Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mars 2007Nr. 16
Kunngerð um stuðul til at keypa bil o.a., sum broytt við kunngerð nr. 197 frá 16. desember 2020 1)
1) Við heimild í § 26, stk. 6 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:
Kapittul 1
Alment
§ 1. 1) Almannaverkið kann, eftir umsókn, veita stuðul til at keypa bil.
Stk. 2. Harafturat kann stuðul, eftir umsókn, verða latin til meirútreiðslur til vektgjald, serligan útbúnað, koyrikort o.a.
§ 2. Endamálið við stuðlinum er, at persónurin kann gerast so sjálvhjálpin sum gjørligt í gerandisdegnum.
Kapittul 2
Heilsutreytir og vinnutreytir 1)
§ 3. Stuðul til at keypa bil verður latin persóni, sum hevur varandi niðursettan førleika, ið er til munandi ampa fyri viðkomandi í samferðslu, arbeiði ella útbúgving.
§ 4. Stuðul verður bert latin, um bilurin:
1) er neyðugur fyri, at persónur kann koma til og frá arbeiði ella útbúgvingarstaði, ella
2) munandi bøtir um avleiðingarnar av niðursetta førleikanum hjá persóninum, ella
3) munandi lættir um gerandisdagin hjá persóninum.
§ 5. 1) Tá ið mett verður um heilsustøðuna hjá umsøkjara, verður støði tikið í frágreiðing frá lækna um niðursetta førleikan, framtíðarútlit viðvíkjandi sjúku ella breki, møguleikum hjá persóni at koma fram, herundir um gangifrástøðu og avmarkaðum flytføri.
§ 6. Stuðul verður ikki latin, um aldur og heildarstøða umsøkjarans gera, at hóskiligari er við øðrum flutningsskipanum, t.d. at umsøkjarin kann nýta almenn flutningsfør, tilboð frá Serflutningsskipan Landsins ella øðrum.
Stk. 2. Ger aldur og heildarstøða umsøkjarans, at ivi er um, um umsøkjarin er egnaður at føra bil, verður stuðul bert latin, um Akstovan metir viðkomandi egnaðan at føra bil.
Kapittul 3
Stuðulsásetingar og afturgjaldsskylda
§ 7. Stuðul verður játtaður til bíligasta bilin, ið kann nøkta tørvin hjá umsøkjaranum.
Stuðul til at keypa bil
§ 8. Stuðulin verður latin sum eitt rentufrítt lán, sum í mesta lagi er 180.000 kr., tó ikki meira enn bilurin kostar.
Stk. 2. Eru heilt serligar umstøður viðvíkjandi breki umsøkjarans, kann eitt rentu- og avdráttarfrítt lán veitast til at gjalda munin millum stuðul sbrt. stk. 1 og keypskostnaðin fyri at útvega ein dýrari bil.
Stk. 3. Heilt serligar umstøður sbrt. stk. 2 eru til dømis, tá:
1) niðursetti førleikin krevur útbúnað, sum einans finst ella kann setast í størri ella dýrari bil,
2) niðursetti førleikin hevur við sær, at neyðugt er við størri ella dýrari bili, av tí at ilt er at sleppa inn og út úr bilinum ella seta seg til rættis í honum ella
3) neyðugt er við størri ella dýrari bili til tess at fáa rúm fyri neyðugum hjálpartólum.
§ 9. Lán sambært § 8, stk. 1 er partvís afturgjaldsskyldugt.
Stk. 2. Er inntøka umsøkjarans ikki størri enn 3 ferðir grundupphæddina fyri ein stakan fyritíðarpensjónist, rindar umsøkjarin helvtina av láninum aftur við 1/96 um mánaðin. Hin helvtin verður niðurskrivað við 1/96 um mánaðin, frá tí at bilurin er skrásettur.
