13. desember 2018Nr. 160
Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av samsýning fyri eldri og óhjálpnum persónum
(Eftirlønargjald lagt afturat samsýningini)
§ 1
Í kunngerð nr. 127 frá 17. desember 2014 um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 4, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Samsýningin, sum er skattskyldug er kr. 10.789 um mánaðin. Afturat samsýningini verður lagt bundna eftirlønargjaldið sambært § 2 í løgtingslóg um eftirløn.”
2. § 15 verður orðað soleiðis:
“§ 15. Avgerðir, sum verða tiknar sbrt. hesi kunngerð, kunnu innan 4 vikur kærast til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum.”
3. Í § 16, stk. 1 verður “og skal endurskoðast 1 ár eftir, at kunngerðin er sett í gildi” strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2019.
Almannamálaráðið, 13. desember 2018
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)