Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17 desember 2009Nr. 159
Kunngerð um reglur fyri umrokning av framhaldandi árligum veitingum til eina ávísa peningaupphædd
Við heimild í § 51, stk. 2, í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógini) verður ásett:
§ 1. Ein framhaldandi veiting fyri mist vinnuføri, sbr. § 47 í arbeiðsskaðatryggingarlógini, verður umroknað til eina ávísa peningaupphædd við at falda ta árligu veitingina, tá umrokningin fer fram, við tí faktori í tabell G í viðlagda fylgiskjali1) , sum stendur tilskilaður við aldrinum á skadda, tá umrokningin fer fram.
§ 2. Ein framhaldandi veiting fyri miss av uppihaldara, sbr. § 64, stk. 1, í arbeiðsskaðatryggingarlógini, verður umroknað til eina ávísa peningaupphædd við at falda ta árligu veitingina, tá umrokningin fer fram, við tí faktori í tabell H og I í fylgiskjalinum1) , sum stendur tilskilaður við aldrinum á tí eftirsitandi og resttíðarskeiðnum, tá umrokningin fer fram. Um aldurin á tí eftirsitandi ella resttíðarskeiðið er millum ávikavist teimum aldrum og tey restár, sum eru tilskilaði í tabellini, verða tey samsvarandi millumliggjandi tølini nýtt.
§ 3. Tá ein eftirsitandi hevur rætt til endaligt endurgjald eftir § 66 í lógini, skal tann umroknaða ávísa peningaupphæddin, sum er roknað eftir § 2 í hesi kunngerð, hækkast við eini upphædd, sum verður roknað við at falda ta árligu veitingina við tí faktori í tabell K í fylgiskjalinum1) , sum stendur tilskilaður við aldrinum á skadda, tá umrokningin fer fram.
§ 4. Kunngerðin kemur í gildi tann 1. januar 2010.
Vinnumálaráðið, 17. desember 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)
1) Fylgiskjal 1 er ikki lagt út á heimasíðuna her, men er at finna í Føroya Kunngerðasavni A 2009 á síðu 391-400