Stk. 3. Er inntøka umsøkjarans størri enn 3 ferðir grundupphæddina fyri ein stakan fyritíðarpensionist, verður afturgjaldsskyldugi parturin hækkaður við 20% av tí, sum er yvir 3 ferðir grundupphæddina fyri ein stakan fyritíðarpensjónist. Tann lánsparturin, ið verður niðurskrivaður, verður minkaður samsvarandi.
§ 10. Inntøkugrundarlagið sambært § 9, stk. 2 og 3 er skattskylduga inntøkan sambært skattalógini seinasta álíknaða inntøkuár. Skattligir frádráttir verða tó ikki íroknaðir.
Stk. 2. Er inntøka umsøkjarans, tá lánið skal nýtast, varandi økt við 20% ella varandi minkað við 5% í mun til tað uppgjørda inntøkugrundarlagið í stk. 1, er tað umsøkjarans broyttu fíggjarligu viðurskifti, ið skulu leggjast til grund fyri útrokningina í § 9, stk. 2 og 3. Broytingar í umsøkjarans fíggjarligu viðurskiftum, aftaná at lánið er nýtt, viðføra ikki broytingar í útrokningini.
§ 11. Lán til bil sambært § 8, stk. 2 verður niðurskrivað við 1/96 um mánaðin, frá tí at bilurin er skrásettur.
§ 12. Verður lán afturgoldið innan 8 ár eru liðin, verður umframt alla restskuldina eisini goldin ein lutvísur partur av avdráttarfría láninum.
Stuðul til bil, ið umsøkjari tekur við sær úr øðrum landi
§ 13. Hevur umsøkjarin fingið stuðul til bilin í øðrum landi, kann stuðul veitast sbrt. § 8, stk. 1 og 2 at gjalda útlendsku restskuldina við. Stuðulsupphæddin kann ikki verða størri enn útlendska restskuldin.
Stk. 2. 1) Harafturat kann stuðul verða latin sum rentufrítt og avdráttarfrítt lán til at rinda skrásetingargjald fyri bil, ið umsøkjarin tekur við sær úr øðrum landi, um §§ 3, 4 og 6 eru loknar.
Stk. 3. Stuðul sambært stk. 2 kann ikki vera størri enn tann upphædd, ið verður niðurskrivað, um stuðulin hevði verið ásettur sbrt. § 8, stk. 1.
Stk. 4. Lán sambært stk. 2 verður niðurskrivað við 1/72 um mánaðin, frá tí at bilurin er skrásettur í Føroyum.
Stk. 5. Ásetingarnar í §§ 12 og 15 eru somuleiðis galdandi.
Kapittul 4
Stuðul til meirútreiðslur til vektgjald
§ 14. Stuðul kann latast til meirútreiðslur til vektgjald í mun til bil við eginvekt omanfyri 1300 kg, um persónurin líkur krøvini til stuðul til at keypa bil sambært hesi kunngerð.
Stk. 2. Stuðul sambært stk. 1 verður bert latin til bíligast nøktandi bil sbrt. § 7.
§ 15. Stuðul til vektgjald sambært § 14 verður bert latin um:
1) bilurin er skrásettur sum ásett í § 24, stk. 1, nr. 3., og
2) treytirnar í § 24, stk. 1, nr. 6 - 8 eru hildnar.
Kapittul 5
Stuðul til serligan útbúnað
§ 16. Stuðul kann verða latin fyri serligan útbúnað til bilin, um útbúnaðurin ikki er ísettur á verksmiðjuni.
Stk. 2. Stuðul verður tó bert latin, um Akstovan ella heilsustøða umsøkjarans krevur serligan útbúnað til bilin.
Stk. 3. Stuðul fyri automatisk gear verður tó bert latin, um bilurin er minni enn eitt ára gamal, og útbúnaðurin er ísettur á verksmiðju.
Stk. 4. Stuðul verður bert latin, um umsøkjarin ella annað húsfólk eigur bilin.
§ 17. Stuðul til serligan útbúnað er ikki treytaður av stuðli sbrt. § 8.
