Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. februar 2025Nr. 16
Kunngerð um skrá yvir áløgd trotabúsbann
Við heimild í § 169, stk. 2 í lov om konkurs, sbrt. lovbekendtgørelse nr. 444 frá 28. august 1984, sum sett í gildi við kongelig anordning nr. 183 frá 15. mars 1989, og broytt við anordning nr. 1099 frá 22. august 2023, og sambært avtalu við justitsministeren, verður ásett:
Endamál
§ 1. Skráseting Føroya førir eina skrá yvir persónar, sum eru álagdir trotabúsbann. Skráin er ikki almenn.
Stk. 2. Endamálið við skránni er at forða fyri, at persónar, sum eru álagdir trotabúsbann, verða skrásettir sum limir í leiðsluni í ávísum vinnufyritøkum, og at tryggja, at verandi skrásetingar av persónum, sum eru limir í leiðsluni, verða strikaðar, sbr. § 7.
Stk. 3. Endamálið við skránni er harafturat, at aðrir almennir myndugleikar, sbr. §§ 8 og 10-13, tá tað er neyðugt fyri at loysa uppgávur myndugleikans, skulu kunna fáa upplýsingar um, at trotabúsbann er álagt einum persóni.
Skráseting av upplýsingum
§ 2. Skiftirætturin sendir skjótast gjørligt fráboðan um álagt trotabúsbann til skránna.
Stk. 2. Fráboðað verður eftir stk. 1, tá avgerðin um trotabúsbann er endalig, sbr. § 164 í lov om konkurs.
§ 3. Skiftirætturin skal fyri hvørt trotabúsbann fráboða hesar upplýsingar:
1) P-tal ella CPR-nr. hjá persóninum, sum er álagdur trotabúsbann,
2) dagfesting fyri úrskurðinum,
3) tíðspunktið, tá endalig avgerð er tikin um trotabúsbann,
4) gildistíðin av trotabúsbanninum,
5) hvussu víðfevnt trotabúsbannið er, sbr. § 159 í lov om konkurs,
6) hvør rættur hevur tikið avgerðina, og
7) málsnummarið á avgerðini.
Stk. 2. Fyri persónar, sum ikki hava p-tal ella CPR-nr., verða fult navn, bústaður og føðingardagur fráboðað fyri hvørt einstakt trotabúsbann, ið viðkomandi fær. Um tað ikki ber til hjá skiftirættinum at fráboða teir í 1. pkt. nevndu upplýsingarnar, eigur skiftirætturin at fráboða upplýsingar um ríkisborgararættin hjá viðkomandi við føðing, eintýðugt samleikanummar frá nationalum samleikakorti, útlendinganummar ella líknandi. Skiftirætturin kann í øllum førum fráboða tær í 2. pkt. nevndu upplýsingarnar. Passnummar kann ikki nýtast í staðin fyri samleikanummar.
§ 4. Um virknaðurin av einum trotabúsbanni verður steðgaður, sbr. § 164, stk. 3 í lov om konkurs, gevur skiftirætturin boð um hetta og um tíðspunktið fyri, nær virknaðurin er steðgaður.
Stk. 2. Skiftirætturin tryggjar, at steðgurin verður settur úr gildi, um kæra ikki verður innlatin rættstundis.
Stk. 3. Skiftirætturin dagførir, sbr. § 3, ella strikar fráboðanina í skránni, tá ein nýggj avgerð er tikin í málinum.
§ 5. Upplýsingar í skránni um eitt ávíst trotabúsbann verða ikki dagførdar, tá tvey ár eru gingin frá tí, at bannið endaði. Upplýsingarnar verða tá fluttar yvir í ein dátugrunn hjá Skráseting Føroya við søguligum upplýsingum.
§ 6. Er ivi um fráboðaðu upplýsingarnar, kann Skráseting Føroya venda sær til skiftirættin.
Skráseting sum limur í leiðsluni
§ 7. Skráseting Føroya tryggjar, at tann persónurin, sum er álagdur trotabúsbann, ikki verður skrásettur sum limur í leiðsluni í einari vinnufyritøku, sum er skrásett í kt-skipan Skráseting Føroya sambært vinnufelagalóggávuni, tryggingarlóggávuni ella peningastovnslóggávuni.
Stk. 2. Verður trotabúsbann álagt einum persóni, verða verandi skrásetingar um persónin, sum limur í leiðsluni, strikaðar, sbr. stk. 1. Skráseting Føroya gevur gjøgnum Virkisskránna viðkomandi vinnufyritøku boð um hetta.
