Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. desember 2009Nr. 151
Kunngerð um kravda eftirútbúgving fyri góðkendar grannskoðarar
Við heimild í § 4, stk. 2 og § 9, stk. 3 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (grannskoðaralógin) verður ásett:
Kapittul 1
Krav um eftirútbúgving
§ 1. Grannskoðarar, ið er góðkendir eftir § 3 og § 10, stk. 1 í grannskoðaralógini, skulu støðugt taka lut í eftirútbúgving, sbr. § 2, ið tryggjar, at grannskoðarar áhaldandi halda sín ástøðiliga kunnleika, sín yrkisførleika og sín kunnleika um krøvini til álitisumboðið hjá almenninginum á einum nóg høgum støði.
§ 2. Grannskoðarar skulu, fyri at lúka eftirútbúgvingarkravið, í minsta lagi taka lut í eftirútbúgving á 120 tímar innanfyri eitt 3 ára tíðarskeið. Fyrsta 3 ára tíðarskeiðið byrjar tann 1. januar 2010.
Stk. 2. Eftirútbúgvingin skal vera á einum hóskandi fakligum støði (masterstøði) innanfyri somu fakøki, sum eru kravd fyri at standa próvtøku sum góðkendur grannskoðari. Eftirútbúgvingin skal í minsta lagi fevna um
1) 24 tímar innan grannskoðanar- og váttanarøkið, t.d. rættarlig krøv og fakligar standardar fyri lógarkravda grannskoðan og fyri grannskoðarar, altjóða og heimligar grannskoðanarstandardar, váðastýring og innanhýsis eftirlit, fakligan etikk, óheftni umframt góðan almennan grannskoðanarsið og fyrisitingargrannskoðan v.m.,
2) 24 tímar innan rættarlig krøv og standardar fyri at gera ársroknskap og konsolideraðar roknskapir, vanliga roknskaparástøði og – meginreglur, altjóða roknskaparligar standardar, roknskapargreining, rakstrarbókhald, fíggjarstýring og innanhýsis roknskap umframt vinnufelagarætt,
3) 12 tímar innan fyri økið beinleiðis ella óbeinleiðis skattir.
Stk. 3. Teir 60 tímarnir, sum resta í, skulu hava við tey fakøki at gera, sum eru nevnd í stk. 2, og verða eftir tørvinum hjá tí einstaka grannskoðaranum. Hevur grannskoðari serkunnleika innan eitt ella fleiri av nevndu fakøkjum, skulu í minsta lagi 30 tímar viðvíkja hesum økinum.
Stk. 4. Eitt 3 ára tíðarskeið gongur sum eitt fast trý ára interval. Fyri grannskoðarar, ið fáa góðkenning sambært §§ 3 ella 10, stk. 1 í grannskoðaralógini mitt í einum 3 ára tíðarskeiði, verður tímatalið lækkað lutfalsliga til tað, sum eftir er av 3 ára tíðarskeiðnum.
Kapittul 2
Bygnaður fyri eftirútbúgving
§ 3. Tá grannskoðari luttekur á innanhýsis skeiði á grannskoðanarvirkinum umframt uttanhýsis skeiði, ið skeiðsveitari bjóðar út, undir hesum námsskeið og ráðstevnur, sum verða hildin her í landinum ella í altjóða høpi, er hetta at meta sum eftirútbúgving.
Stk. 2. E-learning ella líknandi KT skipað undirvísing er at meta sum eftirútbúgving, um fakliga støðið og longdin á skeiðinum kann skjalprógvast.
Stk. 3. Ein skeiðstími á 45 minuttir svarar til eftirútbúgving í 1 tíma.
§ 4. Tá grannskoðari luttekur í innanhýsis og uttanhýsis fakligum nevndararbeiði, er hetta at meta sum eftirútbúgving.
Stk. 2. Arbeiði í Grannskoðaranevndini, Grannskoðaraeftirlitinum, fakligum nevndum hjá grannskoðarafeløgunum og líknandi nevndum er at meta sum eftirútbúgving.
Stk. 3. Arbeiði í fakligari nevnd í 1 tíma svarar til eftirútbúgving í 1 tíma.
