Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. desember 2020Nr. 159
Kunngerð um leiðslu, stýring og útveiting hjá P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag
Við heimild í § § 6, stk. 2 og § 7 í løgtingslóg nr. 53 frá 12. mai 2015 um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag.
Uppgávur og ábyrgd hjá nevndini
§ 2. Nevndin skal sum liður í yvirskipaðu og strategisku leiðsluni av P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag:
1) samtykkja politikkir og leiðreglur á øllum týðandi virkisøkjum,
2) meta um og taka avgerð um gjaldførisætlanir, týðandi atgerðir og serligar váðar,
3) meta um, hvørt stjórnin røkir sínar uppgávur á ein tryggan hátt og í samsvari við tann av landsstýrismanninum góðkenda íløgupolitikki og váðaprofili, umframt teir av nevndini samtyktu politikkir og leiðreglur til stjórnina, og góðkenna onnur størv hjá stjórnini, og
4) tryggja, at P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag hevur eina effektiva váðastýringsskipan og eina effektiva innanhýsis eftirlitsskipan.
§ 3. Nevndin skal við støði í tí góðkenda váðaprofilinum og teimum samtyktu politikkunum, undir hesum teimum av landsstýrismanninum góðkendu íløguleiðreglum, geva stjórnini skrivligar leiðreglur, sum í minsta lagi skulu innihalda:
1) karmar, ið kunnu eftirkannast, fyri, hvørjar og hvussu stórar váðar stjórnin kann leggja á P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag, og
2) meginreglurnar fyri uppgerð av teimum einstøku sløgunum av váða.
§ 4. Nevndin skal hvønn ársfjórðing lata landsstýrismanninum eina frágreiðing um tey náddu úrslitini í mun til mørkini í íløgupolitikkinum og ásetta samanberingargrundarlagnum.
Stk. 2. Nevndin skal lata landsstýrismanninum eina árliga frágreiðing, har tað verður mett um:
1) rokkin íløguúrslit í mun til fíggjarætlan,
2) úrslit í mun til ásetta samanberingargrundarlagið,
3) avrik hjá einstøku íløguumsitarunum, og
4) íløgupolitikkin og váðaprofilin sammett við gongdina í støddini á landskassaveðhaldinum.
Stk. 3. Nevndin hevur skyldu til eftir áheitan at lata landsstýrismanninum allar upplýsingar um virksemi felagsins uttan so, at hetta er brot á ófrávíkiliga lóggávu.
Stk. 4. Nevndin hevur skyldu til beinanvegin at kunna landsstýrismannin um viðurskifti í felagnum, sum kunnu hava avgerandi fíggjarliga ella politiska ávirkan á felagið, ella um viðurskifti, sum víkja frá áður givnum frágreiðingum ella ætlanum.
§ 5. Nevndin skal taka avgerð um útveiting av týðandi virkisøkjum, undir hesum KT, íløgum og roknskapi. Ábyrgdin hjá nevndini av, hvussu uppgávurnar verða loystar, kann ikki útveitast.
Stk. 2. Nevndin skal, tá ið avtalan verður gjørd, tryggja sær, at veitarin hevur neyðugan førleika og orku at røkja útveittu uppgávuna á nøktandi hátt, og undir hesum hevur kravd loyvi sambært viðkomandi lóggávu fyri tað ávísa útveitingarøkið.
Stk. 3. Nevndin skal áseta, hvussu ofta stjórnin skal lata nevndini frágreiðingar um ávísa útveitingarøkið.
Stk. 4. Nevndin skal javnan meta um, hvørt uppgávurnar verða nøktandi loystar. Um uppgávurnar ikki verða nøktandi loystar, skal nevndin skjótast gjørligt seta hóskandi tiltøk í verk.
Krøv til útveitingaravtaluna
§ 6. Tey rættindi og tær skyldur, ið P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag og veitarin hava hvør sær, skulu greitt ásetast í eini avtalu, sum í minsta lagi skal innihalda:
1) Eina greiða avmarking av teimum útveittu uppgávunum.
2) Eina greiða lýsing av teimum treytum, ið veitarin skal lúka, og hvaðani veitingin verður veitt.
3) Krøv um, at veitarin skal útinna tær útveittu uppgávurnar rættstundis og í samsvari við tey avtalaðu krøvini.
