Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. desember 2020Nr. 160
Kunngerð um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.
(Broytt gjald fyri heimatænastu og skiftisregla)
§ 1
Í kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014 um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a., verða í samráð við kommunurnar gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 9, stk. 5 og § 18, stk. 3 í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014, verður ásett:”
2. Í § 16, stk. 2 verður “og hjúnafelaga hjá viðkomandi” strikað.
3. § 16, stk. 3 og 4 verða orðað soleiðis:
“Stk. 3. Er árliga inntøkan lægri enn 50.000 kr., verður ikki goldið fyri heimahjálp.
Stk. 4. Pensjónistur, hvørs árliga inntøka er millum 50.000 kr. og 55.000 kr., rindar 51 kr. fyri hvønn tíma. Pensjónistur, hvørs árliga inntøka er hægri enn 55.000 kr., rindar 3 kr. meir fyri hvønn tíma, hvørja ferð inntøkan hækkar við 5.000 kr.”
4. Í § 16, stk. 5 verður “hjá støkum pensjónisti” strikað.
5. § 16, stk. 6-8 og 11 verða strikað.
Stk. 9 og 10 verða eftir hetta stk. 6 og 7.
6. Aftan á § 16, men áðrenn yvirskriftina yvir § 17, verður sett:
“§ 16 a. Giftur pensjónistur sum móttekur heimahjálp, kann áðrenn 1. januar 2021 søkja um at inntøkan verður løgd saman við inntøkuni hjá hjúnafelaga, eftir áður galdandi reglum, tá ið gjaldið fyri heimahjálp verður roknað.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 148 frá 21. oktober 2020 um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.
Almannamálaráðið, 9. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)