Stk. 3. Um vinnufyritøkan, sbr. stk. 1, aftaná striking sambært stk. 2 av viðkomandi persóni, ikki hevur ta sambært lóg ella reglum, ið eru ásettar sambært lóg, neyðugu leiðsluna, verður mannagongd fyri avtøku, sum er galdandi fyri viðkomandi slag av fyritøku, sett í verk.
Stk. 4. Limur í leiðsluni skal skiljast sum stjóri, nevndarlimur, limur í eftirlitsráðnum, avtøkustjóri, deildarstjóri, høvuðsumboð ella líknandi persónur, sum veruliga umsitur leiðsluheimildir, ella varafólk hjá hesum persóni.
Víðarilatan av upplýsingum
§ 8. Tá skiftirætturin hevur fráboðað skránni ein úrskurð, har álagt verður einum persóni trotabúsbann sambært § 159, 2. pkt. í lov om konkurs, letur Skráseting Føroya fráboðaðu upplýsingarnar víðari til TAKS.
Stk. 2. Um eitt trotabúsbann verður broytt, sbr. § 159, 2. pkt. ella verður steðgað, sbr. § 164, stk. 3 í lov om konkurs, boðar Skráseting Føroya TAKS frá hesum.
§ 9. TAKS tryggjar, at ein persónur, sum er álagdur trotabúsbann sambært § 159, 2. pkt. í lov om konkurs, ikki kann verða mvg-skrásettur, skrásettur sum arbeiðsgevari, skrásettur við lønarhæddaravgjaldi ella skrásettur sum vinnuligur innflytari, uttan so at viðkomandi mótvegis TAKS prógvar, at viðkomandi ikki luttekur í ella ikki væntar at luttaka í leiðsluni í viðkomandi vinnufyritøku.
Stk. 2. Er einum persóni álagt trotabúsbann sambært § 159, 2. pkt. í lov om konkurs, verða verandi mvg-skrásetingar, skrásetingar sum arbeiðsgevari, skrásetingar við lønarhæddaravgjaldi og skrásetingar sum vinnuligur innflytari, strikaðar, uttan so at viðkomandi mótvegis TAKS prógvar, at viðkomandi ikki luttekur í ella væntar at luttaka í leiðsluni í viðkomandi vinnufyritøku.
§ 10. TAKS kann biðja Skráseting Føroya um upplýsingar úr skránni um trotabúsbann, tá tað er neyðugt fyri myndugleikaútinnanina hjá TAKS.
§ 11. Løgreglan og ákæruvaldið kunnu biðja Skráseting Føroya um upplýsingar úr skránni um trotabúsbann, tá tað er neyðugt í sambandi við rannsókn í einum máli, sum er meldað til løgregluna, ella í einum revsimáli.
§ 12. Skiftirætturin kann biðja Skráseting Føroya um upplýsingar úr skránni um trotabúsbann, tá tað er neyðugt í sambandi við viðgerðina av málum í skiftirættinum.
Stk. 2. Skiftirætturin kann eftir áheitan frá einum persóni, ið stendur fyri einari endurskipan, ella frá einum bústjóra biðja um og víðarilata upplýsingar úr skránni um trotabúsbann, tá ið skiftirætturin metir, at tað er neyðugt fyri, at persónurin, ið stendur fyri endurskipanini, ella bústjórin kunnu útinna sítt starv.
§ 13. Skráseting Føroya kann heinta upplýsingar úr skránni um trotabúsbann í sambandi við mál um góðkenning av einum persóni sum góðkendur grannskoðari eftir løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir.
Stk. 2. Hevur skiftirætturin sent skránni um trotabúsbann eina fráboðan um, at ein persónur, sum er góðkendur sum løggildur ella skrásettur grannskoðari, er álagdur trotabúsbann sambært Parti III um trotabúsbann í lov om konkurs, kann Skráseting Føroya nýta tær fráboðaðu upplýsingarnar í sambandi við eftirlit viðvíkjandi § 8 b í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir.
§ 14. Skráseting Føroya útflýggjar myndugleikunum sambært §§ 10-12 upplýsingarnar skjótast gjørligt eftir, at umbønin er móttikin.
§ 15. Skráseting Føroya kann, umframt tað, ið er ásett í §§ 8 og 10-12 um víðarilatan av persónsupplýsingum, bert víðarilata persónsupplýsingar úr skránni um trotabúsbann og úr søguliga dátugrunninum, um hetta er heimilað í lóg ella reglum, ið eru ásettar við heimild í lóg.
Gildiskoma
§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2025.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 25. februar 2025
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Jóanna Djurhuus (sign.)