§ 5. Undirvísingar- og fyrilestrarvirksemi umframt arbeiði sum próvhoyrari ella próvdómari eru at meta sum eftirútbúgving, um viðkomandi við sjálvur at luttaka hevði lokið krøvini til eftirútbúgving.
Stk. 2. Undirvísing og fyrilestrar umframt próvhoyrara- og próvdómaravirksemi skulu vera á masterstigi.
Stk. 3. Ein undirvísingar- og fyrilestrartími á 45 minuttir svarar til eftirútbúgving í 2 tímar. Arbeiði sum próvhoyrari telur dupult í mun til próvhoyringartíðina. Arbeiði sum próvdómari telur samsvarandi veruligi tíðarnýtsluni.
§ 6. Rithøvundavirksemi er at meta sum eftirútbúgving, um viðkomandi
1) hevur skrivað ella verið við til at skriva eitt fakligt bókmentunarligt verk, ið eitt forlag gevur út,
2) hevur skrivað ella verið við til at skriva eina fakliga grein, ið verður almannakunngjørd í einum tíðarriti, aftaná at ritstjórnin á tíðarritinum frammanundan hevur kannað fakliga støðið, ella
3) hevur skrivað ella verið við til at skriva eina granskingarritgerð, undir hesum t.d. eina ph.d. ritgerð.
Stk. 2. Rithøvundavirksemi verður umroknað við støði í, hvussu nógv tekn eru skrivað. 2340 tekn uttan millumrúm svara til eftirútbúgving í 1 tíma. Hava fleiri rithøvundar verið um útgávuna, verður talið av eftirútbúgvingartímum roknað við støði í, hvussu stóran part tann einstaki grannskoðarin eigur í útgávuni.
§ 7. Tann einstaki grannskoðarin hevur skyldu til at meta um, hvørt tað fakliga innihaldi í eftirútbúgvingini lýkur krøvini í § 2.
Kapittul 3
At flyta avlopstímar
§ 8. Grannskoðari, sum í einum 3 ára tíðarskeiði sambært § 2, fer upp um kravdu 120 eftirútbúgvingartímarnar, kann í mesta lagi flyta 20 tímar til tað næsta eftirútbúgvingartíðarskeiðið.
Kapittul 4
Skjalprógvan og frágreiðing
§ 9. Grannskoðari skal kunna skjalprógva luttøku í innanhýsis ella uttanhýsis skeiðum, ið lúka krøvini til ta kravdu eftirútbúgvingina.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skulu í minsta lagi vera upplýsingar um
1) navn á skeiðsveitara,
2) lýsing av skeiðsinnihaldi og hvør hevur staðið fyri undirvísingini,
3) tíðarnýtsla umframt møguliga fakliga býtið av evnum á skeiðnum.
4) Í sambandi við E-learning skal tað greitt skjalprógvast at eftirútbúgvingin er lokin, og tíðarnýtslan skal svara við ta ásettu tíðina.
§ 10. Grannskoðari skal kunna skjalprógva luttøku í innanhýsis ella uttanhýsis fakligum nevndararbeiði.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skulu í minsta lagi vera upplýsingar um nevndararbeiði hjá viðkomandi, málbólkurin fyri nevndararbeiðinum, tíðarnýtslan til nevndararbeiðið, hvørja tíðarnýtslu og fakligan lut grannskoðarin hevur havt í arbeiðinum.
§ 11. Grannskoðari skal kunna skjalprógva undirvísingar- og fyrilestrarvirksemi umframt próvhoyrara- og próvdómaraarbeiði, ið kann telja sum eftirútbúgving.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skal í minsta lagi vera upplýsingar um
1) málbólkin fyri undirvísingini, fyrilestrinum ella próvtøkuni,
2) fakliga innhaldið í undirvísingini, fyrilestrinum ella próvtøkuni,
3) tíðarnýtslu í sambandi við undirvísingar- og fyrilestrarvirksemi, umframt próvhoyrara- og próvdómaraarbeiði.
§ 12. Grannskoðari skal kunna skjalprógva rithøvundavirksemi, ið kann telja sum eftirútbúgving.
Stk. 2. Í skjalprógvanini skal í minsta lagi vera
1) ein tilvísing til tað skrivliga tilfarið,
2) upplýsingar um málbólkin fyri skrivliga tilfarinum.
