Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. desember 2019Nr. 158
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2020, sum broytt við kunngerð nr. 120 frá 23. juli 2020
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 2, nr. 2 og 9 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski í serbúskaparøkinum hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum og í NEAFC-skipanarøkinum í altjóða sjógvi í Barentshavinum og eftir rækjum í serbúskaparøkinum hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum í 2020 sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Russiska samveldið.
Kapittul 2
Veiða eftir botnfiski
Heildarkvotur og býti av kvotunum
§ 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska 15.690 tons av toski, 1.569 tons av hýsu og 900 tons av flatfiski, íroknað hvassasprek og reyðsprøka, í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Stk. 2. Av heildarkvotunum, sambært stk. 1, verða 14.637 tons av toski, 1.464 tons av hýsu og 841 tons av flatfiski, íroknað hvassasprek og reyðsprøka, latin persóni ella felagi, sum í 2019, við fiskifari undir føroyskum flaggi, hevði rætt til fiskiloyvi at fiska eginkvotu av botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum, undantikin kvota keypt á uppboði. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 3. Av heildarkvotunum, sambært stk. 1, verða 1.053 tons av toski, 105 tons av hýsu og 59 tons av flatfiski, íroknað hvassasprek og reyðsprøka, sett av til áður seld 3 og 8 ára rættindi á uppboði.
Fiskiloyvi
§ 3. Fiskiskapur eftir botnfiski í russiskum sjógvi í Barentshavinum kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
§ 4. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Atgongd til NEAFC-skipanarøkið
§ 5. Fiskifør undir føroyskum flaggi hava í 2020 atgongd at fiska botnfisk burturav kvotunum sambært § 2, stk. 1 í NEAFC-skipanarøkinum í altjóða sjógvi í Barentshavinum.
Stk. 2. Fiskiskapur eftir botnfiski í NEAFC-skipanarøkinum í altjóða sjógvi í Barentshavinum kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap, og sum Vørn hevur váttað er á lista yvir fiskifør, sum eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 3. Skiparin skal fylgja ásetingunum í kunngerð um økisfriðingar í altjóða sjógvi í NEAFC og í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir djúphavsfiski, rækjum og øðrum fiski í altjóða sjógvi í NEAFC.
Kapittul 3
Veiða eftir rækjum
Heildarkvota og býti av kvotuni
§ 6. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska 4.500 tons av rækjum í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Stk. 2. Heildarkvotan, sambært stk. 1, verður latin persóni ella felagi, sum í 2016 fekk útskrivað fiskiloyvi til, við fiskifari undir føroyskum flaggi, at veiða rækjur í NEAFC-skipanarøkinum ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
Fiskiloyvi
§ 7. Fiskiskapur eftir rækjum í russiskum sjógvi í Barentshavinum kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
§ 8. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í russiskum sjógvi í Barentshavinum.
Kapittul 4
Loyvi frá russiskum fiskivinnumyndugleikum, eftirlitsstað og eftirlitsfólk
Loyvi frá russiskum fiskivinnumyndugleikum
§ 9. Fiskifør kunnu bert fara til fiskiskap í russiskum sjógvi, um tey hava fingið loyvi frá russiskum fiskivinnumyndugleikum. Frumrit av loyvinum skal vera umborð á fiskifarinum.
Stk. 2. Skulu broytingar gerast í loyvið frá russiskum fiskivinnumyndugleikum, sum t.d. broyting í skipaupplýsingum, fiskaslagi og kvotu, annan skipara, o.a., krevst játtan frá russiskum fiskivinnumyndugleikum. Avrit av broytingini í loyvinum skal vera umborð á fiskifarinum.
Eftirlitsstað og eftirlitsfólk
§ 10. Fiskifør skulu sigla til russiskt eftirlitsstað, áðrenn fiskiskapurin í russiskum sjógvi byrjar, og tá fiskiskapurin í russiskum sjógvi endar. Skiparin skal senda fráboðan sambært skjali 1 til russiska marknaverjueftirlitið um, at siglt verður til eftirlitsstað.
