Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. desember 2019Nr. 160
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski, rækjum o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO-skipanarøkinum í 2020, sum seinast broytt við kunngerð nr. 129 frá 7. august 2020
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 1-3 og 4, stk. 2, nr. 1-4, 6-8 og 10 og stk. 3, § 41, stk. 2, § 56, stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki og allýsingar
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski, rækjum o.ø. í NAFO-skipanarøkinum í 2020.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) NAFO: Northwest Atlantic Fisheries Organization, Fiskiveiðifelagsskapurin fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum.
2) NAFO-skipanarøkið: Tann parturin av sáttmálaøkinum hjá NAFO, sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondunum, norðan fyri 35°N og vestan fyri linju drigin eftir longdarstignum 42°V til knattstøðuna 59°N, 42°V og víðari eftir longdarstignum 44°V til strond Grønlands.
3) NAFO Conservation and Enforcement Measures, NAFO CEM: Reglur galdandi fyri fiskiskap í NAFO-skipanarøkinum, samtyktar av NAFO-sáttmálapørtum. Tøkar á heimasíðuni hjá NAFO, www.nafo.int.
4) NAFO-undirøki og NAFO-deildarøki: Sundurbýting av NAFO-skipanarøkinum við tali frá 1 til 6 og bókstavi. Kort av hesum er í NAFO CEM.
Kapittul 2
Fiskiskapur eftir toski á Flemish Cap
Kvota 1)
§ 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska í mesta lagi 1.907 tons av toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, sum eru føroysk fiskirættindi í NAFO-skipanarøkinum.
§ 3 a. 1) Umframt kvotuna í § 3 kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi fiska 355 tons av toski, sum Føroyar hava sambært býtisavtalu við ES, í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap.
Býti av kvotuni 1)
§ 4. 1) Kvotan, sambært § 3, verður latin persóni ella felagi, sum í 2020 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 19, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu. Veiðast skal við línu.
Stk. 2. 1) Kvota, sambært § 3 a, verður latin persóni ella felag, sum 31. desember 2017 hevði veiðiloyvi til veiðu eftir pelagiskum fiski í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
Fiskiloyvi
§ 5. Fiskiskapur eftir toski á Flemish Cap kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
§ 6. Skiparin skal taka sýni av veiðuni og gera kanningar av longd og vekt á toski eftir leiðbeining frá Havstovuni.
§ 7. Øll veiða av toski, fiskaður á Flemish Cap við fiskiførum undir føroyskum flaggi, skal landast um bryggjukant í Føroyum.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann veiða av toski, fiskaður á Flemish Cap, verða landað uttanlands, um veiðan verður flutt óvirkað til Føroyar, og fyrsta søla av veiðuni fer fram í Føroyum. Tá landað verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn.
Kapittul 3
Fiskiskapur eftir svartkalva og kongafiski
Heildarkvotur
§ 8. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska í mesta lagi 216 tons av svartkalva í NAFO-deildarøki 3LMNO og 69 tons av kongafiski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap.
Fiskiloyvi
§ 9. Fiskiskapur eftir svartkalva og kongafiski í NAFO-skipanarøkinum kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
§ 10. Fiskiloyvi, sambært § 9 til fiskiskap eftir kvotum sambært § 8 í NAFO-skipanarøkinum, verður latið persóni ella felagi, sum í 2019, við fiskifari undir føroyskum flaggi, hevði fiskiloyvi eftir hesum fiskasløgum í NAFO-skipanarøkinum.
Stk. 2. Fiskiskapurin eftir heildarkvotunum, sambært § 8, verður skipaður við felags árskvotu.
Kapittul 4
Fiskiskapur eftir felagskvotum fyri NAFO-sáttmálapartar
Aðrar NAFO-kvotur
§ 11. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska av kvotum, ásettar sum felagskvotur fyri NAFO-sáttmálapartar:
1) 109 tons av kongafiski í NAFO-deildarøki 3LN,
2) 100 tons av kongafiski í NAFO-deildarøki 3O,
3) 85 tons av yellowtail flounder, Limanda ferruginea, í NAFO-deildarøki 3LNO,
4) 12 tons av lállu, Glyptocephalus cynoglossus, í NAFO-deildarøki 3NO,
5) 59 tons av hvítum lýsingi, Urophycis tenuis, í NAFO-deildarøki 3NO,
6) 258 tons av skøtu, Rajidae, í NAFO-deildarøki 3LNO, og
7) 794 tons av høgguslokki, Illex, í NAFO-undirøki 3 og 4.