§ 13. Grannskoðari hevur skyldu til at fráboða eftirútbúgvingartímatalið til almennu skránna fyri góðkendar grannskoðarar. Fráboðanin skal gerast eftir reglum, sum Skráseting Føroya setur.
Stk. 2. Upplýsingarnar skulu verða fráboðaðar til almenna yvirlitið fyri góðkendar grannskoðarar í seinasta lagi tann 1. apríl í árinum eftir, at eitt 3 ára tíðarskeið er runnið.
Kapittul 5
Varðveitsla, frátøka og -døming v.m
§ 14. Tá persónur, hvørs góðkenning í meira enn 3 ár hevur verið í varðveitslu hjá Skráseting Føroya ella hevur verið fallin burtur, frátikin ella frádømd í meira enn 3 ár, aftur ynskir at verða góðkendur, kann ein serlig roynd vera setta ístaðin fyri ta eftirútbúgving, sum viðkomandi ikki hevur tikið í hesum sama tíðarskeiðinum.
Stk. 2. Royndin skal vera munnlig og fevna um tey í § 2, stk. 2 og 3 umrøddu øki.
Stk. 3. Skráseting Føroya skipar fyri royndini eftir stk. 1.
§ 15. Tá grannskoðari er burtur frá sínum starvi í eitt 2 mánaða tíðarskeið ella meira, og hetta ikki er orsakað av, at góðkenningin er í varðveitslu, fallin burtur, frátikin ella frádømd, verður eftirútbúgvingartímatalið á 120 tímar lækkað samsvarandi stk. 2. Treytin fyri at lækka tímatalið er, at grannskoðarin skjalprógvar lógligt forfall, t.d. óarbeiðsføri í starvinum orsakað av sjúku ella barnsburðarfarloyvi.
Stk. 2. Kravið um eftirútbúgving á 120 tímar sambært § 2, stk. 1, verður í teimum í stk. 1 nevndu førum lækkað við 7 tímum fyri hvørjar 2 mánaða fráveru úr starvinum.
Kapittul 6
Eftirlit
§ 16. Skjalprógvan fyri fráboðaða eftirútbúgving, sbr. § 13, verður kannað í samband við kravda góðskueftirlitið, sbr. § 27 í grannskoðaralógini.
§ 17. Grannskoðari, ið ikki er skrásettur í almennu skránni til at vera knýttur at einum grannskoðanarvirki, skal eftir áheitan frá Skráseting Føroya kunna skjalprógva ta fráboðaðu eftirútbúgvingina. Skjalprógvini skulu vera Skráseting Føroya í hendi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at áheitanin er fráboðað grannskoðaranum. Um skjalprógvanin ikki er móttikin í seinast lagi, tá freistin er úti, kann Skráseting Føroya taka góðkenningina aftur, sbr. § 8, stk. 2 í grannskoðaralógini.
Kapittul 7
Tiltøk orsakað av manglandi eftirútbúgving
§ 18. Manglar grannskoðari at taka ein minni part av eftirútbúgvingini, tó í mesta lagi 40 tímar, tá ið 3 ára tíðarskeiðið sambært § 2 er við at vera runnið, kann Skráseting Føroya áseta eina freist fyri, nær grannskoðarin skal hava tikið tað sum manglar.
Stk. 2. Ein freist eftir stk. 1, ávirkar ikki krøvini til komandi 3 ára eftirútbúgvingartíðarskeiðið eftir § 2.
Stk. 3. Lýkur grannskoðari ikki kravið um eftirútbúgving innan ásettu freistina sambært stk. 1, kann Skráseting Føroya taka góðkenningina frá viðkomandi sbr. § 8, stk. 2, nr. 2 í grannskoðaralógini.
Kapittul 8
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 19. Hendan kunngerð kemur í gildi tann 1. januar 2010.
Stk. 2. Eftirútbúgving, sum grannskoðari hevur tikið aftaná 1. juli 2009 og sum lýkur krøvini í hesari kunngerð, kann verða tald við í 120 tímarnar sambært § 2, stk. 1.
Vinnumálaráðið, 3. desember 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)