16. februar 2012Nr. 16
Fráboðan frá løgmanni um broyting í fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan løgmans nr. 148 frá 14. november 2011 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum broytt við fráboðan nr. 14 frá 15. februar 2012, § 1, stk. 1, verður ” Løgmaður fyri fyrst, sbr. § 49, stk. 3, 2. pkt.” broytt til: “Jacob Vestergaard, fólkaflokkurin, Akrar.”
§ 2
Fráboðanin fær gildi 16. februar 2012.
Í Tinganesi, 16. februar 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)