6. desember 2021Nr. 154
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Tíðaravmarkað undantak fyri landing í Føroyum)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 10. mars 2020, kunngerð nr. 40 frá 22. apríl 2021 og kunngerð nr. 127 frá 24. august 2021, verða í § 1, stk. 1 sum nr. 8 og 9 sett:
“8) Norðhavssild.
9) Makrelur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2022.
Fiskimálaráðið, 6. desember 2021
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)