Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
17. desember 2009Nr. 161
Kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum
Við heimild í § 16, stk. 4 og § 20 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, verður ásett:
Fiskavirkisskipanin
§ 1. Fiskavirkisskipanin verður í hesi kunngerð nýtt sum hugtak fyri ta skipan, sum fevnir um rættindi og skyldur hjá teimum fiskavirkjum og persónum, sum koma undir treytirnar í hesi kunngerð.
Fiskavirki
§ 2. Fiskavirki skulu fyri at vera fevnd av hesi kunngerð:
1) Støðugt fáast við tilvirking av fiski ella fiskaúrdráttum, sí stk. 3-4,
2) hava løggilding ella samsvarandi góðkenning frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni til tilvirking av fiski,
3) hava upplýst Arbeiðsloysisskipanini um ætlaða talið av starvsfólkum, knýtt at fiskavirkisskipanini, og skal upplýsta talið av starvsfólkum ikki vera hægri enn samsvarandi tilvirkingarorkuni hjá virkinum, vanligu framleiðslutíð virkisins.
Stk. 2. Fiskavirkið hevur skyldu at boða Arbeiðsloysisskipanini frá øllum broytingum, sum viðvíkja ásetingunum í stk. 1.
Stk. 3. Talan kann vera um fleiri tíðarskeið, fiskavirkið hevur støðuga tilvirking í einum ári. Hesi tíðarskeið skulu í minsta lagi ætlast at vara 6 mánaðir innan næsta 12 mánaða skeiðið, og hvørt tíðarskeið skal ætlast at vara longur enn 2 mánaðir.
Stk. 4. Fiskavirki, ið eftir ætlan bert tilvirkar fisk ávísar dagar í vikuni, er ikki fevnt av hesi kunngerð tann part av vikuni, tá ongin tilvirking er.
Umsókn um at koma undir fiskavirkisskipanina
§ 3. Fiskavirkið skal senda Arbeiðsloysisskipanini skrivliga umsókn um at koma undir fiskavirkisskipanina saman við skjalprógvum fyri § 2, nr. 1 - 3.
Stk. 2. Fiskavirkið skal harumframt fylla út og undirskriva serligt umsóknarblað frá Arbeiðsloysisskipanini, sum við neyðugum upplýsingum skal vera Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at fiskavirkið hevur latið Arbeiðsloysisskipanini umsókn, sambært stk. 1. Annars fellur umsóknin burtur.
Stk. 3. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini sambært stk. 2.
Arbeiðsleysur á fiskavirki
§ 4. Arbeiðsleysur á fiskavirki er tann, sum:
1) Hevur setanarligt tilknýti til fiskavirki, sum lýkur treytirnar í § 2,
2) vegna tíðarbundnan steðg á fiskavirkinum verður sendur heim. Tíðarbundin steðgur er í hesi kunngerð at skilja sum steðgur, ið er íkomin vegna tørvandi feska rávøru ella aðrar líknandi umstøður, sí tó § 2, stk. 3 og 4, umframt steðgur á fiskavirkinum av øðrum orsøkum, har viðkomandi verður sendur heim í mesta lagi tvær vikur, og
3) ikki heldur frí frá arbeiðinum.
Stk. 2. Persónur kemur ikki undir at vera arbeiðsleysur á fiskavirki, tá viðkomandi:
1) Er undir útbúgving í normalarbeiðstíðini,
2) er sjálvstøðugur vinnurekandi sambært kunngerð um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi,
3) hevur setanarligt tilknýti til aðrar arbeiðsgevarar í meira enn 10 tímar um vikuna,
4) fær arbeiðsloysisstuðul annars, ella
5) kemur undir ásetingarnar í § 5, stk. 2 ella § 8, stk. 3.
Stk. 3. Hjá persóni, sum sambært avtalu við fiskavirkið ikki arbeiðir fulla tíð, verða tímarnir, nevndir í stk. 2, nr. 3, ásettir lutfalsliga hægri. Fyri arbeiðsleys á fiskavirki, ið koma undir treytirnar í § 2, stk. 4, verða tímarnir, nevndir í stk. 2, nr. 3, somuleiðis ásettir lutfalsliga hægri.
