17. desember 2001Nr. 151
Kunngerð um broyting í kunngerð um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk
§ 1
Í kunngerð nr. 50 frá 12. mai 1999 um sjóvinnubrøv og útbúgvingarkrøv til sjófólk, við seinni broytingum, verður gjørd hendan broyting:
1) § 40, stk. 3 verður orðað soleiðis:
Stk. 3. Sjófólk, ið eru ella áður hava verið við fiskiskipum, og sum hava siglt í 1 ár ella meira síðani 1. oktober 1995 og fram til tann dag hendan kunngerð fær gildi, skulu í seinasta lagi 1. januar 2003 hava staðið góðkent trygdarskeið.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálastýrið, 17. desember 2001
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Elmar Højgaard (sign.)