Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. desember 2021Nr. 161
Kunngerð um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn
Við heimild í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki og ymisku málsøkini
§ 1. Føroya Kærustovnur er kærumyndugleiki fyri fyrisitingarligar avgerðir, tá ið tað er ásett í lóg, løgtingslóg ella við heimild í løgtingslóg. Harumframt tekur Føroya Kærustovnur avgerð í málum, tá ið tað er ásett í løgtingslóg.
§ 2. Kærumyndugleikin ávikavist avgerðarmyndugleikin á hesum málsøkjum er heilt ella lutvíst lagdur til Føroya Kærustovn, samanber tó § 42, stk. 2:
1) Almannamál, familjumál og heilsumál sambært § 3.
2) Skattamál og avgjaldsmál sambært § 4.
3) Lestrarstuðulsmál sambært § 5.
4) Lendismál sambært § 6.
5) Vinnumál sambært § 7.
6) Barsilsskipanarmál sambært § 8.
7) Psykiatrisk sjúklingamál sambært § 9.
8) Skuldarumskipanarmál sambært § 10.
9) Høvuðsbarnaverndarmál sambært § 11.
10) Arbeiðsloysisskipanarmál sambært § 12.
11) Tvingsilsmál sambært § 13.
Almannamál, familjumál og heilsumál
§ 3. Almannamál, familjumál og heilsumál eru kærur um avgerðir, sum Almannaverkið, Heilsutrygd, Landsapotekarin, Hjálparráðsnevndin, Tilskotsnevndin, Sjúkrahúsverkið, Familjufyrisitingin, kommunurnar, Barnaverndarstovan og barnaverndartænasturnar hava tikið sambært lóggávu í skjali 1, nr. 1.
Stk. 2. Serkøn ráðgeving í almannamálum, familjumálum og heilsumálum verður vanliga veitt av persóni, sum er:
1) lækni,
2) tannlækni,
3) sosialráðgevi,
4) barnaserkønur, ella
5) sálarfrøðingur.
Skattamál og avgjaldsmál
§ 4. Skattamál og avgjaldsmál eru kærur um avgerðir, sum TAKS, kommunalu skattakærunevndirnar, Toll- og skattaráð Føroya og Akstovan hava tikið sambært lóggávu í skjali 1, nr. 2.
Stk. 2. Serkøn ráðgeving í skattamálum og avgjaldsmálum verður vanliga veitt av persóni við serligum kunnleika til:
1) roknskaparviðurskifti,
2) fíggjarviðurskifti, ella
3) arbeiðsmarknaðarviðurskifti.
Lestrarstuðulsmál
§ 5. Lestrarstuðulsmál eru kærur um avgerðir, sum Studni hevur tikið sambært lóggávu í skjali 1, nr. 3.
Stk. 2. Serkøn ráðgeving í lestrarstuðulsmálum verður vanliga veitt av persóni við royndum sum lestrarvegleiðari.
Lendismál
§ 6. Lendismál eru kærur um avgerðir, sum kommunur ella Umhvørvisstovan hava tikið sambært lóggávu í skjali 1, nr. 4.
Stk. 2. Serkøn ráðgeving í lendismálum verður vanliga veitt av persóni, sum er:
1) byggikønur, ella
2) landmálarakønur.
Vinnumál
§ 7. Vinnumál eru kærur um avgerðir, sum Akstovan, Arbeiðseftirlitið, Umhvørvisstovan, Fjarskiftiseftirlitið, Heilsufrøðiliga starvsstovan, Kappingarráðið, Landsverk, Posteftirlitið, Skráseting Føroya, Sjóvinnustýrið og Tryggingareftirlitið hava tikið sambært lóggávu í skjali 1, nr. 5.
Stk. 2. Harumframt viðger Føroya Kærustovnur kærur eftir løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum.
Stk. 3. Serkøn ráðgeving í vinnumálum kann verða veitt av persóni, sum er serkønur í:
1) ferðslu,
2) arbeiðsumhvørvi,
3) framleiðslu, flutningi og veiting av ravmagni,
4) fjarskifti,
5) postvirksemi,
6) djórasjúkum,
7) djóralæknavirksemi,
8) haldi og innflutningi av vandamiklum djórum,
9) djóravælferð,
10) loðsvirksemi,
11) matvøruvirksemi,
12) aling,
13) kappingarvirksemi,
14) ognartøku,
15) lóggávu um landsvegir,
16) vinnufelagslóggávu,
17) ársroknskaparlóggávu,
18) grannskoðanarvirksemi,
19) tryggingarvirksemi,
20) arbeiðsmarknaðarviðurskiftum
21) vápnum, ella
22) sálarfrøði.
