Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. desember 2017Nr. 152
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgvingar til heilsuhjálpara og heilsurøktara
(Broyting í námsskipan og próvtøkum)
§ 1
Í kunngerð nr. 18 frá 4. apríl 2014 um útbúgvingar til heilsuhjálpara og heilsurøktara verða gjørdar hesar broytingar:
1. Kapittul 4 verður orðaður soleiðis:
“Kapittul 4
Heilsuhjálparaútbúgvingin
§ 17. Starvsligi útbúgvingarparturin fevnir um upplæring og fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan virkni, stuðul, røkt og umsorgan.
Stk. 2. Starvsligi útbúgvingarpartinum verður lýstur í námsskipan sum skúlin ger sambært kapittul 6.
Stk. 3. Við støði í námsskipanini leggja Heilsuskúli Føroya og starvsvenjingarstøðini í felag yvirskipaðu starvsligu útbúgvingarpartarnar til rættis.
§ 18. Í ástøðiliga útbúgvingarpartinum verður undirvísingin løgd til rættis við yrkislærugreinum, almennum lærugreinum og vallærugreinum.
Stk. 2. Ástøðiligi útbúgvingarpartinum verður lýstur í námsskipan sum skúlin ger sambært kapittul 6.
Stk. 3. Námsætlanir fyri yrkislærugreinirnar, almennu lærugreinirnar og vallærugreinirnar eru at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya. Málini fyri starvsligu eindirnar eru somuleiðis at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya.”
2. Kapittul 5 verður orðaður soleiðis:
“Kapittul 5
Heilsurøktaraútbúgvingin
§ 19. Starvsligi útbúgvingarparturin fevnir um upplæring og fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan virkni, stuðul, umsorgan, heilsurøkt og sjúkrarøkt.
Stk. 2. Starvsligi útbúgvingarparturin verður lýstur í námsskipan sum skúlin ger sambært kapittul 6.
Stk. 3. Heilsuskúli Føroya og starvsvenjingarstøðini leggja í felag við støði í námsskipanini yvirskipaðu, starvsligu útbúgvingarpartarnar til rættis.
§ 20. Í ástøðiliga útbúgvingarpartinum verður undirvísingin løgd til rættis við yrkislærugreinum, almennum lærugreinum og vallærugreinum.
Stk. 2. Námsætlanir fyri yrkislærugreinirnar, almennu lærugreinirnar og vallærugreinirnar eru at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya. Málini fyri starvsligu eindirnar eru somuleiðis at finna í námsskipanini hjá Heilsuskúla Føroya.
Stk. 3. Ástøðiligi útbúgvingarparturin verður lýstur í námsskipan, sum skúlin ger sambært kapittul 6.”
3. § 30 verður orðað soleiðis:
“§ 30. Í heilsurøktaraútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku í 4 lærugreinum. Kravdu próvtøkurnar eru munnlig próvtøka í verkætlanini, munnlig próvtøka í heilivágslæru. Mentamálaráðið tekur út munnliga próvtøku í eini yrkislærugrein og munnliga ella skrivliga próvtøku í einari almennari lærugrein, sambært námsætlan.”
4. § 32 verður orðað soleiðis:
“§ 32. Kravið fyri at standa útbúgving sbrt. §§ 29 og 30 er, at endaliga próvtøkuúrslitið er í minsta lagi 02. Endaliga próvtøkuúrslitið verður roknað við einum desimali, sum miðaltal av miðaltalinum av endaligu støðumetunum, og av miðaltalinum av próvtølunum.
Stk. 2. Próvtalið í yrkislærugreinunum og í verkætlan skal vera í minsta lagi 02.
Stk. 3. Í heilsurøktaraútbúgvingini skal próvtalið í lærugreinini náttúrulæra vera í minsta lagi 02.”
5. § 39 verður orðað soleiðis:
“§ 39. Heilsuskúli Føroya kann bjóða næmingi, ið ber sálarligt ella likamligt brek, ella sum hevur aðrar avbjóðingar við innlæring, sernámsfrøðiligan stuðul. Verður tørvurin ávístur, eftir at skúlagongdin er byrjað, verða hjálpartiltøk framd skjótast til ber.
Stk. 2. Í tann mun tilvísing til sernámsfrøðiliga hjálp hevur við sær, at aðrir stovnar skulu verða tiknir við upp á ráð, hevur skúlin ábyrgdina av, at hetta verður gjørt.
Stk. 3. Við støði í tørvinum og í samráð við næmingin ger skúlin eina virkisætlan fyri næmingin. Skúlin ger kostnaðarætlan fyri sernámsfrøðiligu stuðulstiltøkini, íroknað kostnaðin á hjálpitólum og hjálparmiðlum. Kostnaðarætlanin skal fevna um samlaðu útbúgvingargongd næmingsins. Skúlin kann við støði í staðfesta tørvinum hjá næminginum søkja Mentamálaráðið um játtan til sernámsfrøðiligu tiltøkini.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 5. desember 2017
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)