16. februar 2021Nr. 16
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin)
(Gildi og umbýti av koyrikortum úr Stóra Bretlandi)
§ 1
Í kunngerð nr. 129 frá 26. september 2018 um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 50 frá 17. apríl 2020 og kunngerð nr. 128 frá 4. august 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 78, stk. 3 verður aftan á “Noregi” sett: “, Stóra Bretlandi”.
2. Í § 79, stk. 1, nr. 1, § 83, stk. 1, § 85, stk. 6, 1. pkt., § 88, stk. 1 og § 90, stk. 2 verður aftan á “Íslandi” sett: “, Stóra Bretlandi”.
3. Í § 85, stk. 4 og stk. 5, nr. 1 verður aftan á “Íslandi,” sett: “Stóra Bretlandi,”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 16. februar 2021
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)