Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. desember 2020Nr. 161
Kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi fysioterapeuti
Við heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:
§ 1. Heilsutrygd kann rinda ískoyti til veiting frá privatstarvandi fysioterapeuti, eftir ávísing frá serlækna, sum starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum ella í kommunulæknaskipanini
Stk. 2. Er talan um persón yngri enn 18 ár, sum hevur likamligt brek ella varandi sjúku, ið hevur við sær munandi avleiðingar í gerandisdegnum, kann serlækni í pædiatri ávísa til fleiri viðgerðir, sambært sáttmálanum millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið. Tílík ávísing kann útskrivast fyri 2 ár í senn.
§ 2. Fysioterapeutisk veiting skal verða veitt samsvarandi treytunum, sum eru ásettar í sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 9. desember 2020
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)