Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Umhvørvis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 28-12-2012
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2012 A - Hefti 47 A frá 28. desember 2012
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

18. desember 2012Nr. 152

Kunngerð um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal v.m., sum broytt við kunngerð nr. 26 frá 23. apríl 2013

Við heimild í § 5, § 9, stk. 3, § 12, stk. 2, § 14, stk. 1 og 2, § 16 og § 19, stk. 4 í løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing verður ásett:

Kapittul 1

Loðsprógv

§ 1. Loðsprógv verður eftir umsókn givið út, um umsøkjarin:

1)   hevur fingið vinnubræv sum skipsførari sambært manningarlógini,

2)   hevur í minsta lagi 2 ára royndir sum skipsførari ella yvirstýrimaður frá viðkomandi sigling,

3)   hevur gildugt heilsuprógv uttan avmarkingar sambært kunngerð um læknakanning fyri sjófólk, sbr. tó stk. 4,

4)   hevur tikið loðsútbúgving, herundir staðið praktiska og teoretiska dugnaskapsroynd fyri loðsar, sbr. kapittul 2,

5)   er knýttur at loðsstøð, sbr. § 4 í løgtingslóg um havnaloðsing.

Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann geva undantak frá stk. 1, nr. 2.

Stk. 3. Loðsprógvið kann vera avmarkað til ymiskar skipastøddir og fyri ávísar havnir.

Stk. 4. Um avmarkingar eru í heilsupróvnum sambært stk. 1, nr. 3, kann Sjóvinnustýrið biðja um eina læknaliga meting av, hvørt umsøkjarin, hóast avmarkingarnar, er skikkaður at røkja starvið sum loðsur.

§ 2. Sjóvinnustýrið gevur út loðsprógv. Snið og innihald í loðspróvnum er samsvarandi fylgiskjali 1.

Stk. 2. Loðsprógvið hevur gildi í eitt 5 ára tíðarskeið.

Stk. 3. Lýkur tann, sum hevur loðsprógv, ikki longur treytirnar í hesi kunngerð, hevur viðkomandi skyldu til at senda Sjóvinnustýrinum loðsprógvið, sbr. § 9, stk. 4 í løgtingslóg um havnaloðsing.

Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann taka aftur loðsprógv samsvarandi § 17 í løgtingslóg um havnaloðsing.

§ 3. Umsøkjari kann ikki virka sum loðsur, fyrr enn viðkomandi hevur fingið loðsprógv frá Sjóvinnustýrinum.

Kapittul 2

Loðsútbúgving

 

Skeið

§ 4. Tann í § 1, stk. 1, nr. 4 nevnda teoretiska útbúgving fevnir um:

1)   Trygdarskeið fyri loðsar, og

2)   skeið fyri loðsar, ið m.a. fevnir um skipsmannerering fyri loðsar, streymviðurskifti, landafrøðilig viðurskifti og loðslóggávu.

Stk. 2. Skeiðini sambært stk. 1 skulu vera lokin, áðrenn søkt verður um loðsprógv.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um innihaldið í skeiðunum sambært stk. 1.

Stk. 4. Loðsur skal endurnýggja skeiðini sambært stk. 1 í minsta lagi fimta hvørt ár.

 

Dugnaskapsroynd

§ 5. Dugnaskapsroyndin fevnir um ein praktiskan og ein teoretiskan part.

Stk. 2. Praktiski parturin snýr seg um, at umsøkjarin loðsar í havnina ella havnirnar, sum søkt verður um loðsprógv til.

Stk. 3. Teoretiski parturin er ein roynd, har umsøkjarin skal prógva, at viðkomandi kennur lokaløkið, sbr. stk. 5.

Stk. 4. Í sambandi við dugnaskapsroyndina luttaka 2 próvdómarar, sum Sjóvinnustýrið hevur útnevnt.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um innihaldið í royndini sambært stk. 3.

Stk. 6. Umsøkjarin ella arbeiðsgevari umsøkjarans rindar allar útreiðslur í sambandi við dugnaskapsroyndina, undir hesum fyrireiking, tímaløn og ferðaútreiðslur v.m. hjá próvdómarunum.

 

Endurnýggjan

§ 6. Sjóvinnustýrið endurnýggjar aftaná umsókn loðsprógv, sbr. § 2, stk. 2, um loðsur skjalprógvar, at hann hevur loðsað í viðkomandi havn í minsta lagi 3 ferðir innanfyri tey seinastu 5 árini, áðrenn umsókn um endurnýggjan verður latin inn.

Stk. 2. Umframt at lúka kravið í stk. 1 um siglingarroyndir, skal loðsur í sambandi við endurnýggjan skjalprógva, at hann hevur tikið skeiðini sambært § 4, stk. 4 og § 5, stk. 3.

 

Kapittul 3

Loðsfrítøkuskjal

 

§ 7. Sjóvinnustýrið gevur út loðsfrítøkuskjal. Snið og innihald av loðsfrítøkuskjalinum er samsvarandi fylgiskjali 1.

Stk. 2. Loðsfrítøkuskjal er galdandi fyri eitt 5 ára tíðarskeið.