Stk. 2. Fiskifør, sum veiða í russiskum sjógvi, skulu hava eftirlitsfólk frá russiska marknaverjueftirlitinum umborð. Fiskifarið skal sigla til russiskt eftirlitsstað ella á aðra knattstøðu í russiskum sjógvi sambært góðkenning frá russiska marknaverjueftirlitinum at taka ímóti og seta av eftirlitsfólk.
Kapittul 5
Fráboðanir og umrokningarfaktorar
Fráboðanir
§ 11. Fiskifør, sum fiska í russiskum sjógvi ella eftir botnfiski í NEAFC-skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 2:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í russiskan sjógv og í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr russiskum sjógvi, og í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.
§ 12. Fiskifør skulu senda fráboðan til russiskar myndugleikar, sum ásett í skjali 3, tá tey fara inn í serbúskaparøkið hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum til fiskiskap, og tá tey fara úr økinum aftur.
Stk. 2. Fiskifør, sum veiða í russiskum sjógvi, skulu senda veiðifráboðan sambært skjali 4 til russiskar myndugleikar, sum ásett í skjali 3.
Stk. 3. Fiskifør, sum veiða botnfisk burturav atgongd sambært § 5 í NEAFC-skipanarøkinum í altjóða sjógvi í Barentshavinum, skulu hvørja viku senda veiðifráboðan sambært skjali 5 til russiskar myndugleikar, sum ásett í skjali 3.
Umrokningarfaktorar
§ 13. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt í sambandi við uppgerð av veiðu, skulu teir í stk. 2 og 3 nevndu umrokningarfaktorar nýtast.
Stk. 2. Umrokningarfaktorar fyri tosk:
1) Kruvdur, við høvdi 1,18.
2) Kruvdur, avhøvdaður, runtskorin 1,50.
3) Kruvdur, avhøvdaður, beintskorin 1,55.
4) Kruvdur, avhøvdaður, uggaskorin 1,74.
5) Flak við skræðu og beinum 2,65.
6) Flak, skrædlað, við beinum 2,84.
7) Flak, skrædlað, uttan bein 3,25.
8) Flak við skræðu, uttan bein 2,95.
9) Flak við skræðu, uttan bein, uttan búklepa 3,16.
10) Flak, skrædlað, uttan bein, uttan búklepa 3,42.
Stk. 3. Umrokningarfaktorar fyri hýsu:
1) Kruvd, við høvdi 1,14.
2) Kruvd, avhøvdað, runtskorin 1,40.
3) Kruvd, avhøvdað, uggaskorin 1,69.
4) Flak við skræðu og beinum 2,76.
5) Flak, skrædlað, við beinum 3,07.
6) Flak, skrædlað, uttan bein 3,15.
7) Flak við skræðu, uttan bein 2,80.
8) Flak við skræðu, uttan bein, uttan búklepa 3,01.
9) Flak, skrædlað, uttan bein, uttan búklepa 3,28.
Kapittul 6
Revsing og gildistíð
Revsing
§ 14. Brot á § 5, stk. 2, § 7, stk. 1 og §§ 11-13 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 3, stk. 1, § 5, stk. 2 og § 7, stk. 1 í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2020 og fer úr gildi 31. desember 2020.
Fiskimálaráðið, 30. desember 2019
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
1) Skjal 1
Russiskt eftirlitsstað og fráboðan til russiska marknaverjueftirlitið
Russiskt eftirlitsstað |
Knattstøða |
Radius |
Marknaverjuskip |
Sever 1 |
70°10’N 32°00’E |
2 fjórðingar |
Whaleboat-1 |
Sever 2 |
72°40’N 37°00’E |
2 fjórðingar |
Whaleboat-2 |
Radiokallifrekvens: 156.8 MHz (kanal 16)
Fráboðan um, at siglt verður til eftirlitsstað
1) Skiparin á føroyska fiskifarinum skal senda fráboðan til russiska marknaverjueftirlitið um, at siglt verður til eftirlitsstað 24 tímar áðrenn, fiskifarið fer inn í serbúskaparøkið hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum til fiskiskap, og 24 tímar áðrenn fiskifarið fer úr økinum aftur, eftir at fiskiskapurin endar.
