Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. mars 2019Nr. 16
Kunngerð um ráðgevandi nevnd fyri musikkskúlaskipanina
Við heimild í § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Virkisøkið hjá ráðgevandi nevndini er at vera musikkskúlastjóranum til hjálpar at samskipa musikkundirvísingina og at tryggja regluligt og skipað samskifti og samstarv millum musikkskúlastjóran og kommunalu musikkskúlaleiðararnar.
Limir í ráðgevandi nevndini
§ 2. Í ráðgevandi nevndini fyri musikkskúlaskipanini eru allir kommunalir musikkskúlaleiðarar og musikkskúlastjórin.
Uppgávur hjá ráðgevandi nevndini
§ 3. Uppgávur nevndarinnar eru at umrøða mál, ið viðvíkja musikkskúlaskipanini so sum samstarv og samskifti millum musikkskúlar, fíggjarætlan, tímabýti og samanseting av undirvísingartilboði o.a.
Fundarskipan
§ 4. Musikkskúlastjórin er formaður í nevndini.
Stk. 2. Limir í nevndini eiga at møta á fundi og skal forfall, sum ikki er orsakað av sjúku, verða fráboðað formanninum í góðari tíð áðrenn fundin.
§ 5. Musikkskúlastjórin leiðir fundirnar. Undirvísingarstýrið útvegar skrivara til nevndina.
Stk. 2. Musikkskúlastjórin kann lata annan nevndarlim stjórna fundinum.
§ 6. Formaðurin boðar til fundar og ásetir fundartíð og fundarstað og ger fundarskrá.
Stk. 2. Fundarboðini eiga vanliga at verða givin við 14 daga freist, men kunnu vegna átrokandi umstøður verða givin við styttri freist.
Stk. 3. Limir kunnu fáa mál á skrá til umrøðu. Hesi skulu vera skrivlig og vera formanninum í hendi í seinasta lagi 4 dagar fyri fundin. Fundarskráin skal verða send nevndarlimunum í seinasta lagi 2 dagar fyri fundin.
§ 7. Nevndin eigur í minsta lagi at hava 4 fundir árliga. Annars hevur nevndin fund, tá ið musikkskúlastjórin heldur tað verða neyðugt.
Stk. 2. Formaðurin skipar fyri, at nevndarfundur verður hildin, um 3 limir krevja tað.
Stk. 3. Skrivarin ger uppskot til fundarfrásøgn frá hvørjum fundi, sum formaður og skrivari undirskriva, tá ið formaður og nevndarlimir hava góðkent hana.
Gildiskoma
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 12. mars 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)