Barsilsskipanarmál
§ 8. Barsilsskipanarmál eru kærur um avgerðir, sum TAKS hevur tikið sambært lóggávu í skjali 1, nr. 6.
Stk. 2. Serkøn ráðgeving í barsilsskipanarmálum verður veitt av persónum við serligum kunnleika til arbeiðsmarknaðarmál, ein umboðandi løntakarar og ein umboðandi arbeiðsgevarar.
Psykiatrisk sjúklingamál
§ 9. Psykiatrisk sjúklingamál eru kærur um avgerð hjá yvirlækna at brúka tvingsli í sambandi við innlegging á psykiatrisku deild sambært lóggávu í skjali 1, nr. 7.
Stk. 2. Serkøn ráðgeving í psykiatriskum sjúklingamálum verður veitt av persóni, sum er:
1) lækni, og
2) persóni, sum hevur kunnleika til sálarsjúkuøkið, samanber § 14, stk. 2.
Stk. 3. Tey serkønu taka avgerðir í psykiatriskum sjúklingamálum saman við Føroya Kærustovni.
Skuldarumskipanarmál
§ 10. Skuldarumskipanarmál eru mál um at umskipa skuld, sambært lóggávu í skjali 1, nr. 8.
Stk. 2. Serkøn ráðgeving í skuldarumskipanarmálum verður vanliga veitt av persóni, sum er:
1) roknskaparkønur,
2) serkønur í bankavirksemi, ella
3) vinnulívskønur.
Høvuðsbarnaverndarmál
§ 11. Høvuðsbarnaverndarmál eru mál grundaði á tilmæli frá barnaverndartænastunum kring landið sambært lóggávu í skjali 1, nr. 9.
Stk. 2. Serkøn ráðgeving í høvuðsbarnaverndarmálum verður veitt av persóni, sum er:
1) sálarfrøðingur, ella
2) barnaserkønur.
Stk. 3. Tey serkønu taka avgerðir í Høvuðsbarnaverndarmálum saman við Føroya Kærustovni.
Arbeiðsloysisskipanarmál
§ 12. Arbeiðsloysisskipanarmál eru kærur um avgerðir, ið Arbeiðsloysisskipanin hevur tikið sambært lóggávu í skjali 1, nr. 10.
Stk. 2. Serkøn ráðgeving í arbeiðsloysisskipanarmálum verður veitt av persónum við serligum kunnleika til arbeiðsmarknaðarmál, ein umboðandi løntakarar og ein umboðandi arbeiðsgevarar, samanber § 14, stk. 1.
Stk. 3. Tey serkønu taka avgerðir í arbeiðsloysisskipanarmálum saman við Føroya Kærustovni.
Tvingsilsmál
§ 13. Tvingsilsmál eru mál um góðkenning av tilmælum frá Almannaverkinum og kommununum um tvingsilsinntriv sambært lóggávu í skjali 1, nr. 11. Tvingsilsmál eru eisini kærur um framd tvingsilsinntriv og ávísar avgerðir hjá myndugleikunum sambært lóggávu í skjali 1, nr. 11.
Stk. 2. Serkøn ráðgeving í tvingsilsmálum verður veitt av persóni, sum er:
1) sálarfrøðingur,
2) sjúkrarøktarfrøðingur,
3) heilsufrøðingur,
4) námsfrøðingur,
5) serlækni í psykiatri, ella
6) heilsurøktari.
Stk. 3. Viðkomandi serkøn taka avgerð í tvingsilsmálum saman við Føroya Kærustovni. Vanliga er nóg mikið at ein av teimum serkønu, nevnd í stk. 2, nr. 1-6, er við at taka avgerð.
Kapittul 2
Serkøn ráðgeving o.a.
§ 14. Er ikki annað ásett verða tey serkønu tilnevnd av Føroya Kærustovni, har tað ber til eftir tilmæli frá avvarandi yrkisfelag, og fyri eitt 3 ára tíðarskeið í senn.
Stk. 2. Í psykiatriskum málum sambært § 9 verður serkønur við kunnleika til sálarsjúkuøkið tilnevndur eftir tilmæli frá Sinnisbata.
