Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. oktober 2025Nr. 152
Kunngerð um broyting í kunngerð um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara
(Broyta útbúgvingarheitið til útbúgving til skipsatstøðara o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 121 frá 11. november 2015 um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð um útbúgving til skipsatstøðaraˮ
2. Yvirskriftin yvir § 2 verður orðað soleiðis:
“Endamálið”
3. Í § 2, stk. 1 verður “Endaskeiðið í útbúgvingini” broytt til: “Útbúgvingin”.
4. Í § 3, stk. 1 verður “Endaskeiðið í útbúgvingini” broytt til: “Útbúgvingin”.
5. Í § 4, stk. 1 verður “á endaskeiðnum” broytt til: “í útbúgvingini til skipsatstøðara”.
6. Í § 4, stk. 2 verður “staðið endaskeið” broytt til: “lokna útbúgving”.
7. Í § 4, stk. 3 verður “staðið endaskeið” broytt til: “at hava staðið útbúgving sum skipsatstøðari”.
8. Í § 4, stk. 4 verður “staðið endaskeið kann skipsatstøðarin” broytt til: “at hava staðið útbúgving sum skipatstøðari kann viðkomandi”.
9. Yvirskriftin yvir § 5 verður orðað soleiðis:
“Upptøka”
10. Í § 5, stk. 1 verður “endaskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara” broytt til: “útbúgving til skipsatstøðara”.
11. Í § 5, stk. 2 verður “endaskeið” broytt til: “útbúgving”.
12. Í § 5, stk. 3 verður “endaskeiðið” broytt til: “útbúgvingina”.
13. Í § 6, stk. 1 verður “í síni tilrættislegging av av útbúgvingini lýkur krøvini í skjal 1, umframt krøvini í STCW-sáttmálanum” broytt til: “lýkur krøvini til innihaldið sbrt. § 2”.
14. Í § 6 verður sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Námsskipanin skal vera góðkend av landsstýrisfólkinum.”
15. Í § 8 verður “endaskeiðið í útbúgving” broytt til: “útbúgvingina”.
16. § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Útbúgvingin til skipsatstøðara er ásett at vera eina lestrahálvu.”
17. Skjal 1 verður strikað.
§ 2
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Tey, sum fóru undir endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara áðrenn 1. august 2024, eru framhaldandi fevnd av kunngerð nr. 121 frá 11. november 2015 um endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 7. oktober 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)