3. desember 2021Nr. 152
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum
(Tilboð til børn 2-6 ár)
§ 1
Í kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting ímót ávísum smittandi sjúkum, sum broytt við kunngerð nr. 137 frá 7. oktober 2021, verður í § 5 sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Børn í aldursbólkinum 2-6 ár. Børn, sum hava fingið fyrstu koppsetingina, áðrenn tey hava fylt 7 ár, kunnu verða liðugt koppsett, eftir, at tey hava fylt 7 ár.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 3. desember 2021
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)