§ 15. Yvirlit yvir serkøn verður lagt á heimasíðuna hjá Føroya Kærustovni. Føroya Kærustovnur kann eisini tilnevna onnur serkøn ella leita sær serkøna hjálp frá onkrum, sum ikki stendur í yvirlitinum, t.d. um ógegni ger, at tey serkønu á yvirlitinum ikki kunnu vera við í ítøkuligu viðgerðini.
§ 16. Tey serkønu verða knýtt at Føroya Kærustovni og ikki teimum einstøku økjunum, og kunnu nýtast til øll sløg av málum, um tað verður mett gagnligt ella neyðugt.
Kapittul 3
Setan av Føroya Kærustovni
Avgerð við trimum løgfrøðingum
§ 17. Føroya Kærustovnur verður settur við stjóranum og tveimum løgfrøðingum. Stjórin kann lata hesa heimild til annan royndan løgfrøðing á Føroya Kærustovni.
Avgerð við fimm løgfrøðingum
§ 18. Í serligum førum kann stjórin gera av, at Føroya Kærustovnur verður settur við stjóranum og fýra løgfrøðingum.
Stk. 2. Er talan um mál á einum øki, har tey serkønu altíð eru við at taka avgerð, taka tey serkønu eisini avgerð saman við teimum fimm løgfrøðingunum.
Stk. 3. Reglurnar í § 20 verða í øðrum førum enn ásett í stk. 2 brúktar á sama hátt viðvíkjandi spurninginum, um serkøn skulu vera við í viðgerðini.
Avgerðir við serkønum
§ 19. Leikluturin hjá teimum serkønu er sum útgangsstøðið at ráðgeva løgfrøðingunum á Føroya Kærustovni í sambandi við fyrireikingina av einstøkum málum.
§ 20. Í málum, har serkunnleiki verður mettur neyðugur fyri viðgerðina, verður Føroya Kærustovnur settur við stjóranum og einum ella tveimum løgfrøðingum umframt einum ella tveimum viðkomandi serkønum.
§ 21. Avgerðir um kærufreist, avgerðarheimild, uppafturtøku, partsstøðu og steðgandi virknað verða sum meginregla tiknar av Føroya Kærustovni, men tey serkønu kunnu verða biðin um at veita ráðgeving í tann mun, tað verður mett gagnligt ella neyðugt.
Stjórin tekur avgerð
§ 22. Stjórin kann taka avgerð um steðgandi virknað, tá avgerð ikki tolir at bíða. Stjórin kann eisini taka avgerð um uppafturtøku, kærufreist, avgerðarheimild og partstøðu, tá ið hetta er ivaleyst.
Stk. 2. Hevur mál sambært stk. 1 grundleggjandi týdning, skal Føroya Kærustovnur setast.
Stk. 3. Stjórin kann heimilað øðrum løgfrøðingi á stovninum at taka avgerðir sambært stk. 1.
Stk. 4. Stjórin ger av, um mál skulu viðgerast eftir §§ 17, 18 og 20, og hvør mannar Føroya Kærustovn í einstøku málunum. Stjórin kann gera av, at mál, sum byrjar sum vanlig viðgerð eftir § 17, skal flytast til viðgerð sambært §§ 18 ella 20.
Innanhýsis val og samanseting av Føroya Kærustovni í einstøku málunum
§ 23. Tá ið Føroya Kærustovnur verður settur, er stjórin fastur limur, umframt løgfrøðingurin, sum hevur fyrireikað málið. Stjórin kann lata annan royndan løgfrøðing á Føroya Kærustovni taka sæti í avgerðarbólkinum sína vegna. Ein triði løgfrøðingur verður valdur at taka sæti í Føroya Kærustovni.
Stk. 2. Umframt løgfrøðingin, sum hevur fyrireikað málið, skal ein løgfrøðingur við royndum vera til staðar, tá ið Føroya Kærustovnur verður settur. Er løgfrøðingurin, sum hevur fyrireikað málið, royndur løgfrøðingur, er tað ikki neyðugt, at hinir løgfrøðingarnir hava royndir.
Kapittul 4
Avgerðarmannagongdin
Fyrireiking av málum
§ 24. Tá ið mál er innkomið til Føroya Kærustovn, syrgir Føroya Kærustovnur fyri, at málið verður upplýst soleiðis, at tað er klárt til støðutakan.
