Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. desember 2009Nr. 152
Kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 12. desember 2008, § 3, stk. 2 í løgtingslóg nr. 111 frá 20. desember 2002 um eldrarøkt í Sandoynni, § 32, stk. 4 og § 32 e, stk. 3 í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 25. mai 2009 og § 29, stk. 4 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mars 2007, verður ásett:
§ 1. Upphæddirnar fyri 2010 eru:
Løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
|
| Kr. árliga |
| Grundupphædd til fólkapensjón – støk | 50.028,00 |
| Grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør | 39.756,00 |
| Grundupphædd til fyritíðarpensjón – støk | 69.852,00 |
| Grundupphædd til fyritíðarpensjón – gift hvør | 55.512,00 |
| Viðbót til fólkapensjón – støk | 37.884,00 |
| Viðbót til fólkapensjón – gift hvør | 29.328,00 |
| Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk | 69.432,00 |
| Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – gift hvør | 62.688,00 |
| Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk | 22.536,00 |
| Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør | 19.584,00 |
| Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk | 21.276,00 |
| Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør | 17.088,00 |
| Eyka viðbót til lægstu fyritíðarpensjónistar | 32.904,00 |
| Hjálparviðbót | 34.848,00 |
| Røktarviðbót | 69.552,00 |
| Avlamisviðbót/avlamisveiting | 32.592,00 |
| Frádráttarfrí inntøkupphædd fyri fólkapensjónistar | 59.800,00 |
| Frádráttarfrí inntøkupphædd fyri fyritíðarpensjónistar | 89.700,00 |
Løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
|
| Kr. |
| Upphædd til persónligan tørv til persónar yvir 60 ár | 11.772,00 (árliga) |
| Upphædd til persónligan tørv til persónar undir 60 ár | 14.112,00 (árliga) |
| Gjald fyri umlætting | 128,87 (um samdøgrið) |
Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
|
| Kr. árliga |
| Upphædd | 7.344,00 |
Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
|
| Kr. |
| Barnagjald eftir § 5 | 12.552,00 (árliga) |
| Gjald í sambandi við føðing eftir § 6, stk. 1 | 724,88 (eingangsupphædd) |
| Gjald til uppihald tveir mánaðir áðrenn og ein mánað aftaná føðing eftir § 6, stk. 1 | 1.240,36 (mánaðarliga) |
| Barnagjald eftir § 15, stk. 1 og 2 | 12.552,00 (árliga) |
| Økt barnagjald eftir § 15, stk. 3 | 25.104,00 (árliga) |
| Barnaískoyti sbrt. § 19a | 1.590,00 (um ársfj.) |
Løgtingslóg um eldrarøkt í Sandoynni og lógarkunngerð um lóg fyri Føroyar um almenna forsorg - gjald fyri uppihald á sambýli
|
| Kr. |
| Gjald fyri umlætting | 128,87 (um samdøgrið) |
| Gjald fyri uppihald á eldrasambýli støk | 3.558,00 (pr. mánaða) |
| Gjald fyri uppihald á eldrasambýli hjún | 2.409,00 (pr. mánaða) |
Lógarkunngerð um lóg fyri Føroyar um almenna forsorg – egingjald fyri serlig bútilboð fyri heimleys
|
| Kr. |
| Serlig bútilboð fyri heimleys § 11, stk. 2 | 1776,00 (pr. mánaða) |
| Eyka fyri kost í mesta lagi | 1.183,00 (pr. mánaða) |
| Serlig bútilboð fyri heimleys § 11, stk. 3 | 2.122,00 (pr. mánaða) |
| Eyka fyri kost í mesta lagi | 1.183,00 (pr. mánaða) |
Løgtingslóg um barnavernd
|
| Kr. |
| Samsýning pr. barn | 115,89 (um samdøgrið) |
| Vistarhald v.m. til børn undir 10 ár - pr. barn, tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju | 152,61 (um samdøgrið) |
| Vistarhald v.m. til børn 10 ár og eldri – pr. barn, tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju | 160,65 (um samdøgrið) |
| Vistarhald v.m. tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju | 142,29 (um samdøgrið) |
| Lummapengar til børn 3-10 ár | 22,95 (um vikuna) |
| Lummapengar til børn 11-13 ár | 53,93 (um vikuna) |
| Lummapengar til børn 14-15 ár | 110,16 (um vikuna) |
| Lummapengar til børn 16 ár og eldri | 219,17 (um vikuna) |
| Til stovnan og útbúnað | 8.016,22 (eingangsupphædd) |
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjalding av veitingum fyri januar mánað 2010.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildið kunngerð nr. 109 frá 12. desember 2008 um áseting og javning av almannaveitingum.
Almannamálaráðið, 3. desember 2009
Rósa Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)