Fiskiloyvi
§ 12. Fiskiskapur eftir kvotum sambært § 11 í NAFO-skipanarøkinum kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
§ 13. Fiskiloyvi, sambært § 12, verður latið persóni ella felagi, sum í 2020 við fiskifari undir føroyskum flaggi hevur fingið fiskiloyvi til NAFO-skipanarøkið sambært §§ 5 ella 9 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Fiskiskapurin eftir kvotunum, sambært § 11, verður skipaður við felags árskvotu.
Kapittul 5
Fiskiskapur eftir rækjum
Veiðirættindi og býti av rættindunum
§ 14. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 veiða eftir rækjum í upp til 402 dagar í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap.
Stk. 2. Í mesta lagi 8 føroysk fiskifør kunnu vera til fiskiskap í senn eftir rækjum á Flemish Cap.
Stk. 3. Fiskidagarnir, sambært stk. 1, verða latnir persóni ella felagi, sum í 2016 fekk útskrivað fiskiloyvi til, við fiskifari undir føroyskum flaggi, at veiða rækjur í NEAFC-skipanarøkinum ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við felags fiskidøgum.
Fiskiloyvi
§ 15. Fiskiskapur eftir rækjum í NAFO-skipanarøkinum kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Leiðir
§ 16. Fiskiskapur eftir rækjum í NAFO-deildarøki 3M er eisini loyvdur í deildarøki 3L innanfyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð:
1) 47°20’0 N, 46°40’0 V
2) 47°20’0 N, 46°30’0 V
3) 46°00’0 N, 46°30’0 V
4) 46°00’0 N, 46°40’0 V
5) 47°20’0 N, 46°40’0 V
§ 17. Fiskiskapur eftir rækjum í NAFO-deildarøki 3M er bannaður frá 1. juni til 31. desember innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi røð :
1) 47°55’0 N, 45°00’0 V
2) 47°30’0 N, 44°15’0 V
3) 46°55’0 N, 44°15’0 V
4) 46°35’0 N, 44°30’0 V
5) 46°35’0 N, 45°40’0 V
6) 47°30’0 N, 45°40’0 V
7) 47°55’0 N, 45°00’0 V
Kapittul 5 a 1)
Fiskiskapur eftir øðrum fiskasløgum
§ 17 a. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska í NAFO-skipanarøkinum eftir fiskasløgum, sum ikki eru fevnd av samtyktum í NAFO, ásettar í Annex I.A ella Annex I.B í NAFO CEM.
Stk. 2. Fiskiskapur eftir øðrum fiskasløgum í NAFO-skipanarøkinum kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap. Í umsóknini skal ásetast fiskaslag, ætlanin er at veiða.
Stk. 3. 2) Veiða sambært stk. 1 kann verða landað uttanlands, um veiðan verður flutt óvirkað til Føroyar, og fyrsta søla av veiðuni fer fram í Føroyum. Tá landað verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn.
Kapittul 6
Hjáveiða, reiðskapur, minstamát o.a.
Hjáveiða
§ 18. Í beinleiðis veiði eftir toski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, kann hjáveiðan av kongafiski í mesta lagi vera 1% av samlaðu veiðuni umborð og landaðu veiðuni. Hjáveiðan av kongafiski verður roknað av kvotuni sambært § 8 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Í beinleiðis veiði eftir kongafiski í NAFO-deildarøki 3M, Flemish Cap, kann hjáveiðan av toski í mesta lagi vera 2% av samlaðu veiðuni umborð og landaðu veiðuni. Hjáveiðan av toski verður roknað av kvotuni sambært § 3 í hesi kunngerð.
§ 19. Hjáveiðan av toski í NAFO-deildarøki 3L, av kongafiski í NAFO-deildarøki 3LN og av lállu í NAFO-deildarøki 3NO í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 1.250 kg ella í mesta lagi 5% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri.
Stk. 2. Hjáveiðan av toski í NAFO-deildarøki 3NO í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 1.000 kg ella í mesta lagi 4% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri.
Stk. 3. Hjáveiðan av kongafiski í NAFO-deildarøki 3O í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 2.500 kg ella í mesta lagi 10% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri.
Stk. 4. Hjáveiðan av amerikanskari reyðsprøku, Hippoglossoides platessoides, í fiskiskapi eftir yellowtail flounder, Limanda ferruginea, í NAFO-deildarøki 3LNO kann í mesta lagi vera 15% av samlaðu veiðuni umborð.
