Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. oktobur 2025Nr. 160
Kunngerð um at veita kreditt fyri egingjaldið til heilivág
Við heimild í § 13, stk. 1 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið verður ásett:
§ 1. Í hesi kunngerð er at skilja við:
1) Tilskotsheimilaður heilivágur: Heilivágur, sum tilskot verður veitt til sambært § 13 í heilsutrygdarlógini.
2) Egingjald: Tann parturin av heilivágsútreiðslunum, sum tilskot ikki verður veitt til, sambært § 18 í heilsutrygdarlógini.
3) Egingjaldsmark: Hægsta mark fyri, hvussu nógv heilivágsbrúkari sjálvur rindar sambært § 18 í heilsutrygdarlógini.
4) Kredittskipan: Ein avtala millum Apoteksverkið og heilivágsbrúkara um at veita kreditt fyri egingjaldið í sambandi við keyp av tilskotsheimilaðum heilivági.
§ 2. Egingjaldsmarkið verður býtt í 12 eins stórar partar í kredittskipanini, sum svarar til eitt javnt býti av egingjaldsmarkinum yvir alt tilskotsárið.
§ 3. Heilivágsbrúkari skal lúka hesi krøv í sambandi við eina avtalu um kredittskipan við Apoteksverkið:
1) Heilivágsbrúkari skal hava útreiðslur til egingjaldið í sambandi við keyp av tilskotsheimilaðum heilivági.
2) Føst gjaldsavtala skal stovnast við Apoteksverkið.
3) Heilivágsbrúkari skal vera skuldafríur við atliti at Apoteksverkinum.
§ 4. Apoteksverkið kann sýta eina umbøn um at gera avtalu um kredittskipan í upp til 3 ár eftir, at heilivágsbrúkari hevur mishildið eina avtalu um kredittskipan við Apoteksverkið 3 ferðir.
§ 5. Heilivágsbrúkari kann til eina og hvørja tíð siga upp avtaluna við Apoteksverkið.
§ 6. Apoteksverkið ger upp kredittin fyri egingjaldið í sambandi við keyp av tilskotsheimilaðum heilivági og inngjøldini hjá heilivágsbrúkara við endanum av hvørjum tilskotsári ella í sambandi við, at heilivágsbrúkari sigur upp avtaluna við Apoteksverkið, sbr. § 5, og sendir heilivágsbrúkara uppgerðina.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. november 2025.
Heilsumálaráðið, 21. oktobur 2025
Súsanna Bertholdsen (sign.)
landsstýrisfólk
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)