Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. desember 2022Nr. 152
Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág
Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heislutrygdarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:
§ 1. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 587 kr., verður einki tilskot veitt.
§ 2. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 587 kr. ella størri, er tilskotið:
1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 587 kr. ella størri, men minni enn 1.173 kr.,
2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.173 kr. ella størri, men minni enn 2.346 kr.,
3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.346 kr. ella størri, men minni enn 6.221 kr.,
4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 6.221 kr. ella størri, og
5) 100% av tí partinum sum er 2.793 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár og hjá fyritíðarpensjónistum.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2023. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 38 frá 31. mars 2022 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.
Heilsumálaráðið, 15. desember 2022
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)