Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2024Nr. 155
Kunngerð um fiskidagar í føroyskum sjógvi í 2025, sum broytt við kunngerð nr. 194 frá 5. desember 2025
1) Við heimild í § 18, stk. 1, § 19, stk. 1, 4 og 5, § 34, stk. 2, nr. 2, 4 og 10, § 38, stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023 og løgtingslóg nr. 191 frá 4. desember 2025, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin ásetir fiskidagatal fyri bólkar av fiskiførum í botnfiskaveiðu í føroyskum sjógvi í fiskiárinum 2025, reglur um brúk av fiskidøgunum, umbýti av fiskidøgum millum leiðir og veiðihættir og aðrar treytir í fiskiskapinum.
Allýsing
§ 2. Í hesi kunngerð eru innara fiskidagaleið og ytra fiskidagaleið tær leiðir, sum eru ásettar í § 20 í løgtingslógini.
Fiskidagatal
§ 3. Innan fyri hvønn av hesum bólkum av fiskiførum verður fiskidagatalið í 2025 ásett soleiðis, tó so, at lagt verður upp fyri umrokning av fiskidøgum í sambandi við avhendingar millum fiskifør:
1) Bólkur 2: Trolarar 501-3000 HK:
a) Innara fiskidagaleið: 4.064 fiskidagar.
b) Ytra fiskidagaleið: 1.435 fiskidagar.
2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 1.425 fiskidagar.
3) Bólkur 4: Útróðrarbátar 15-110 tons á veiðu við línu: 1.213 fiskidagar.
4) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons og framtøku minni enn 500 HK á veiðu við troli: 978 fiskidagar.
5) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á veiðu við húki 5.481 fiskidagar, umframt 1.327 fiskidagar markaðir til ikki fullriknar útróðrarbátar.
§ 4. Ásetta fiskidagatalið fyri hvønn bólk sær í § 3 er galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, tó undantikið fiskidagar á ytru fiskidagaleið í bólki 2. Ásetta fiskidagatalið fyri bólk 2 á ytru fiskidagaleið kann bert nýtast til fiskiskap á ytru fiskidagaleið.
Stk. 2. Ásettu fiskidagarnir fyri hvønn bólk í § 3 kunnu bert nýtast til fiskiskap við fiskifari, ið er innan fyri avmarkingarnar fyri stødd ella framtøkumegi, ið eru ásettar fyri hvønn bólkin og við tí reiðskapi, ið er tilskilaður fyri bólkin. Somuleiðis er treyt, at fiskidagarnir bert verða brúktir til fiskiskap á leiðum, har fiskifør við teimum tilskilaðu avmarkingunum fyri stødd ella framtøkumegi hava loyvi at royna.
Stk. 3. Fiskidagar, tillutaðir bólki 2, 3, 4 og 4 T sambært § 3, verða latnir sum egnir fiskidagar.
Stk. 4. Fiskidagar, tillutaðir bólki 5 sambært § 3, verða latnir sum felags fiskidagar.
Stk. 5. Fiskifar, í bólkunum sambært § 3, verður verandi í tí bólki, tað er í, og kann ikki flyta bólk, hóast tað verður mált upp av nýggjum, ella broytingar verða gjørdar, sum ávirka stødd ella framtøkumegi.
Flyting av óbrúktum døgum frá 2024
§ 5. Umframt fiskidagar sambært § 3 verða, fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2025 til 31. desember 2025, ásettir felags fiskidagar til hvønn av bólkunum í § 3, nr. 1-4 við støði í talinum av fiskidøgum, sum hvør bólkur sær ikki brúkti í fiskiárinum 2024.
Stk. 2. Fiskiførini í bólkunum í § 3, nr. 1-4 kunnu eftir 1. oktober 2025 brúka av fiskidøgunum sambært stk. 1, tá fiskidagarnir, tillutaðir fiskifarinum í fiskiloyvinum, eru brúktir.
Stk. 3. Fiskidagar, ið verða avhendir sambært reglunum um avhending av fiskidøgum, verða ikki roknaðir sum brúktir fiskidagar sambært stk. 2, uttan so at í minsta lagi sama dagatal er móttikið og brúkt.
Stk. 4. 1) Umframt fiskidagar sambært § 3, nr. 5 verða, fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2025 til 31. desember 2025, ásettir fiskidagar til bólkin við støði í talinum av fiskidøgum, sum bólkurin ikki brúkti í fiskiárinum 2024, tó í mesta lagi 10% av tillutaðu fiskidøgunum í 2024.
Umbýti av fiskidøgum millum innaru og ytru fiskidagaleið
§ 6. Ásetta fiskidagatalið fyri bólkarnar 2, 3, 4 og 4 T, galdandi fyri fiskiskap á innaru fiskidagaleið, kann býtast um til fiskiskap á ytru fiskidagaleið við lutfallinum 1:2.
Stk. 2. Skipari á fiskifari, sum flytur millum innaru og ytru fiskidagaleið, ella sum flytur millum ytru og innaru fiskidagaleið, skal boða Vørn frá á fráboðanarskipanini á heimasíðuni www.vorn.fo.
Stk. 3. Verður fiskað á ytru fiskidagaleið, uttan fráboðan til Vørn um umbýti av døgum frammanundan, verða dagarnir roknaðir av fiskidagatalinum, tillutað til fiskiskap á innaru fiskidagaleið.
Umbýti av fiskidøgum til veiðu við línu til veiðu við snellu
§ 7. Fiskifar í bólki 4 kann býta fiskidagar um til fiskiskap við snellu við lutfallinum 1:2.
Stk. 2. Umbýtið fær gildi, tá Vørn hevur fingið skrivliga fráboðan frá eigaranum av fiskifarinum um hetta.
Fiskiloyvi
§ 8. Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi, og sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.
Eygleiðari
§ 9. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Sýni og kanningar
§ 10. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
Stk. 2. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd.
Virking umborð
§ 11. Loyvt er ikki at virka veiðu umborð. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur, avhøvdaður, skráskorin ella stertur skorin av, sama hvussu hann er goymdur.
Fráboðanir
§ 12. Fiskifar, ið fiskar sambært hesi kunngerð, skal boða Vørn frá umvegis fráboðanarskipanina á heimasíðuni www.vorn.fo, og umvegis talgilda veiðidagbók, tá farið verður úr havn, og tá komið er aftur í havn.
Revsing
§ 13. Brot á §§ 11 og 12 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, ið ikki fylgir boðum sambært § 10 ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 9.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2025 og fer úr gildi 1. januar 2026.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 21. desember 2024
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)