Rætt til útgjald
§ 5. Arbeiðsleysur á fiskavirki hevur rætt til arbeiðsloysisstuðul, tá viðkomandi:
1) Hevur latið Arbeiðsloysisskipanini skrivliga umsókn,
2) lýkur ásetingarnar í § 4,
3) er fyltur 16 ár, men ikki 67 ár,
4) hevur bústað og er í Føroyum, og
5) er tøkur sambært § 3 í kunngerðini um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli.
Stk. 2. Um tann arbeiðsleysi í 8 vikur á rað ikki hevur havt arbeiðstímar á tí fiskavirki, viðkomandi hevur tilknýti til, verður viðkomandi ikki roknaður sum arbeiðsleysur á fiskavirkinum meira og fær ongan arbeiðsloysisstuðul eftir hesi kunngerð, uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 6.
Umsókn frá tí arbeiðsleysa
§ 6. Tann arbeiðsleysi skal lata Arbeiðsloysisskipanini eitt serligt umsóknarblað, sum Arbeiðsloysisskipanin flýggjar tí arbeiðsleysa.
Stk. 2. Tann arbeiðsleysi hevur skyldu til at geva Arbeiðsloysisskipanini tær upplýsingar, sum Arbeiðsloysisskipanin metir neyðugar fyri at veita arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 3. Arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin frá tí degi, tann arbeiðsleysi letur Arbeiðsloysisskipanini umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært stk. 1 og upplýsingar sambært stk. 2, um viðkomandi annars lýkur treytirnar sambært løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann loyva eini 14 daga freist til tann arbeiðsleysa at útvega upplýsingar sambært stk. 2. Um tann arbeiðsleysi ikki innan freistina hevur givið Arbeiðsloysisskipanini ásettu upplýsingarnar, fellur umsóknin um arbeiðsloysisstuðul sambært stk. 1 burtur.
Stk. 5. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini sambært stk. 4.
Útrokningargrundarlag
§ 7. Útrokningargrundarlagið fyri arbeiðsleys á fiskavirkjum er sambært §§ 15 og 16 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing og verður sambært § 15, stk. 4 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing roknað av nýggjum tann 1. januar á hvørjum ári. Nýggja útrokningargrundarlagið kann tó ongantíð verða lægri enn tað fyrsta útrokningargrundarlagið.
Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðul verður roknaður eina ferð um vikuna frá og við 9. arbeiðsloysistíma.
Stk. 3. Fyri arbeiðsleys, sum sambært avtalu við fiskavirkið ikki arbeiða fulla tíð, verður arbeiðsloysisstuðul roknaður við einum lutfalsliga lægri tímatali. Fyri arbeiðsleys á fiskavirki, ið kemur undir treytirnar í § 2, stk. 4, verður arbeiðsloysisstuðulin somuleiðis roknaður við einum lutfalsliga lægri tímatali.
Onnur inntøka
§ 8. Arbeiðsloysisstuðulin verður skerdur eftir stk. 2 við øðrum A-inntøkum - íroknað frítíðarløn, undantikið arbeiðsloysisstuðlinum og A-inntøkum, sum eru undantiknar gjaldsskyldu, sambært § 8 í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum tann arbeiðsleysi vinnur í vikuni, hann fær arbeiðsloysisstuðul.
Stk. 2. Tann parturin av vunnu A-inntøkuni sambært stk. 1, sum er oman fyri eina vanliga vikuløn, t.e. fyri fulla starvstíð í normalarbeiðstíðini vanligu arbeiðsdagarnar, umframt frítíðarløn, sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag fyri tímalønt fyrifallandi dagleiðaraarbeiði, verður umroknað til tímar, sum arbeiðsloysisstuðul ikki verður goldin fyri. Tímarnir verða roknaðir sum vunna A-inntøkan í vikuni, býtt við eini upphædd, sum verður roknað soleiðis: Hægsti dagligi arbeiðsloysisstuðul sambært § 16, stk. 2 í løgtingslógini um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing býtt við 8, faldað við 1,15.
