Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. desember 2019Nr. 155
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum 1)
(MARPOL)
Við heimild í § 2, stk. 2, § 7, stk. 2, § 9, § 10, stk. 1, § 11, § 14, stk. 1, § 15, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014 verður ásett:
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri øll skip í altjóða- og heimasigling uttan mun til stødd og nýtslu og fyri stuttleikaskip yvir 24 m til longdar, uttan so, at annað er nevnt í skjølunum.
§ 2. Reiðarin skal tryggja, at manningin er kunnug við teir partar av kunngerðini og skjali 2, sum eru viðkomandi fyri at útinna starv teirra umborð.
§ 3. Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð ella ásetingarnar í skjali 2 verða revsað við sekt ella fongsul í upp til 2 ár.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 4. Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2020.
Stk. 2. Byggikrøv viðvíkjandi oljudálking frá skipum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð.
Stk. 3. Byggikrøv viðvíkjandi umsjón við skaðiligum flótandi evnum, sum verða flutt sum leysafarmur, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð.
Stk. 4. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti dálking frá skaðiligum evnum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð.
Stk. 5. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti dálking frá kloakkspillivatni, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð.
Stk. 6. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti dálking frá burturkasti frá skipum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð.
Stk. 7. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti luftdálking frá skipum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð.
Sjóvinnustýrið, 23. desember 2019
Hans Johannes á Brúgv (sign.)
/ Gunnvá S. á Lofti (sign.)
1) Fylgiskjølini eru ikki løgd út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum. Broytingarásetingar í Fráboðanum frá Sjóvinnustýrinum, sum verða kunngjørdar í kunngerðablaðnum verða ikki samanskrivaðar við upprunaásetingarnar her í logir.fo.