Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. oktober 2025Nr. 159
Kunngerð um Heilivágsráðið
Við heimild í § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 28. apríl 2025 um heilivág verður ásett:
§ 1. Limir í Heilivágsráðnum eru:
1) Landsapotekarin.
2) Landslæknin.
3) Stjórin í Heilsutrygd.
4) Læknafakligt umboð fyri Heilsutrygd.
5) Læknafakligt umboð fyri Sjúkrahúsverkið.
Stk. 2. Heilsutrygd hevur forfólks- og samskiparaleiklutin í ráðnum.
Stk. 3. Samskiparin hevur ein fyrisitingarligan leiklut og er ikki limur í ráðnum.
§ 2. Heilivágsráðið hevur hesar uppgávur um hendi:
1) At tryggja at tilfeingi á heilivágsøkinum verður gagnnýtt sum best.
2) At kunna læknar o.o. um skynsama nýtslu av heilivági, um ávísingarmynstur, og um gongdina fyri viðgerð á heilivágsøkinum.
3) At gera vegleiðingar ella leiðreglur til læknar um nýtsluna av heilivági, t.d. ein lista um fyrstaval av heilivági á vanligum sjúkuøkjum.
4) At gera tilmælir til, ráðgeva og kunna stovnsleiðslur og myndugleikar á heilsuøkinum um mál, sum verða mett at hava fíggjarligar avleiðingar fyri landið.
5) At ráðgeva og kunna landsstýrisfólkið um mál, sum verða mett at hava týðandi fíggjarligar avleiðingar fyri landið.
6) At skráseta heilivág og seta hesar í heilivágsskránna.
§ 3. Landsapotekarin hevur høvuðsábyrgdina av at skráseta heilivág og seta hesar í heilivágsskránna sambært § 2, nr. 5.
Stk. 2. Landsdjóralæknin kann kallast inn eftir tørvi í sambandi við at skráseta heilivág.
§ 4. Arbeiðsøkið hjá Heilivágsráðnum fevnir um heilivágsútreiðslur á heilsuøkinum, undantikið útreiðslur til serstakan sjúkrahúsheilivág. Harumframt um útreiðslur til kostískoyti, hjálparráð, medisinska útgerð og annað, sum Heilsutrygd veitir stuðul til.
§ 5. Heilivágsráðið letur Heilsumálaráðnum eina frágreiðing og meting um útreiðslugongdina hálva hvørt ár.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 69 frá 26. juni 1991 um skrásetingarráð viðvíkjandi farmaseutiskum tilbúningi, sum broytt við kunngerð nr. 38 frá 6. mai 2015 úr gildi.
Heilsumálaráðið, 21. oktober 2025
Súsanna Bertholdsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)