Fráboðanin skal sendast til russiska marknaverjueftirlitið “Coordination division of the Border Guard Department of the Federal Security Service of the Russian Federation in the Western Arctic area”, tel: +7 8152 487582, fax +7 8152 487625 ella teldupost cc@pufsbm.ru og cc@pufsb51.ru.
Allar klokkutíðir skulu vera í UTC. Fráboðanin skal vera á enskum ella russiskum máli.
Aktive/checkpoint notification:
1. Flaggland (FRO)
2. Navn á skipinum
3. Eigari av skipinum
4. Havnarkenningarnummar hjá skipinum
5. Kallimerki hjá skipinum
6. Heimstaður hjá skipinum
7. Navn á skiparanum
8. Manningartal umborð
9. Russiskt loyvisnummar
10. Navn á russiska fiskivinnumyndugleikanum, sum hevur latið loyvið
11. Dagfesting á russiska loyvinum
12. Veiða umborð í kg rundari vekt flokkað eftir fiskasløgum í FAO kodu
13. Knattstøða, tá fiskiskapur byrjaði
14. Knattstøða og mett klokkutíð, tá fiskifarið kemur inn í serbúskaparøkið hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum
15. Navn á russiska eftirlitsstaðnum og mett klokkutíð, tá fiskifarið kemur til eftirlitsstaðið
16. Raðnummar á fráboðanini
Passive/checkpoint notification:
1. Flaggland (FRO)
2. Navn á skipinum
3. Eigari av skipinum
4. Havnarkenningarnummar hjá skipinum
5. Kallimerki hjá skipinum
6. Heimstaður hjá skipinum
7. Navn á skiparanum
8. Manningartal umborð
9. Russiskt loyvisnummar
10. Navn á russiska fiskivinnumyndugleikanum, sum hevur latið loyvið
11. Dagfesting á russiska loyvinum
12. Veiða umborð í kg rundari vekt flokkað eftir fiskasløgum í FAO kodu
13. Knattstøða, tá fiskiskapur endaði
14. Knattstøða og mett klokkutíð, tá fiskifarið fer úr serbúskaparøkinum hjá Russiska samveldinum í Barentshavinum
15. Navn á russiska eftirlitsstaðnum og mett klokkutíð, tá fiskifarið kemur til eftirlitsstaðið
16. Raðnummar á fráboðanini
Mannagongd, tá siglt verður til eftirlitsstað
2) Tá fiskifarið er 12-15 fjórðingar frá eftirlitsstaðnum, skal skiparin kalla á marknaverjuskipið við VHF sendara á rás 16, 156.8 MHz, og vátta ella broyta fráboðanina um checkpoint notification.
3) Eftirlitsfólkið á marknaverjuskipinum gevur skiparanum boð, um eftirlit skal fremjast á fiskifarinum, um eftirlitsfólk skal setast umborð/setast av fiskifarinum, ella um fiskifarið kann sigla framvið eftirlitsstaðnum, uttan at eftirlit verður framt.
4) Fær fiskifarið loyvi at sigla framvið eftirlitsstaðnum, uttan at eftirlit verður framt, skal skiparin føra hesar upplýsingar í veiðidagbókina:
a) Dato
b) Klokkutíð
c) Knattstøða hjá fiskifarinum
d) Navn á eftirlitsstaðnum
e) Navn ella nummar á marknaverjuskipinum, og navn á eftirlitsfólki, sum loyvdi fiskifarinum at sigla framvið eftirlitsstaðnum
5) Fæst samband ikki við marknaverjuskipið innan 45 minuttir, kallast skal 5. hvønn minutt, skal skiparin føra hesar upplýsingar í veiðidagbókina:
a) Dato
b) Klokkutíð
c) Knattstøða hjá fiskifarinum
d) Navn á eftirlitsstaðnum
e) Dato og klokkutíð, tá uppkallið byrjaði og endaði
Fiskifarið kann síðan sigla framvið eftirlitsstaðnum. Eftir 20 minuttir skal skiparin aftur kalla á marknaverjuskipið.