Kærumál
§ 25. Innkomin kæra verður send til myndugleikan, sum hevur tikið avgerð, og biðið verður um ummæli og allar upplýsingar, sum hava verið grundarlag undir avgerðini.
Stk. 2. Skjøl móttikin sambært stk. 1 verða send pørtunum til ummælis. Føroya Kærustovnur kann áseta eina hóskandi freist fyri, nær umbidnu upplýsingarnar skulu verða Føroya Kærustovni í hendi.
Stk. 3. Føroya Kærustovnur kann eisini fáa til vega upplýsingar frá øðrum, um hetta verður mett neyðugt.
Stk. 4. Tá mett verður, at tær upplýsingar, sum skulu til fyri at gera eina lýsing av málinum, eru innkomnar, ger Føroya Kærustovnur málið klárt til støðutakan.
Viðgerð av øðrum málum
§ 26. Í øðrum avgerðarmálum skal Føroya Kærustovnur tryggja, at allar neyðugar upplýsingar verða fingnar til vega frá viðkomandi myndugleikum o.ø., so haldgott grundarlag er at taka støðu til málið.
Serligar málviðgerðarreglur
§ 27. Eru serligar ásetingar um málsgongd á ávísum økjum ásettar í lóg, løgtingslóg ella kunngerð, eru tær galdandi fram um málsviðgerarreglurnar í hesi kunngerð.
Skrivlig viðgerð og rætt at møta
§ 28. Viðgerðin hjá Føroya Kærustovni er skrivlig.
Stk. 2. Kærarin og tann myndugleiki, ið hevur tikið ta innkærdu avgerðina, hava møguleika at møta á fundi við Føroya Kærustovn, og fáa høvi at bera fram áskoðan sína munnliga fyri setta Føroya Kærustovn.
Stk. 3. Føroya Kærustovnur vegleiðir kæraran um henda rætt.
Stk. 4. Stjórin kann gera av, at avgerð um steðgandi virknað, uppafturtøku, kærufreist, avgerðarheimild og partstøðu verður tikin, uttan at kærarin og myndugleikin hava møguleika at møta á fundi við Føroya Kærustovn.
§ 29. Um mál er greitt til viðgerð, men av kærarans ella umsøkjarans ávum dregur óneyðugt út, kann Føroya Kærustovnur fremja málið, uttan at kærarin ella umsøkjarin møtir.
Tilnevning av løgfrøðingum og serkønum
§ 30. Stjórin tilnevnir løgfrøðingar og møgulig serkøn, sum skulu viðgera og taka avgerð í málinum. Stjórin ger eisini av, hvør skal leiða fundin.
Avgerðarfundir
§ 31. Føroya Kærustovnur tekur avgerð á fundi.
Stk. 2. Um kærarin hevur sagt frá, at hann ynskir at møta, verður hann kallaður inn til fund í minsta lagi 2 vikur frammanundan, at fundurin ætlandi skal verða hildin. Samstundis verður viðkomandi myndugleiki kallaður inn. Kærarin kann, nær tað skal verða, boða frá, at hann tekur aftur ynskið um at møta.
Stk. 3. Samstundis sum kærarin verður innkallaður eftir stk. 2, eigur tað at verða upplýst, hvør mannar Føroya Kærustovn í málinum, og hvør serkønur er við ella hevur verið við í fyrireikingini av málinum.
Stk. 4. Um kærarin ikki møtir á fundinum, verður málið viðgjørt, um ikki serlig viðurskifti gera seg galdandi.
§ 32. Avgerðin hjá setta Føroya Kærustovni kann vera at staðfesta, broyta, partvís broyta ella heimvísa avgerðina. Eisini kann verða gjørt av at útseta málið til nærri kanningar, um t.d. upplýsingar ella frágreiðingar, sum komu fram á fundinum, geva høvi til tess.
§ 33. Fundirnir eru ikki almennir, og ljóðupptøka ella filmsupptøka av fundinum má heldur ikki gerast.
§ 34. Avgerðirnar verða tiknar við vanligum meiriluta. Tilmæli til avgerð verður roknað sum samtykt uttan atkvøðugreiðslu, tá ið stjórin ikki heldur tað vera neyðugt at atkvøða, og ongin løgfrøðingur ella serkønur krevur atkvøðugreiðslu.
§ 35. Reglurnar í §§ 31, 33 og 34 verða brúktar á sama hátt viðvíkjandi avgerð av øðrum málum enn kærur, samanber § 26.