Stk. 3. Um tann arbeiðsleysi í 8 vikur á rað hevur vunnið A-inntøku frá øðrum arbeiðsgevarum enn frá fiskavirkinum, viðkomandi hevur tilknýti til, og arbeidda tíðarskeiðið fyri hvørja viku sær er meira enn 10 tímar, verður viðkomandi ikki roknaður sum arbeiðsleysur á fiskavirkinum meira og fær ongan arbeiðsloysisstuðul eftir hesi kunngerð, uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 5.
Stk. 4. Fyri arbeiðsleys, sum sambært avtalu við fiskavirkið ikki arbeiða fulla tíð, verða ásetingarnar í stk. 3 roknaðar við einum lutfalsliga hægri tímatali. Fyri arbeiðsleys á fiskavirki, ið kemur undir treytirnar í § 2, stk. 4, verða ásetingarnar í stk. 3 somuleiðis roknaðar við einum lutfalsliga hægri tímatali.
FV-kortið
§ 9. Áðrenn arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin, skal tann arbeiðsleysi lata inn FV-kort til Arbeiðsloysisskipanina fyri tað útgjaldsskeið, sum arbeiðsloysisstuðlin viðvíkur.
Stk. 2. FV-kortið skal latast inn sambært teirri freist og á tí staði, sum ásett er av Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Um FV-kortið ikki verður latið inn rættstundis, missir tann arbeiðsleysi arbeiðsloysisstuðulin tað tal av útgjaldsdøgum, sum FV-kortið er latið inn ov tíðliga ella ov seint, í tí útgjaldsskeiðnum, FV-kortið viðvíkur.
Stk. 4. Tann arbeiðsleysi skal venda sær til fiskavirkið ella annað stað, sum verður ávíst av Arbeiðsloysisskipanini, fyri at útvega sær FV-kort.
Stk. 5. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum geva loyvi til, at onnur skrivlig fráboðan verður nýtt í staðin fyri FV-kortið.
§ 10. Á FV-kortið skal tann arbeiðsleysi geva upplýsingar, sum Arbeiðsloysisskipanin metir eru neyðugar fyri at gjalda út arbeiðsloysisstuðulin, heruppií upplýsingar um arbeiddar tímar og vunna A-inntøku í útgjaldsskeiðnum.
Stk. 2. Um Arbeiðsloysisskipanin ella fiskavirkið hava forprentað upplýsingar á FV-kortið, t.d. navn og bústað hjá tí arbeiðsleysa ella upplýsingar um arbeiðstímar og vunna A-inntøku í útgjaldsskeiðnum, hevur tann arbeiðsleysi skyldu at gera vart við møguligar skeivleikar í hesum upplýsingum.
Stk. 3. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at rættleikin í upplýsingunum á FV-kortinum skal váttast av tí ella teimum arbeiðsgevarum, sum tann arbeiðsleysi hevur arbeitt hjá í útgjaldsskeiðnum.
Stk. 4. Um tann arbeiðsleysi heldur frí ella av aðrari orsøk ikki er tøkur til arbeiði fyri fiskavirkið, sí § 5, stk. 1, nr. 5, skal tann arbeiðsleysi skrivliga boða frá hesum á FV-kortinum. Í tílíkum førum kann víkjast frá freistini sambært § 9, stk. 2.
Stk. 5. Arbeiðsloysisskipanin kann áleggja fiskavirkinum at geva upplýsingar á FV-kortinum, sum Arbeiðsloysisskipanin metir eru neyðugar fyri at gjalda út arbeiðsloysisstuðulin.
Avgreiðsla av útgjaldi
§ 11. Arbeiðsloysisstuðulin verður útgoldin eftir hvørt útgjaldsskeið, ásett av Arbeiðsloysisskipanini. Eitt útgjaldsskeið fevnir um 14 álmanakkadagar og í mesta lagi 8 útgjaldsdagar.
Stk. 2. Arbeiðsloysisstuðulin verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávístur tí arbeiðsleysa eftir hvørt útgjaldsskeið, við tí freist, Arbeiðsloysisskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.
Gildiskoma
§ 12. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð frá 25. september 2000 frá Stýrinum fyri ALS um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum.
Vinnumálaráðið, tann 17. desember 2009
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)