6) Fæst samband ikki við marknaverjuskipið innan 10 minuttir, kallast skal 5. hvønn minutt, skal skiparin føra hesar upplýsingar í veiðidagbókina:
a) Dato
b) Klokkutíð
c) Knattstøða hjá fiskifarinum
d) Navn á eftirlitsstaðnum
e) Dato og klokkutíð, tá uppkallið byrjaði og endaði
Skjal 2
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í russiskan sjógv. Um farið verður í NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr russiskum sjógvi. Um farið verður úr NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |
1) Skjal 3
Fráboðanir til russiskar myndugleikar
Fráboðanirnar, sambært § 12, stk. 1-3, skulu sendast til:
1. Severomorskoe Territorial Department, Murmansk, fax + 7 8152 451945 ella teldupost portcontrol@bbtu.ru,
2. Coordination division of the Border Guard Department of the Federal Security Service of the Russian Federation in the Western Arctic area, tel. +7 8152 487582, fax +7 8152 487625 ella teldupost cc@pufsbm.ru og cc@pufsb51.ru,
3. Murmansk branch of FGFI Centre of Fishery Monitoring and Communication, fax: +7 8152 474852 (snara 0) ella teldupost stat15@mrcm.ru.
Skjal 4
Veiðifráboðan til russiskar myndugleikar
Veiðifráboðan skal sendast hvønn dag við veiðinøgd undanfarna samdøgur, tíggjunda hvønn dag við veiðinøgd undanfarnu 10 dagarnar og hvønn mánað við veiðinøgd undanfarna mánað.
Avrit av hesi veiðifráboðan skal sendast til Vørn á fax +298 313981 ella teldupost vakt@vorn.fo.
Skjal 5
Veiðifráboðan til russiskar myndugleikar – veiða í NEAFC-skipanarøkinum
Veiðifráboðan skal sendast hvørja viku til Severomorskoe Territorial Department, fax + 7 8152 451945 ella teldupost portcontrol@bbtu.ru.
Avrit av hesi veiðifráboðan skal sendast til Vørn á fax +298 313981 ella teldupost vakt@vorn.fo.
CATCH REPORT
(WHEN FISHING RUSSIAN QUOTA OUTSIDE OF THE RUSSIAN EEZ)
To: Severomorskoe Territorial Department of the Federal Agency for Fisheries
Fax: +7 8152 451945
e-mail: portcontrol@bbtu.ru
Type of Report:_____________
(daily, weekly, decade, monthly)
Unique numbering from the beginning of the year_____________________
Fishing period (dates):____________________
Fishing Area |
Date and Time UTC | ||
|
Entry |
Exit | |
|
| ||
|
| ||
Vessel Name |
| ||
Registration Number |
| ||
Call Sign |
| ||
Flag state/ Port of registry |
| ||
Telephone, fax, e-mail of fishing vessel |
| ||
Ship owner |
| ||
Address, telephone, fax, e-mail of the ship owner |
| ||
Current position at time of transmission |
| ||
Date and time of transmission (UTC) |
| ||
Russian fishing Licence Nr. |
| ||
Type of fishing gear |
| ||
|
Species |
Live weight, kg |
Quota specification | ||||
Norwegian EEZ |
NEAFC Regulatory Area in the Barents sea |
Vessel quota under the Russian fishing Licence | ||||
Catch at reported period |
Accumulated catch since January, 1-st |
Catch at reported period |
Accumulated catch since January, 1-st | |||
|
|
|
|
|
|
Russian |
|
|
|
|
|
|
Russian |
|
|
|
|
|
|
Russian |
|
|
|
|
|
|
Russian |
|
|
|
|
|
|
Russian |
Remarks: |
Signature Master's Name