Fundarbók
§ 36. Fundarbók verður førd av Føroya Kærustovni og góðkend av stjóranum. Í fundarbókini skal verða upplýst, hvønn dag fundur er hildin, og nær fundurin byrjar og endar, hvørji mál verða viðgjørd á fundinum við neyðugum frámerki, hvør avgerð er tikin, og hvør var til staðar á fundinum.
§ 37. Er ikki full semja um avgerðir hjá setta Føroya Kærustovni í einum máli, skulu tey, ið eru komin til aðra niðurstøðu í málinum, hava loyvi til at fáa sína støðu skrivaða í fundarbókina, tá ið biðið verður um tað.
§ 38. Um onkur í setta Føroya Kærustovni verður mettur at vera ógegnigur sambært løgtingslóg um fyrisitingarlóg, og tí ikki sleppur at taka lut í viðgerðini og endaligu avgerðini av einum máli, skal hetta skrivast í fundarbókina. Tann, ið er mettur ógegnigur, kann, um hann mótmælir avgerðina, krevja at fáa sítt mótmæli móti avgerðini hjá setta Føroya Kærustovni um sítt ógegni skrivað í fundarbókina.
§ 39. Tá fundurin er lokin, skal fundarbókin skrivast undir av øllum luttakandi løgfrøðingunum og møguligum serkønum á fundinum. Eingin kann við at vísa sína serstøðu í einum máli sýta fyri at undirskriva fundarbókina.
Kapittul 5
Setan av bráðfeingisstjóra um stjórin á Føroya Kærustovni er ógegnigur
§ 40. Er stjórin ógegningur í einum máli, verður ein bráðfeingisstjóri tilnevndur í málinum. Bráðfeingisstjórin skal vera løgfrøðingur og vera kønur í fyrisitingarrætti.
Stk. 2. Sum bráðfeingisstjóri kann tilnevnast:
1) løgfrøðingur á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya,
2) deildarstjórin ella løgfrøðingur á lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni, ella
3) annar royndur fyrisitingarkønur løgfrøðingur.
Stk. 3. Føroya Kærustovnur ger eitt yvirlit yvir skikkaðar bráðfeingisstjórar, so hesir eru tøkir, tá ið neyðugt er við bráðfeingisstjóra.
Stk. 4. Viðkomandi løgfrøðingar á Føroya Kærustovni fyrireika málið saman við møguligum serkønum, og bráðfeingisstjórin tekur avgerð saman við løgfrøðingunum og serkønum.
Kapittul 6
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 41. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2022.
Stk. 2. Inntil allar kærunevndir og nevndir sambært § 16 í løgtingslógini eru tiknar av, virkar Føroya Kærustovnur í skiftistíðarskeiðnum til 1. januar 2024 sum skrivstova hjá hesum kærunevndum og nevndum sambært higartil galdandi reglum.
Løgmansskrivstovan, 14. desember 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ John Rajani (sign.)
Skjal 1
Yvirlit yvir lóggávu á ymisku málsøkjunum
1. Yvirlit yvir lóggávu, sum er at rokna sum almannamál, familjumál og heilsumál, samanber § 3, stk. 1.
1.1. Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.
1.2. Løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.
1.3. Løgtingslóg um sjúkrahúsverkið.
1.4. Løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt.
1.5. Løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
1.6. Løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
1.7. Løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin), tó ikki avgerðir hjá Høvuðsbarnaverndini.
1.8. Løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima.
1.9. Løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
1.10. Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl.
1.11. Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.
1.12. Løgtingslóg um ættleiðingarstuðul.
1.13. Løgtingslóg um heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin).
1.14. Løgtingslóg um familjuískoyti.
1.15. Løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
1.16. Løgtingslóg um ættleiðing (Ættleiðingarlógin).
1.17. Lov om Ægteskabets Retsvirkninger.
1.18. Lov om Bevarelse af Enkepensionsret ved Separation og Skilsmisse.
1.19. Lov om borteblevne.
1.20. Lov om børns retsstilling.
1.21. Lov om inddrivelse af underholdsbidrag.
1.22. Arveloven.
1.23. Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning.
1.24. Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær.
