Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. desember 2011Nr. 157
Kunngerð um gjald fyri uppihald á Psykiatriska depli
Við heimild í § 5, stk. 6 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 11. oktober 2011, verður ásett:
§ 1. Persónar, sum hava uppihald á Psykiatriska depli, hóast teir eru liðugt viðgjørdir, skulu, um teir fáa pensjón, gjalda fyri uppihaldið.
Stk. 2. Uppihald sbrt. stk. 1 umfatar, umframt húsaleigu, allar útreiðslur til felags húsarhald og felags kostarhald.
Stk. 3. Uppihald sbrt. stk. 1 umfatar ikki útreiðslur til persónligan tørv og til privata nýtslu, íroknað útreiðslur til heilivág.
§ 2. Gjald fyri uppihald sbrt. § 1 er 5.500 kr. um mánaðin.
Stk. 2. Goldið verður frá og við fyrsta heila mánað eftir, at viðgerðin er endað, tó í fyrsta lagi frá og við januar 2012, til og við seinasta heila mánað, áðrenn uppihaldið endar.
§ 3. Landssjúkrahúsið krevur inn og umsitur gjald fyri uppihald sbrt. § 1.
Stk. 2. Gjald fyri uppihald skal krevjast inn mánaðarliga.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2012.
Heilsumálaráðið, 15. desember 2011
Karsten Hansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)