4) Krøv um, at P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag beinanvegin skal verða kunnað um øll viðurskifti, sum kunnu minka munandi um veitarans núverandi ella framtíðar førleika til ella møguleika fyri at útinna tær útveittu uppgávurnar.
5) Krøv um, at veitarin skal lata P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag frágreiðing um, hvussu uppgávurnar verða loystar. Treytirnar skulu áseta, hvat frágreiðingin skal fevna um, góðskustøði, og hvussu ofta hon skal verða latin.
6) Krøv um, at veitarin skal verja persónsupplýsingar umframt aðrar upplýsingar, ið sambært lóg eru trúnaðarupplýsingar. Henda verja skal eisini verða galdandi aftaná, at útveitingaravtalan er hildin uppat.
7) Krøv um, at veitarin hevur skyldu til at lata P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag og grannskoðarum felagsins allar neyðugar upplýsingar viðvíkjandi teimum útveittu uppgávunum.
8) Krøv um, at veitarin, tá ið útveitingaravtalan heldur uppat, uttan mun til orsøkina, loyalt og skjótast gjørligt skal hjálpa til við, at uppgávan antin verður latin einum øðrum veitara ella flutt aftur til P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag. Veitarin skal binda seg til at lata tær útveittu veitingarnar til endalig avhending er farin fram.
9) Krøv um, at P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag skal góðkenna at veitarin ella undirveitarin møguliga víðariútveitir tær útveittu uppgávurnar.
10) Krøv um, at veitarin skal boða P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag frá, tá ið ein avtala um víðariútveiting heldur uppat.
Uppgávur og ábyrgd hjá stjórnini
§ 7. Stjórnin hevur dagligu leiðsluna av felagnum um hendi í samsvari við ásetingarnar í lóggávuni, undir hesum løgtingslóg um parta- og smápartafeløg og løgtingslóg um P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag, teir av nevndini samtyktu politikkir og ásettu leiðreglur, sambært § 2, nr. 1, umframt aðrar møguligar munnligar ella skrivligar avgerðir og leiðbeiningar frá nevndini.
Stk. 2. Stjórnin skal tryggja, at teir av nevndini samtyktu politikkir og leiðreglur verða sett í verk í dagliga rakstrinum av felagnum.
Stk. 3. Stjórnin hevur skyldu til at lata víðari til nevndina tær upplýsingar, ið nevndin hevur biðið um, umframt upplýsingar, ið stjórnin metir kunnu hava týdning fyri arbeiðið hjá nevndini.
Stk. 4. Stjórnin skal gera mannagongdir fyri øll týðandi virkisøki.
Stk. 5. Stjórnin skal tryggja, at tað er leiðbeining fyri, hvørji tiltøk skulu setast í verk í sambandi við álvarsamt rakstrarólag, kt-brek og annað rakstrarólag.
Eftirlit
§ 8. Stjórnin skal tryggja, at tað leypandi verður ført eftirlit við øllum týðandi váðakendum uppgávum, undir hesum:
1) at øll mørk verða hildin, ið eru ásett av landsstýrismanninum og nevndini sambært teimum skrivligu leiðreglunum til stjórnina og mørk, sambært § 3,
2) útveiting,
3) íløguvirksemi,
4) útrokning av avsetingum, og
5) gongdini í støddini á landskassaveðhaldinum.
Stk. 2. Eftirlitið skal verða gjørt av eini aðrari eind enn teirri, ið hevur gjørt uppgávuna, soleiðis at tað slepst undan áhugamálsstríði. Hetta er tó ikki galdandi fyri eftirlit, ið bera bráð av at stemma av, at ansa eftir um mannagongdir verða hildnar, at leita eftir feilum ella líknandi, uttan so at tað í ítøkiliga førinum ikki er tryggjandi.
Rapportering
§ 9. Stjórnin skal tryggja, at tað leypandi verða latnar skrivligar og álítandi frágreiðingar til nevndina um at halda og gagnnýta mørkini fyri at taka á seg váða, sum ásett eru í leiðreglunum sambært § 3. Frágreiðingarnar skulu eisini fevna um teir váðar, ið vegna felagið verða stýrdir av íløguumsitarum.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið 2. desember 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)