Stk. 5. Er hjáveiðan í einum háli ella setu meira enn ásett í stk. 1-4, skal skipið flyta 10 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað ella sett varð. Er hjáveiðan í næsta háli ella setu aftur meira enn ásett í stk. 1-4, skal skipið fara úr deildarøkinum, og ikki koma inn aftur í deildarøkið fyrr enn 60 tímar seinni.
Stk. 6. Tá skipið kemur inn aftur í deildarøkið 60 tímar seinni, sambært stk. 5, kann skipið royndarhála ella seta í mesta lagi 3 tímar. Er hjáveiðan í royndarhálinum ella setuni meira enn ásett í stk. 1-4, skal skipið flyta 10 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað ella sett varð. Er hjáveiðan í næsta háli ella setu aftur meira enn ásett í stk. 1-4, skal skipið fara úr deildarøkinum, og ikki koma inn aftur í deildarøkið fyrr enn 60 tímar seinni.
Meskavídd í troli
§ 20. Í botnfiskiveiði er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 130 mm.
Stk. 2. Í beinleiðis veiði eftir kongafiski við uppsjóvartroli er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 90 mm.
Stk. 3. Í beinleiðis veiði eftir høgguslokki er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 60 mm.
Stk. 4. Í beinleiðis veiði eftir skøtu er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 280 mm í posanum og 220 mm í øðrum pørtum av trolinum.
Stk. 5. Í beinleiðis veiði eftir rækjum er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 40 mm.
Stk. 6. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir stk. 1-5, skal vera fyri seg í serligum rúmi ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
Skiljirist
§ 21. Tá roynt verður við troli eftir rækjum í NAFO-skipanarøkinum, skal trolið hava innsetta skiljirist. Skiljiristin skal í mesta lagi hava 22 mm millum rimarnar. Loyvt er ikki at brúka ovara posan í sambandi við skiljiristina.
Merking av fiskireiðskapi
§ 22. Allar boyur á faststandandi ella drívandi fiskireiðskapi, so sum lína, teinar, rúsur, gørn o.a., skulu vera merktar við havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 metur høga stongboyu við vimpli við havnarkenningarnummari.
Minstamát
§ 23. Fiskur, ið ikki stendur mát sambært skjali 1 til hesa kunngerð, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur. Veiða av undirmálsfiski er ikki loyvd, og er talið av undirmálsfiski í einum háli meiri enn 10% í tali, skal fiskifarið flyta 5 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað ella sett varð.
Kapittul 7
Eygleiðari
§ 24. Fiskifør, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skulu hava eygleiðara frá Vørn umborð. Vørn kann loyva, at eygleiðari bert er umborð 25% av tíðini, fiskifarið er í NAFO-skipanarøkinum. Vørn kann áleggja skipinum at sigla í havn ella á ávísa posisjón at taka ímóti ella seta av eygleiðara.
Stk. 2. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara frá Vørn umborð.
Stk. 3. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Kapittul 8
Fráboðanir
§ 25. Fiskifør, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 2:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NAFO-skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið fer úr NAFO-skipanarøkinum.
Stk. 2. Vørn kann áleggja skipunum at senda fráboðanir oftari enn ásett í stk. 1.
Kapittul 9
Eftirlitsfólk
§ 26. Sambært § 56, stk. 2, 1. pkt. í løgtingslógini hava eftirlitsfólk frá NAFO-sáttmálapørtum rætt at fremja eftirlit umborð á fiskiførum, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum. Eftirlitsfólk skulu hava samleikaprógv, sum er útflýggjað av NAFO.
Stk. 2. Skiparin skal síggja til, at NAFO- eftirlitsfólk kunnu fremja eftirlit sambært grein 35 í NAFO CEM.
Stk. 3. Eftirlitsfólk skulu frítt kunna nýta samskiftisútgerðina umborð í tann mun, tað er neyðugt fyri at útinna starv teirra.
Kapittul 10
Lastarrúm, lastarplanur, framleiðsludagbók og merking av pakningi
Lastarrúm
§ 27. Fiskifør, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum, skulu hava umborð tekningar yvir lastarrúm, sum eru góðkendar av Sjóvinnustýrinum ella klassingarfelag. Góðkenningin skal endurnýggjast annað hvørt ár.
Lastarplanur
§ 28. Skiparin skal føra lastarplan, sum vísir, hvar hvørt fiskaslag og vøruslag er í lastarrúminum uppgivið í nøgd, kg.
Stk. 2. Lastarplanurin skal dagførast hvønn dag fyri undanfarna samdøgur frá 0001 UTC til 2400 UTC.