1.25. Anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven, sbr. § 51 a.
2. Yvirlit yvir lóggávu, sum er at rokna sum skattamál og avgjaldsmál, samanber § 4, stk. 1.
2.1. Løgtingslóg um Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
2.2. Løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
2.3. Løgtingslóg um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi við komu til Føroyar.
2.4. Løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m. (Avskrivingarlógin).
2.5. Løgtingslóg um bókhald (Bókhaldslógin).
2.6. Løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
2.7. Løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.
2.8. Løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald.
2.9. Løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin).
2.10. Løgtingslóg um eydnuspæl v.m.
2.11. Løgtingslóg um ferðagjald.
2.12. Løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.
2.13. Løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi.
2.14. Løgtingslóg um frítíð við løn.
2.15. Løgtingslóg um íløgugrunnar.
2.16. Løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin).
2.17. Løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin).
2.18. Løgtingslóg at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).
2.19. Løgtingslóg um lønarhæddaravgjald.
2.20. Lov om Forældelse af visse Fordringer.
2.21. Løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu.
2.22. Løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin).
2.23. Løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum.
2.24. Løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.
2.25. Løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum.
2.26. Løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.
2.27. Løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin).
2.28. Løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum.
2.29. Løgtingslóg um umhvørvisgjald á smyrjiolju.
2.30. Løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting.
2.31. Løgtingslóg um toll.
2.32. Løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin).
2.33. Løgtingslóg um umskipan av persónliga riknum vinnuvirki til partafelag.
2.34. Løgtingslóg um skráseting av útflutningi av vørum.
3. Yvirlit yvir lóggávu, sum er at rokna sum lestrarstuðulsmál, samanber § 5, stk. 1.
3.1. Løgtingslóg um lestrarstuðul.
4. Yvirlit yvir lóggávu, sum er at rokna sum lendismál, samanber § 6, stk. 1.
4.1. Løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir.
4.2. Løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.
4.3. Løgtingslóg um tinglýsing.
4.4. Lov om Forpligtelse til Jords Afgivelse til offentlige Veje, Havne og Landingssteder, samt til offentlige Skoler på Færøerne.
4.5. Løgtingslóg um eigaraíbúðir.
4.6. Løgtingslóg um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin).
4.7. Løgtingslóg um tinglýsingaravgjald.
4.8. Løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.
5. Yvirlit yvir lóggávu, sum er at rokna sum vinnumál, samanber § 7, stk. 1.
5.1. Løgtingslóg um ferðslu.
5.2. Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi.
5.3. Løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin).
5.4. Løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin).
5.5. Løgtingslóg um matvørur v.m.
5.6. Løgtingslóg um aling av fiski v.m.
5.7. Løgtingslóg um djórasjúkur.
5.8. Løgtingslóg um djóralæknavirksemi v.m.
5.9. Løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin).
5.10. Løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø.
5.11. Løgtingslóg um kapping.
5.12. Løgtingslóg um landsvegir.
5.13. Løgtingslóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál.
5.14. Løgtingslóg um postvirksemi.
5.15. Løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin).
5.16. Anordning om ikrafttræden for Færøerne af årsregnskabsloven (Ársroknskaparlógin).
5.17. Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde.
5.18. Løgtingslóg um vinnu.
5.19. Løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin).
5.20. Kunngerð um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal v.m.
5.21. Løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
5.22. Kunngerð um vápnaprógv.
5.23. Løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum.
5.24. Løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð.
5.25. Løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði v.m.
5.26. Løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin).
5.27. Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om betalinger.
6. Yvirlit yvir lóggávu, sum er at rokna sum barsilsskipanarsmál, samanber § 8, stk. 1.
6.1. Løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin).
7. Yvirlit yvir lóggávu, sum er at rokna sum psykiatrisk sjúklingamál, samanber § 9, stk. 1.
6.1. Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien.
8. Yvirlit yvir lóggávu, sum er at rokna sum skuldarumskipanarmál, samanber § 10, stk. 1.
8.1. Løgtingslóg um umskipan av landsskatta-, mvg, og tollskuld v.m. hjá fólki (Skuldarumskipanarlógin).
9. Yvirlit yvir lóggávu, sum er at rokna høvuðsbarnaverndarmál, samanber § 11, stk. 1.
9.1. Løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin).
10. Yvirlit yvir lóggávu, sum er at rokna sum arbeiðsloysisskipanarmál, samanber § 12, stk. 1.
10.1. Løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin).
11. Yvirlit yvir lóggávu, sum er at rokna tvingsilsmál, samanber § 13, stk. 1.
11.1. Løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin).
11.2. Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.