Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. desember 2009Nr. 157
Kunngerð um skrá yvir vinnusjúkur
Við heimild í § 10, stk. 2, í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin)verður ásett:
§ 1. Ein sjúka kann viðurkennast sum vinnusjúka, sbr. lógarinnar § 10, stk. 2 um fylgjandi almennu treytir eru loknar:
1) Skaðiliga árinið skal hava eina styrki og hava vart so leingi, sum eftir læknafrøðiligum og tøkniligum royndum kann vera orsøk til sjúkuna.
2) Sjúkumyndin skal eftir læknafrøðiligum og tøkniligum royndum svara til skaðaliga árinið og sjúkuna.
3) Sjúkan má ikki við mestu sannlíkindi skyldast onnur viðurskifti enn tey vinnuligu.
Stk. 2. Haraftrat skulu serligu treytirnar, sum nevndar eru undir teimum einstøku punktunum í skránni, sbrt. fylgiskjali 1 sbr. fylgiskjal 2 vera loknar1) .
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. januar 2010 og er frá hesum degi galdandi við avgerðina av, um ein sjúka, sum er fráboðað frá 1. januar 2010, kann viðurkennast sum vinnusjúka.
Stk. 2. Teir tilburðir, sum eru hendir ella fráboðaðir innan gildiskomu, eins og tey mál, sum framvegis eru undir viðgerð, tá henda lógin kemur í gildi, verða framhaldandi viðgjørd eftir ásetingunum í kongligu fyriskipanini um vanlukkutrygging sbrt. § 84, stk. 3 í arbeiðsskaðatryggingarlógini.
Vinnumálaráðið, 17. desember 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
1) Fylgiskjøl til kunngerðina eru ikki løgd út á heimasíðuna her, men eru at finna í Føroya Kunngerðasavni A 2009 á síðu 369-387