§ 8. Loðsfrítøkuskjal verður eftir umsókn givið skipsførara ella vakthavandi navigatøri, galdandi fyri ávísa havn, ávíst skipaslag og -stødd, um umsøkjarin skjalprógvar at hava ført skip í minsta lagi 3 ferðir innanfyri seinasta 12 mánaðirnar í viðkomandi havn við viðkomandi skipaslagi og -stødd.

Stk. 2. 1) Sjóvinnustýrið kann geva undantak frá siglingarkrøvunum í stk. 1, um umsøkjarin skjalprógvar at hava drúgvar royndir í sigling inn og út úr viðkomandi havn við viðkomandi skipaslagi og -stødd og við tí verður mettur at hava gjølligan kunnleika til økið.

Stk. 3. 1) Loðsfrítøkuskjal kann ikki nýtast, tá ið ávís skipasløg og skip, ið sigla við vandamiklum farmi, skulu í ella úr føroyskari havn, sbr. fylgiskjal 2.

§ 9. Tann, sum hevur eitt gildugt loðsfrítøkuskjal, skal geva viðkomandi loðsstøð fráboðan um hetta.

§ 10. 1) Sjóvinnustýrið endurnýggjar eftir umsókn loðsfrítøkuskjal, sbr. § 7, stk. 2, um umsøkjarin skjalprógvar at hava ført skip, fevnt av loðsfrítøkuni, í viðkomandi havn í minsta lagi 3 ferðir innanfyri teir seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn umsókn um endurnýggjan verður latin inn, ella skjalprógvar at lúka kravið í § 8, stk. 2.

§ 11. Lýkur tann, sum hevur loðsfrítøkuskjal, ikki longur treytirnar í hesi kunngerð, hevur viðkomandi skyldu til at senda Sjóvinnustýrinum loðsfrítøkuskjalið, sbr. § 12, stk. 3 í løgtingslóg um havnaloðsing.

Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann taka aftur loðsfrítøkuskjal samsvarandi § 17 í løgtingslóg um havnaloðsing.

 

Kapittul 4

Trygging

 

§ 12. Loðsstøðir skulu tekna trygging, sum skal veita fulnað fyri ta ábyrgd, ið loðsur kann koma undir sambært § 233 í sjólógini.

Stk. 2. Loðsstøðir skulu tekna trygging, sum skal veita fulnað fyri ta ábyrgd, ið loðsur sum ráðgevi kann koma undir.

Stk. 3. Tær í stk. 1 og 2 nevndu tryggingar skulu hvør í sær í minsta lagi veita fulnað fyri upp til 5 mió. kr.

Stk. 4. Ein loðsstøð hevur á hvørjum ári skyldu til at at senda Sjóvinnustýrinum avrit av tryggingarskjølunum, undir hesum treytir og sertreytir.

Stk. 5. Tað skal ganga fram av tryggingaravtaluni, at tryggingarfelagið í sambandi við broytingar í ella uppsøgn av tryggingaravtaluni skal boða Sjóvinnustýrinum frá hesum.

 

Kapittul 5

Skrá, eftirlit o.a.

 

§ 13. Sjóvinnustýrið skrásetir góðkendar loðsar í einari skrá, og gongur tað fram av heimasíðu Sjóvinnustýrisins, hvørjir loðsar eru góðkendir.

Stk. 2. Loðsur verður strikaður úr skránni, um loðsprógvið er farið úr gildi ella er tikið aftur, sbr. § 14, stk. 3 í løgtingslóg um havnaloðsing.

 

§ 14. Loðsstøðir skulu hava innaneftirlit við hvílutíð, loðsprógvum, arbeiðsumhvørvi og royndum, og skal loðsstøðin, eftir áheitan frá Sjóvinnustýrinum, leggja fram allar skrásetingar í innaneftirlitinum.

 

§ 15. Sjóvinnustýrið kann krevja, at upplýsingar sambært hesi kunngerð verða sendar stovninum talgilt.

 

Kapittul 6

Gjald

 

§ 16. Fyri at geva út loðsprógv og fyri endurnýggjan av loðsprógvi tekur Sjóvinnustýrið 1175 kr.

Stk. 2. Fyri at geva út loðsfrítøkuskjal og fyri endurnýggjan av loðsfrítøkuskjali tekur Sjóvinnustýrið 1175 kr.

Stk. 3. Fyri eftirlit við loðsskipanini tekur Sjóvinnustýrið 470 kr. pr. tíma frá avvarðandi loðsstøð.

 

Kapittul 7

Kæra

 

§ 17. Avgerð Sjóvinnustýrisins eftir hesi kunngerð kann kærast til Vinnukærunevndina innan 4 vikur frá tí, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.

 

Kapittul 8

Revsing

 

§ 18. Við bót verður tann revsaður, ið fremur brot á § 3. Á sama hátt verður tann revsaður, sum loðsar, hóast viðkomandi ikki hevur rætt til at loðsa, og tann sum ikki letur inn loðsprógv ella loðsfrítøkuskjal samsvarandi § 2, stk. 3 og § 11, stk. 1.