§ 18. Hevur umsøkjarin fingið stuðul til serligan útbúna sbrt. § 16, skulu ganga 6 ár, áðrenn stuðul aftur verður latin fyri líknandi útbúnað.
Stk. 2. Stuðul kann tó verða latin innan 6 ár, um § 21, stk. 3, nr. 1, 2 ella 3 er uppfylt.
§ 19. 1) Serligur útbúnaður, ið er settur í bilin sbrt. § 16, er ogn hjá Almannaverkinum, og skal, um hann er egnaður til endurnýtslu, latast aftur til Almannaverkið, um bilurin verður seldur ella burturbeindur.
Kapittul 6
Stuðul til koyrikort o.a.
§ 20. Stuðul kann verða latin til læknaváttan og meirkostnað av koyrifrálæru í sambandi við stuðul til at keypa bil ella í sambandi við endurnýggjan av koyrikorti orsakað av heilsuávum, um treytirnar fyri stuðli til at keypa bil annars eru uppfyltar.
Stk. 2. Er neyðugt at nýta bil umsøkjarans í koyrifrálæruni, kann stuðul verða latin at seta útgerð til koyrilæraran í bilin, og til at taka hana úr aftur.
Kapittul 7
Útskiftan av bili
§ 21. Hevur umsøkjarin fingið stuðul til bil, kann stuðul til annan bil ikki verða latin fyrr enn 8 ár eftir, at gamli bilurin er skrásettur.
Stk. 2. Stuðul til annan bil verður tó bert latin, um Akstovan metir, at bilurin er í tílíkum standi, at hann eigur at skiftast út.
Stk. 3. Stuðul kann tó verða latin innan 8 ár, um:
1) Akstovan váttar, at bilurin eigur at verða útskiftur,
2) bilurin er vorðin vrak ella
3) bilurin er vorðin óegnaður, av tí at førleiki umsøkjarans er broyttur.
Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 1 kann stuðul verða latin eftir 6 árum, um stuðulin er latin sbrt. § 13, stk. 1.
§ 22. Verður bilurin útskiftur sbrt. § 21, stk. 3, er § 23 galdandi. Restskuldin verður avskrivað, um ikki gjaldsskái er givin sbrt. § 27, ella lánið er misrøkt sbrt. § 34.
§ 23. 1) Hevur umsøkjarin bil, ið hann hevur fingið stuðul til sbrt. § 8, stk. 1 ella § 13, stk. 1 og 2, og søkir um stuðul til nýggjan bil, skal nettovinningurin av søluni av gamla bilinum, herundir tryggingarútgjald, fara til nýggja bilin og verða drigin frá nýggja láninum sbrt. § 8, stk. 1, soleiðis at fyrst verður minkað um afturgjaldsskylduga partin.
Stk. 2. Verður stuðul latin sambært § 8, stk. 2, skal nettovinningurin tó verða drigin frá nýggja láninum sbrt. § 8, stk. 2. Loypur peningur av, verður hann drigin frá láninum sbrt. stk. 1.
Stk. 3. 1) Nettovinningurin er søluprísurin fyri bilin, tá ið sølukostnaður umframt restskuld til Almannaverkið fyri gomul lán eru drigin frá. Við útrokning av nettovinninginum kann privat skuld til ein dýrari bil enn tann játtaða, ikki dragast frá.
Kapittul 8
Stuðulstreytir
§ 24. 1) Fyri at fáa stuðul, skal:
1) umsøkjari verða heimabúgvandi,
2) lánið verða nýtt til at keypa nýggjan og óbrúktan bil,
3) bilurin verða skrásettur í navni stuðulsmóttakarans. Er umsøkjarin barn undir 18 ár, verður bilurin skrásettur í navninum hjá foreldramyndugleikainni-havaranum.
