Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. november 2020Nr. 156
Kunngerð um gymnasialt útbúgvingarráð
Við heimild í § 13, stk. 2 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar verður ásett:
§ 1. Landsstýrismaðurin tilnevnir eitt gymnasialt útbúgvingarráð, sum skal ráðgeva landsstýrismanninum í yvirskipaðum málum og spurningum, sum viðvíkja gymnasialu útbúgvingunum.
§ 2. Uppgávan hjá ráðnum er:
1) at ráðgeva landsstýrismanninum um, hvussu útbúgvingarskipanin eigur at leggjast til rættis, soleiðis at sett mál og krøv verða nádd,
2) at fylgja við samfelagsgongdini og nýggjum vinnumøguleikum og útbúgvingarmøguleikum, og við støði í hesum gera landsstýrismanninum tilmæli um tørvin á nýggjum útbúgvingum og møguligari umskipan ella avtøku av verandi útbúgvingum,
3) at fylgja við verandi útbúgvingum og við støði í hesum gera landsstýrismanninum tilmæli um tørvin á at samskipa útbúgvingarnar betur og møguliga leggja útbúgvingar saman,
4) at geva íblástur til útbúgvingarnar, so hesar eru førar fyri at taka upp nýggj faklig og námsfrøðilig fyribrigdi, ið kunnu vera við til at menna læringina, og
5) at ráðgeva landsstýrismanninum í tilgongdini framhaldandi at tryggja, at tær gymnasialu útbúgvingarnar hava eitt fakligt støði, ið er í samsvari við gymnasialar útbúgvingar uttanfyri Føroyar.
Stk. 2. Útbúgvingarráðið skal vera við til at tryggja, at markamótini, bæði mótvegis fólkaskúlaskipanini, vinnuni og teimum hægru útbúgvingunum, eru vælskipað og greitt ásett.
§ 3. Gymnasiala útbúgvingarráðið hevur 7 limir og 7 varalimir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir fyri eitt 3 ára skeið í senn. Limirnir kunnu vera tilnevndir av nýggjum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir 3 limir og varalimir teirra beinleiðis, og við tí fyri eyga, at førleiki er í ráðnum at viðgera mál og spurningar, ið viðvíkja øllum pørtum av gymnasialu skipanini, t.e. øllum breytunum. Ein av teimum limum, ið beinleiðis verður tilnevndur av landsstýrismanninum, skal vera serkønur innan gymnasiala økið innanlands, og ein skal vera serkønur innan gymnasialar og hægri útbúgvingar uttanlands.
Stk. 3. Harumframt tilnevnir landsstýrismaðurin 4 limir og varalimir teirra eftir tilmæli frá hesum pørtum:
1) Fróðskaparsetri Føroya.
2) Vinnuhúsinum.
3) Føroya Lærarafelag.
4) Yrkisfeløgunum hjá lærarunum á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
§ 4. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin millum teir tríggjar limirnar, ið verða beinleiðis tilnevndir av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Formaðurin boðar til fundar eftir tørvi, tó skulu í minsta lagi 2 fundir vera um árið.
Stk. 3. Mentamálaráðið røkir skrivarauppgávuna í ráðnum.
§ 5. Útbúgvingarráðið ásetur sjálvt sína starvsskipan, og kann taka upp øll mál, sum ávirka gymnasialu útbúgvingarnar, og gera tilráðingar.
Stk. 2. Formaðurin kann heita á serkøn fólk at ráðgeva útbúgvingarráðnum í sínum arbeiði.
§ 6. Leiðarin á útbúgvingarstovni, sum hevur gymnasiala miðnámsútbúgvingarskipan, hevur møti- og talurætt á fundunum hjá ráðnum, men hevur ikki atkvøðurætt.
§ 7. Mentamálaráðið er skrivstova ráðsins og rindar fundarsamsýning og ferðaútreiðslur hjá limunum í útbúgvingarráðnum sambært reglum Fíggjarmálaráðsins um tænastuferðir og fundarsamsýningar.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og mentamálaráðið, 16. november 2020
Jenis av Rana (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)