum vøruprutli skal farmurin ikki stinga út yvir framenda ella afturenda á akfarinum.”
7. Í § 8, stk. 2 verður “(radius)” broytt til: “, radius,”.
8. Í § 9, stk. 2, nr. 3. verður “smb.” broytt til: “sbr.”
9. Í § 9, stk. 4 verður “(bilaflutningur)” broytt til: “, bilaflutningur”.
10. Í § 11, stk. 1 verður “4,00 m.” broytt til: “4,10 m.”
11. Í § 13, stk. 1 verður “(ástrýstið)” broytt til: “, ástrýstið,”.
12. Í § 13, stk. 2, 1. pkt. verður “(dupulthjól)” broytt til: “, dupulthjól,”.
13. Í § 13, stk. 3, nr. 1 verður “(dupulthjól)” broytt til: “, dupulthjól,”.
14. Í § 14, stk. 1 verður “(ástrýstið)” broytt til: “, ástrýstið,”.
15. Í § 16, stk. 1 verður “(valsar)” broytt til: “, valsar”.
16. Í § 21, stk. 2, nr. 2 verður “(dupulthjól)” broytt til: “, dupulthjól,”.
17. § 21, stk. 2, nr. 5 verður orðað soleiðis:
“5) 30.000 kg á viðfestiakfari til bil, undantikið viðfestiakfari við kongabolti ella stívum dragiarmi, við 4 ella fleiri ásum, har tveir teir fremstu ásarnir eru stýrandi og hava eina frástøðu, ið er minni enn 180 cm,”
18. Í § 21, stk. 2 verður aftan á nr. 5 sum nýtt nr. sett:
“6) 30.000 kg á viðfestiakfari til bil, undantikið viðfestiakfari við kongabolti ella stívum dragiarmi, við 4 ella fleiri ásum, har fremsti ásur hevur dupultásett dekk, dupultdekk, og har bogie’in aftan hevur eitt samlað ástrýst, sum í mesta lagi er 70% av loyvdari heildarvekt, og í mesta lagi tveir fastir ásar eru í bogie’ini,”.
Nr. 6-9 verða eftir hetta nr. 7-10.
19. Í § 21, stk. 2, nr. 6, sum verður nr. 7, verður “150 kg” broytt til: “200 kg”.
20. Í § 21 verður aftan á stk. 5 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 6. Á vognraði, sum er lastbilur og viðfestivognur, má frástøðan millum aftasta ás á bilinum og fremsta ás á viðfestivogninum ikki vera minni enn 3,00 m.”
Stk. 6 og 7 verða eftir hetta stk. 7 og 8.
21. § 21, stk. 6, sum verður stk. 7, verður orðað soleiðis:
“Stk. 7. Á vognraði, sum er viðfest akfar við stívum dragiarmi, ella lastbilur við leguvogni, við eini veruligari heildarvekt, sum er meiri enn 54.000 kg, skal frástøðan millum aftasta ás á bilinum og fremsta ás á leguvogninum vera í minsta lagi 4,00 m.”
22. Í § 28 verður “(valsar)” broytt til: “, valsar”.
23. Í § 31 verður “veg-” broytt til: “vegmyndugleikar”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 1. desember 2021
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)