4) Akstovan skráseta bilin við tí treyt, at eigaraskiftið skal ikki vera fyrr enn 8 ár eftir skrásetingina, uttan so at Almannaverkið loyvir tí,
5) bilurin vera skrokktryggjaður fyri fult virði,
6) umsøkjarin lúka treytirnar í §§ 3, 4 og 6,
7) bilurin ikki nýtast av øðrum í longri tíð,
8) bilurin ikki verða settur ella setast í veð ella havast sum trygd fyri gjaldi, sum ikki hevur við bilin at gera, og
9) umsøkjarin halda avdráttarskylduna.
Stk. 2. Hóast ásetingarnar í stk. 1, nr. 2 kann stuðul verða latin til nýggjan og óbrúktan bil, sum umsøkjarin ella annað húsfólk hevur keypt seinasta árið. Stuðulin fær gildi, frá tí at bilurin er skrásettur fyrstu ferð.
Kapittul 9
Um stuðulsmóttakarin doyr
§ 25. Doyr stuðulsmóttakarin, fellur restskuldin av láninum sbrt. §§ 8 og 13 til gjaldingar, sbr. §§ 9, 11 og 13, stk. 4. Røkkur søluvirðið á bilinum ikki til alla skuldina, verður munurin avskrivaður.
Kapittul 10
Bil við uttanlands
§ 26. 1) Bilur, ið stuðul er fingin til, kann takast við uttanlands eftir avtalu við Almannaverkið.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann bilur takast við í feriu uttanlands í styttri tíðarskeið.
Stk. 3. 1) Verður bilurin tikin við uttanlands ímóti avgerð hjá Almannaverkinum, kann stuðulin takast aftur sbrt. § 34.
Kapittul 11
Gjaldsskái og eftirgevan av skuld
§ 27. 1) Almannaverkið ger av, um lánsgjald kann verða útsett, ella um lán kann verða eftirgivið orsakað av sjúku, arbeiðsloysi, útbúgving o.ø.
Kapittul 12
Veðhald og fyrning
§ 28. Lán sambært hesi kunngerð verða tryggjað við tinglýstum veðbrævi í leysafæi.
§ 29. Lán sambært hesi kunngerð fyrnast eftir 20 árum sambært vanligum fyrningarreglum.
§ 30. Stuðulsjáttan sambært hesi kunngerð fellur burtur, um ikki er sett á stuðulin innan 6 mánaðir eftir játtanina.
Stk. 2. 1) Almannaverkið kann tó í serligum førum leingja freistina í stk. 1.
Kapittul 13
Javning
§ 31. 1) Upphæddin í § 8, stk. 1 í hesi kunngerð og § 26, stk. 1 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur verður javnað sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.
Kapittul 14
Avgerðarmyndugleiki og kærumyndugleiki
Avgerðarmyndugleiki
§ 32. 1) Myndugleika at taka avgerð sambært hesi kunngerð hevur Almannaverkið.
Kærumyndugleiki
§ 33. 1) Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum innan 4 vikur frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá freistini í stk. 1, um serlig orsøk er til tað.
Kapittul 15
Afturtøka av stuðli
§ 34. 1) Verða treytirnar í §§ 24 og 26 ikki fylgdar, avger Almannaverkið, um stuðul sbrt. § 8, stk. 1 og 2 skal verða afturtikin.
Stk. 2. Er avgjørt at taka stuðulin aftur, skal restskuldin í láninum sbrt. § 8, stk. 1 og 2 afturgjaldast, meðan stuðulsveitingin sbrt. § 14 fellur burtur við mánaðarlok eftir tann mánaða, ið umsøkjari er kunnaður um avgerðina.
Stk. 3. 1) Er avgjørt at taka stuðul aftur, kann Almannaverkið gera eina avdráttarskipan, og eru ásetingarnar í § 27 tá somuleiðis galdandi.
Kapittul 16
Gildiskoma v.m.
§ 35. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 91 frá 22. juni 2005 um stuðul til keyp av avlamisbili sambært forsorgarlógini.
Almanna- og heilsumálaráðið, 6. mars 2007
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 197 frá 16. desember 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.”