Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. desember 2017Nr. 160
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017
(Stilling av atgongd til vinnuligar royndir í ES sjógvi)
§ 1
Í kunngerð nr. 138 frá 22. desember 2016 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 5. januar 2017, kunngerð nr. 6 frá 26. januar 2017 og við kunngerð nr. 63 frá 23. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 15 verður orðað soleiðis:
“§ 15. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, kunnu føroysk skip fiska upp til 38.576 tons í ES sjógvi og 45.029 tons í norskum sjógvi. Atgongdin at fiska kvotuna, sum kann fiskast í ávikavist norskum og ES sjógvi, verður tillutað fiskiførum í sama lutfalli sum egna árskvotan.”
2. § 16 verður orðað soleiðis:
“§ 16. Fiskiskapurin av kvotuni hjá nótaskipum, sambært § 4, stk. 1, í ES sjógvi er avmarkaður til í mesta lagi 21.281 tons og í norskum sjógvi til í mesta lagi 26.592 tons. Atgongdin at fiska kvotuna, sum kann fiskast í ávikavist norskum og ES sjógvi, verður tillutað fiskiførum í sama lutfalli sum egna árskvotan.
Stk. 2. Umframt avmarkingina í stk. 1, kann fiskiskapurin av kvotuni hjá nótaskipum, sambært § 4, stk. 1, fara fram í ES sjógvi upp til 500 tons. Hóast § 16, stk. 1 verður atgongdin at fiska sambært hesum stykki tillutað fiskiførum í bólkinum sum felags atgongd.”
3. Í § 17, stk. 2 verður “1.500 tons” broytt til: “1.000 tons”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 18. desember 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)