Stk. 2. Loðsstøð, sum grovt ella ferð eftir ferð fremur brot á § 12, stk. 1-3 og § 15, verður revsað við bót.

Stk. 3. Løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært 5. kapitli í revsilógini.

 

Kapittul 9

Gildiskomu- og skiftisreglur

 

§ 19. Kunngerðin kemur í gildi 1. januar 2013.

Stk. 2. Persónar, sum hava eina skipsføraraútbúgving og virka sum loðsar fyri kommunurnar, tá ið kunngerðin kemur í gildi, hava í einari skiftistíð fram til 1. januar 2014 framhaldandi rætt til at virka sum loðsar. Tann 1. januar 2014 skulu krøvini til førleikar, loðsprógv v.m. sambært hesi kunngerð vera lokin, tó er kravið um at lúka dugnaskapsroynd sambært § 5 ikki galdandi fyri hesar persónar. Persónarnir verða í skiftistíðarskeiðnum fyribils skrásettir í skránni sambært § 13.

 

 

Vinnumálaráðið, 18. desember 2012

 

Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður

/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)

 

 

Fylgiskjal 1

 

Snið og innihald á loðsprógvi og loðsfrítøkuskjali

 

Loðsprógv – snið og innihald

 

 

I. Snið:

Sjóvinnustýrið tekur avgerð um sniðið á loðspróvnum.

 

II. Innihald:

Loðsprógv verður skrivað á enskum.

 

Á forsíðuni stendur:

  • tjóðarflagg
  • heiti á prógvi
  • raðnummar á prógvi
  • mynd av próvánara
  • útgávudagur
  • lokadagur
  • navn á loðsinum
  • føðingardagur hjá loðsinum
  • undirskrift hjá loðsinum
  • havnir, sum loðsprógvið fevnir um
  • møguligar avmarkingar, t.d. skipalongd og dýpd

 

Á baksíðuni stendur:

  • tilvísing til løgtingslóg um havnaloðsing
  • undirskrift frá Sjóvinnustýrinum
  • stempul
  • búmerki Sjóvinnustýrisins
  • navn, adressa, telefonnummar og teldupostur hjá Sjóvinnustýrinum

 

 

 

Loðsfrítøkuskjal – snið og innihald

 

I. Snið:

Sjóvinnustýrið tekur avgerð um sniðið á loðsfrítøkuskjalinum.

 

II. Innihald

Loðsfrítøkuskjal verður skrivað á enskum:

 

Á forsíðuni stendur:

  • tjóðarflagg
  • heiti á skjalinum
  • raðnummar á skjalinum
  • mynd av próvánara
  • útgávudagur
  • lokadagur
  • navnið á skjalánaranum
  • føðingardagur hjá skjalánaranum
  • undirskrift hjá skjalánaranum
  • havnir, ið loðsfrítøkan fevnir um
  • skipaslag og stødd, sum loðsfrítøkuskjalið er galdandi fyri
  • undirskrift frá Sjóvinnustýrinum
  • stempul
  • tilvísing til løgtingslóg um havnaloðsing

 

Á baksíðuni stendur:

  • búmerki Sjóvinnustýrisins
  • navn, adressa, telefonnummar og teldupostur hjá Sjóvinnustýrinum

 

Fylgiskjal 2

 

Skip, ið ikki kunnu sigla uttan loðs, hóast treytirnar fyri loðsfrítøku eru til staðar


Loðsfrítøkuskjal kann ikki verða nýtt í sambandi við, at hesi loðsskyldugu skip skulu í ella úr føroyskari havn:

  • Olju-, gass- og kemikaliutangaskip
  • Ferðamannaskip omanfyri 200 m
  • Atomdrivin skip
  • Skip, sum sigla við ávísum vandamiklum farmi. Undir hesa áseting koma skip, sum sigla við farmi, ið er reguleraður í INF-koduni ella í sambandi við, at siglt verður við hesum flótandi lastunum í bulk:

                  1.            Kondenseraðum gassum, sbr. IBC-koduna, kap. 19.

                  2.            Evni í dálkingarbólki X, sum regulerað í MARPOL parti Annex II, sbr. IBC-koduna, kap. 17.

                  3.            Evni í dálkingarbólki Y, sum regulerað í MARPOL parti Annex II, sbr. kap. 17, øll evni, sum eru regulerað í MARPOL parti I og evni, sum hava eitt logarmark undir 23C, tá ið skipið hevur einkultan botn og eina longd á 70 metrar ella meira.

                  4.            Evni í dálkingarbólki Y, sum eru regulerað í MARPOL parti II, sbr. IBC-koduna kap. 17, øll evni, sum eru regulerað í MARPOL parti I og evni, sum hava eitt logarmark undir 23C, tá ið skipið hevur dupultan botn, og eina longd á 90 metrar ella meira.

 

Skip, sum hava siglt við omanfyrinevndu evnum, koma eisini undir hesa áseting, um tangarnir ikki eru reinsaðir fyri hesi evni.

 



1) Broytt við løgtingslóg nr. 26 frá 23. apríl 2013.