Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. oktober 1992Nr. 153
Kunngerð um framleiðslu og útflýgging av rúsdrekka, sum seinast broytt við kunngerð nr. 114 frá 21. oktober 2015 1)
2) Við heimild í § 3, stk. 2 og 3 og § 8, stk. 2 í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. 2) 1) Framleiðsla av rúsdrekka, sum í sær hevur í mesta lagi 60 rúmprosent av alkoholi, er treytað av góðkenning smbrt. ásetingunum í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvøru v.m. og í kunngerðum, givnar við heimild í hesi lóg.
Stk. 2. Landsstýrið ásetur í loyvinum nærri reglur um eftirlit við framleiðsluni, eins og landsstýrið kann áleggja nýggjar treytir.
§ 2. Tollvaldið hevur regluligt eftirlit við bryggingini, goymsluni og útflýggingini og hava bryggjaríini skyldu til at fylgja øllum krøvum, ið eftirlitið setur viðvíkjandi brygging, goymsluhølum, útflýgging v.m.
§ 3.3) 1) 4) Loyvisnevndin kann geva føroysku bryggjaríunum loyvi at útflýggja egna framleiðslu, sum í sær hevur í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi. Loyvisnevndin kann í loyvinum áseta nærri treytir um útflýggingina, eins og álagdar kunnu verða nýggjar treytir.
§ 4. 1) Rúsdrekka, sum í sær hevur í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi, kann verða keypt beinleiðis frá útflýggingarstøðunum hjá bryggjaríunum.
Stk. 2. Vøran skal vera goldin, áðrenn hon verður útflýggjað.
§ 5. 3) Útflýggingarstøðini kunnu hava opið mánadag til fríggjadag, millum kl. 10.00 og kl. 18.00, tó ein av døgunum til kl. 19.00. Leygardag kunnu útflýggingarstøðini hava opið millum kl. 10.00 og kl. 16.00.
§ 6. Øl má ikki útflýggjast fullum fólki.
§ 7. Ikki er loyvt at útflýggja persóni yngri enn 18 ár øl. Um orsøk er at halda, at keyparin ella móttakarin er yngri enn 18 ár, skal útflýggingarstaðið krevja skjalprógv fyri aldurin.
§ 8.5) Verða treytirnar í hesi kunngerð ella treytir í loyvunum ikki hildnar, skulu loyvini til eina og hvørja tíð takast aftur.
§ 9. Henda kunngerð fær gildi 2. november 1992. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 78 frá 11. juli 1980 um brygging og útflýgging av sterkum øli, sum broytt við kunngerð nr. 86 frá 1. juli 1988.
Føroya Landsstýri, 28. oktober 1992
Marita Petersen (sign.)
landsstýriskona
/ J. Hilduberg (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 122 frá 14. september 2011, har § 2 er soljóðandi: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2011.”
2) Broytt við kunngerð nr. 6 frá 13. januar 2011.
3) Broytt við kunngerð nr. 82 frá 30. juni 2010.
4) Broytt við kunngerð nr. 114 frá 21. oktober 2015.
5) Broytt við kunngerð nr. 104 frá 11. juni 1997.