8. desember 2011Nr. 152
Kunngerð um broyting í kunngerð um eldrarøkt í Sandoynni
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 27. januar 2003 um eldrarøkt í Sandoynni verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Tá ein pensjónistur fær uppihald á røktarheimi ella í sambýli í Sandoynni, rindar hann fyri vistarhald og tænastur sambært ásetingunum í kunngerð um gjøld innan eldrarøktina.”
2) § 2 verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2012.
Almannamálaráðið, 8. desember 2011
Annika Olsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)