Stk. 3. Lastarplanurin skal goymast umborð, til øll veiðan hjá skipinum er landað.
Stk. 4. Øll veiða, fiskað í NAFO-skipanarøkinum, skal stúgvast burtur frá veiði fiskað aðrastaðni.
Framleiðsludagbók
§ 29. Skiparin skal føra framleiðsludagbók, har fiskaslag og vøruslag er skrásett, uppgivið í nøgd, kg, og í hvørjum NAFO-deildarøki veiðan er fiskað.
Stk. 2. Framleiðslan av hvørjum fiskaslagi skal dagførast hvønn dag fyri undanfarna samdøgur frá 0001 UTC til 2400 UTC.
Stk. 3. Fyri hvørt vøruslag skal skrásetast, hvør umrokningarfaktorur er nýttur at rokna um til runda vekt.
Stk. 4. Framleiðsludagbókin skal goymast umborð, til øll veiðan hjá skipinum er landað.
Merking av pakningi
§ 30. Fiskifør, sum veiða í NAFO-skipanarøkinum, skulu merkja allan pakning við fiskavøru við:
1) navn á fiskifari,
2) fiskaslag sambært FAO 3-Alpha kodu í Annex I.C í NAFO CEM,
3) fyri rækjur, veiðidagfesting,
4) NAFO-deildarøki, og
5) vøruslag sambært FAO 3-Alpha kodu í Annex II.K í NAFO CEM.
Stk. 2. Í hvørjum pakningi, eskju, við fiskavøru skal bert vera:
1) eitt vøruslag,
2) eitt NAFO-deildarøki,
3) fyri rækjur, ein veiðidagfesting, og
4) eitt fiskaslag.
Kapittul 11
Revsireglur og gildistíð
Revsing
§ 31. Brot á § 4, 3. pkt., § 6, § 17, § 18, stk. 1, 1. pkt., § 18, stk. 2, 1. pkt., §§ 19-22, § 23, 2. pkt., §§ 24 og 25, § 26, stk. 2 og 3 og §§ 27-30 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. 1) Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært §§ 5, 9, 12, 15 og 17 a, stk. 2, 1. pkt. í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 32. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2020 og fer úr gildi 31. desember 2020.
Stk. 2. Fiskiskapurin eftir toski á Flemish Cap, sambært kapitli 2, kann ikki byrja fyrr enn 14. januar 2020.
Stk. 3. Loyvt er at fiska høgguslokk, sambært kapitli 4, frá 1. juli til og við 31. desember 2020.
Fiskimálaráðið, 30. desember 2019
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Minstamát
Minstamát á fiski
Mátini eru forklongd fyri tosk og totallongd fyri hini sløgini. Fyri avhøvdaðan og flaktan/klovnan tosk er mátið 25 cm fyri saltfisk, sum ikki er íligin.
|
Kruvdur og sløgdur við ella uttan skræðu Feskur ella ísaður, frystur ella saltaður | |||
Fiskaslag |
Rundur |
Avhøvdaður |
Avhøvdaður og uttan stert |
Avhøvdaður og flaktur/klovin |
Toskur |
41 cm |
27 cm |
22 cm |
27/25 cm |
Svartkalvi |
30 cm |
- |
- |
- |
Amerikansk reyðsprøka |
25 cm |
19 cm |
15 cm |
- |
Yellowtail flounder |
25 cm |
19 cm |
15 cm |
- |
Skjal 2
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NAFO-skipanarøkið (vestur um 42°00’ V)
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiðiøki |
RA |
NAFO deildarøki, hvagar skipið fer til fiskiskap |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt. |
Eygleiðari umborð |
OO |
Eygleiðari umborð – “Yes” ella “No” |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
NAFO Sáttmálapartur |
IR |
FRO - NAFO Sáttmálapartur Føroyar |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
NAFO deildarøki, har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað síðan seinastu veiðifráboðan (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt. |
Leigusáttmáli við NAFO Sáttmálapart |
CH |
NAFO Sáttmálapartur, um skipið er útleigað øðrum |
Fiskidagar |
DF |
Tal av fiskidøgum síðan seinastu veiðifráboðan (CAT) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) |
3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið fer úr NAFO-skipanarøkinum (eystur um 42°00’ V)
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiðiøki |
RA |
NAFO deildarøki, hvaðan skipið kemur av fiskiskapi |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað síðan seinastu veiðifráboðan, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt. |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt. |
Fiskidagar |
DF |
Tal av fiskidøgum síðan túrurin hjá skipinum byrjaði í NAFO skipanarøkinum |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) |